Lat aftur Yvirlit list articles in edition

Leygardagur 28. november 2020 | Nr. 7 | Árgangur 1 | Kr. 0,00

Aksel: - Tekin um, at vit hava fatur á tí rætta

Andstøðan stendur sum vinnari í nýggjari veljarakanning

SíÐa 4

1 Leygardagur 28. november 2020

Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun klokkan 7

Góðan lesihug og gott Vikuskifti

Oddagrein

Eysturoyartunnilin – ein avbjóðing fyri infrakervið

19. desember letur Eysturoyartunnilin upp. Tað ljóðar fyri vist, um so er, at tey seinastu teknisku eftirlitini loyva tí.

Vit bíða øll í spenningi eftir at sleppa at uppliva kensluna av tí stytta koyritúrinum millum Suðurstreym og Eysturoy. Ikki minst tey, sum dagliga ferðast ímillum til arbeiðis ella skúla.

At fáa meira enn tveir tímar til yvurs verður ein rein marglætiskensla hjá hesum fólkum, kann roknast við. Nýggja farleiðin verður ein kollvelta fyri øll, sum fáa gagn av henni.

Spennandi verður eisini, hvussu ferðslan fer at broytast við hesum nýggja møguleika. Fara tað t.d. at uppstanda hættisligar støður við bíðirøðum niðri í tunnlinum, eitt nú tí vegakervið inn til Havnina ikki er girað til eina økta ferðslu?

Vit bíða eisini í spenningi eftir hvussu tann kollektiva ferðslan skipar seg til nýggja veruleikan.

Við móttøkuni av Erlu Kongsdóttir í tonkunum, myndugleikanna ráðaloysi og vantandi fyrireiking, sum eru komin í ljósmála seinastu dagarnar, kann ein óttast fyri, at avvarðandi stovnur kanska ikki er til reiðar við eini loysn fyri almennu busskoyringina millum Skálafjørðin og Havnar, beinanvegin, sum koyrandi er gjøgnum nýggja tunnilin.

Tá avloysaraskipið kom, var hugburðurin at báturin skuldi koma áðrenn ein ætlan varð gjørd fyri hvat gerast skuldi fyri at seta hann í sigling. Mett var ikki ráðiligt at fara undir fyrireikingarnar av eitt nú havnarviðurskiftunum so leingi sum báturin ikki var komin í føroyskan sjógv.

Spennandi verður at vita, um Leið 400 úr Klaksvík mánadagin 21. desember fer at koyra úteftir ella inneftir fjørðinum, tá hann er komin oman á Skipaneskrossin. Onkrastaðni liggur ein illgruni um, at leiðin helst verður tann vanliga inn eftir fjørðinum fyri síðan at koyra suður gjøgnum Sundalagið til Havnar. Tíðin skal helst síggjast ann fyri at meta um tørvin. Og hvussu stuttligt verður tað hjá pendlandi ferðafólkunum?

Tað verður cirka líka so stuttligt sum hjá teimum, sum í dag sita eftir á leið 100 til flogvøllin. Har eru ikki nógv eftir: Bygdaleiðir megnaðu ikki at hugsa tænastuna til borgaran fram um kassarnar á excell-arkinum við teirri fylgju, at einasta ruta hjá stovninum við yvirskoti nú er vorðin ein útreiðsla, tí brúkarin misti álitið á almennu tænastuni og í staðin fann sær aðrar møguleikar at ferðast ímillum.

 

SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

  • Blaðið

    Stovnað 2020

    Útgevari: Knassar

    Upplag: 2568

    Lisnar síður: 456

    Dagført 10. hvørt sekund
  • Samband

    tel. 20 80 80

    [email protected]



    Ingi Samuelsen

    Redaktørur

    [email protected]

    tel. 22 22 73


  • Borgar Kristiansen

    Lýsingarráðgevi

    [email protected]

    tel. 23 66 01

2
Leygardagur 28. november 2020

Stórur meiriluti at javnstilla samkynd foreldur

Yvir 66 prosent av veljarunum taka undir við at samkynd foreldur skulu hava sama rætt til barsilspening sum hinskynd

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Nærum tveir út av trimum veljarum í Føroyum taka undir við uppskotinum hjá átta tinglimum úr andstøðuni um at javnseta møguleikan hjá samkyndum foreldrum at fáa barsilspening við møguleikan hjá hinskyndum.

Tá Spyr.fo spurdi 500 borgarar um hvønn flokk tey høvdu valt, um løgtingsval hevði verið nú, fingu tey spurdu eisini henda spurningin: “Tekur tú undir við uppskotinum um at geva samkyndum pørum sama rætt til barsilsgjald sum hinskynd pør”.

66,2 prosent av teimum spurdu svaraðu “ja”, 23,5 prosent svaraðu “nei” og 10,3 prosent svaraðu “veit ikki”. Altso ein týðuligur meiriluti fyri uppskotinum, sum nú er til viðgerðar í vinnunevndini.

Útgreinaðu svarini vísa eisini, at hjá flokkunum, sum eiga uppskotið, Javnaðarflokkinum, Tjóðveldi og Framsókn, er stórt sæð semja um henda spurning.

Sambandsveljarar taka undir við Johan Dahl
Í Sambandsflokkinum er eisini markantur meiriluti fyri at geva samkyndum foreldrum sama rætt, sum hinskynd, tá tað snýr seg um barsilsgjald.

Harvið kann sigast, at sambandstinglimurin Johan Dahl hevur uppbakning frá floksins veljarum, tá hann sigur seg ætla at atkvøða fyri, um landsstýrið ikki kemur við einum betri alternativi áðrenn málið kemur aftur úr nevnd.

Henda útsøgn hevur, sum kunnugt, fingið Bill Justinussen at staðfesta, at um samgongutinglimur atkvøður fyri andstøðuuppskotinum, so er tað sama sum at spreingja samgongusamstarvið.

Hjá hinum flokkunum er tað fleiri veljarar, sum eru í móti enn fyri. Greiðast hjá Miðflokkinum, har 78 prosent svaraðu “nei” og lutfalsliga nógv – 19 prosent – svaraðu “veit ikki”.

Ynskja ikki at geva teimum rættindini
Men hvat er so orsøkin til, at 23,5 prosent av veljarunum ikki vilja geva samkyndum foreldrum sama rætt sum øðrum foreldrum?

Fyri at fáa greiði á hesum, fingu tey, sum svaraðu “nei” tí høvi at útgreina teirra svar. Tað vil siga, at tey fingu fýra møguleikar at svara spurninginum: “Hví tekur tú ikki undir við uppskotinum?”

Og her vísa svarini, at nógv flest av teimum, ið eru ímóti uppskotinum – 45 posent – eru tað, tí tey ikki kunnu taka undir við at geva samkyndum slíkrættindi.

32 prosent siga seg ynskja eina aðra loysn, enn ta, ið liggur á tingborði, 4 prosent siga nei, tí talan er um eitt andstøðuuppskot, meðan 19 prosent siga orsøkina vera eina aðra enn hesar nevndu. 

 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. november 2020

3
Leygardagur 28. november 2020

Andstøðan nógv størri undirtøku millum veljararnar

Hevði vunnið 18 sessir á tingi um løgtingsval hevði verið nú

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tað gongur niður á bakka hjá landsstýrissamgonguni. Tað má staðfestast burtur úr veljarakanningini, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Blaðið Vikuskifti.

Samgongan hevur nú væl og virðiliga mist meirilutan á tingi. Hevði val verið í dag, so høvdu undanfarnu samgonguflokkar, tað eru Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn havt 18 av tingfólkunum og harvið væl og virðiliga helmingin.

Veljarakanningin vísir, at Javnaðarflokkurin hevði verið nógv størstur flokkur á tingi við 28,2 prosentum av atkvøðunum og 10 tingfólkum – trimum fleiri enn nú. Tjóðveldi fær undirtøku frá 18,6 prosentum og stendur at fáa seks tingfólk eins og nú meðan Framsókn eisini varðveitir sína umboðan á tingi við 5,5 prosentum.

Tá Spyr.fo gjørdi eina líknandi kanning fyri Portalin á ársdegnum fyri løgtingsvalið síðst í august, vann andstøðan við 17 móti 16.

Tað, sum er hent síðan veljarakanningina í august er, at Fólkaflokkurin missir ein tinglim til Tjóðveldi, so javnvágin millum samgongu og andstøðu nú er 15 móti 18.

Hóast Fólkaflokkurin hevur afturgongd, er flokkurin framvegis næststørstur við 21,3 prosentum. Hetta er 3,2 prosentstig færri enn til valið í 2019 og 2,3 prosent færri enn seinastu veljarakanning.

Sambandsflokkurin fær 19,0 prosent, sum er væl meira enn seinastu kanning, men framvegis nakað lægri enn til valið.

Tjóðveldi sær út til at hava støðgað afturgongdini. Nýggjasta kanningin gevur Tjóðveldi 18,6 prosent, sum er 2,2 prosentstig fleiri enn til seinastu veljarakanning, og eisini meira enn á valinum í 2019.

Framsókn gongur fram í mun til valið og nakað aftur í mun til seinastu kanning, meðan Miðflokkurin liggur støðugur á 5,4-5,4 prosentu. Báðir flokkar liggja trygd við eini undirtøku, svarandi til tveir tinglimir.

Sjálvstýrið gongur støðugt aftur og tykist ikki longur at vera ein viðspælari í landspolitiskum samanhangi.

Kanningin hjá Spyr.fo byggir á svar frá 500 fólkum, sum vórðu spurd hósdagin 26. november. Gerast skal vart við, at óvissan er millum 1,4 og 3,9 prossentstig.

 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. november 2020

4
Leygardagur 28. november 2020

Aksel: - Tekin um, at vit hava fatur á tí rætta

Andstøðan stendur sum vinnari í nýggjari veljarakanning

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

- Jú, tað sær út til, at veljarin heldur, at vit eru á rættari kós í okkara politikki í mun til tey, sum sita við valdinum í løtuni.

Soleiðis sigur Aksel V. Johannesen, formaður Javnaðarfloksins, tá hann verður kunnaður um úrslitið av veljarakanningini, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Blaðið Vikuskifti.

Tað er ongin ivi um, at tað liggur ræðið fyri hjá Javnaðarflokkinum og formanninum í løtuni. Javnaðarflokkurin stendur til at ganga fram við trimum tingfólkum og fáa 10 umboð á tingi, um val var nú, og sjálvur fær Aksel V. johannesen undirtøku frá meira enn triðja hvørjum veljara, tá spurningurin snýr seg um, hvør átti at verið løgmaður eftir eitt komandi løgtingsval.

Fatur á tí rætta
- Veljarin heldur at vit hava fatur á tí rætta politikkinum, og tað er nakað, vit ætla at halda fast við, sigur Aksel. Upp á spurningin um, hvat hann hevur gjørt rætt, sigur formaður Javnaðarfloksins:

- Vit royna at lætta um hjá tí einstaka. Vit hava lagt uppskot fram, sum í smáum bøta um gerandisdagin, og tað hevur veljarin helst varnast. Eisini hava vit sett okkum fyri at vera positiv í okkara politikki, og ikki tosa hini niður. Kanska hevur tað eisini havt sína ávirkan, sigur Aksel V. Johannesen.

Í mun til undanfarna valskeið, er tað eisini týðuligt, at Javnaðaflokkurin og eisini Tjóðveldi hava fingið ein meira týðiligan grønan profil.

- Ja, tað er rætt. Tað nýggja ættarliðið – eisini av politikarum – er nógv meira tilvitað um umhvørvið. Tað merkist í andstøðuflokkunum á tingi, og tað spælir helst eisini inn.

Tá hann tekur samanum, so er tað kjarnuvælferð, umhvørvið, arbeiðsmarknaðarmál, javna samfelagið og fíggjarlig ábyrgd, sum liggur fremst í andstøðupolitikkinum hjá Javnaðarflokkinum í hesum tíðum. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. november 2020

5

Størv

Ergo - ella fysioterapeut til Sernám

Meira Umsóknarfreist: 01. mai 2024

Leiðari til námsfrøðiligu ráðgevingina

Meira Umsóknarfreist: 28. apríl 2024

Handverkari ella maskinistur til smiðjuna í Kollafirði

Meira Umsóknarfreist: 15. mai 2024

Fíggjarleiðari

Meira Umsóknarfreist: 10. mai 2024

Sjúkrarøktarfrøðingar og heilsurøktari til seingjadeildina

Meira Umsóknarfreist: 06. mai 2024

Sosialráðgevi til Barnaverndartænastuna í Vágum

Meira Umsóknarfreist: 05. mai 2024

Føroya besti KT-ráðgevi?

Meira Umsóknarfreist: 01. mai 2024

Bókhaldsfólk til P/F Frost

Meira Umsóknarfreist: 13. mai 2024

Verkfrøðingur til Sev

Meira Umsóknarfreist: 29. apríl 2024

Musikkskúlaskipanin søkir eftir lærarum at byrja í august 2024

Meira Umsóknarfreist: 07. mai 2024

Løgfrøðiligur ráðgevi - Trygd

Meira Umsóknarfreist:

Hevur tú royndir við C#, .Net og/ella Angular? - Vit leita eftir forritara!

Meira Umsóknarfreist: 30. apríl 2024
6
Leygardagur 28. november 2020

Løgmansspurningurin bara ein spurningur um Bárð ella Aksel

Báðir ganga teir fram í undirtøku, men Aksel hevur munin

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Meira enn 35 prosent av føroysku veljarunum halda, at formaðurin í Javnaðarflokkinum, Aksel V. Johannesen, skal vera løgmaður eftir komandi løgtingsval.

Veljarakanningin, sum Spyr.fo gjørdi fyri Blaðið Vikuskifti hósdagin vísir, at undanfarni løgmaður fær undirtøku frá 35,2 prosentum, meðan sitandi løgmaður fær undirtøku frá 29,3 prosentum.

Báðir ganga teir fram í mun til seinast, tá hesin spurningur var settur veljarunum.

Sostatt er løgmansspurningurin – tá veljarin verður spurdur – bert ein spurningur um hesar báðar, Aksel og Bárð.

Hinir møguligu løgmenninir (m/k) fáa undir 10 prosent í undirtøku. Við undantaki av Jørgen Niclasen ganga tey øll aftur í mun til seinastu veljarakanning. Jørgen Niclasen gongur tó tvey prosentstig fram, so at hann nú hevur undirtøku frá 9,4 prosentum av teimum spurdu, meðan 9,9 prosent peika á Høgna Hoydal, formann Tjóðveldis. 

 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. november 2020

7
Leygardagur 28. november 2020

– Løgið at kunna rópa okkum húsaeigarar

Tað siga Sunnvá Dahl Rasmussen og Martin Høgfeldt Olsen, sum mikukvøldið vunnu eini hús fyri 2,6 mió. krónur

Sunnvá Dahl Rasmussen og Martin Høgfeldt Olsen (Mynd: Peter Leth-Larsen / TV2)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Tað er løgið at vit nú kunnu rópa okkum húsaeigarar. Tað siga 25 ára gamla Sunnvá Dahl Rasmussen og 32 ára gamli Martin Høgfeldt Olsen úr Havn, sum mikudagin vunnu eini hús við virði á 2,6 mió. krónur í TV2 sendingini Nybyggerne.

– Eg veit ikki ordiliga, um mann hevur fatað tað enn, sigur Martin, sum greiðir frá, at tey ikki hava fingið húsini enn, og at tey tí enn búgva í lítlu íbúðini í Keypmannahavn.

Í summar vóru Sunnvá og Martin eitt av fýra pørum, sum brúktu tveir mánaðir uppá at innrætta eini nýggj hús í jútlendska býnum Silkeborg. Sendingin, sum var í níggju partum, varð víst í sjónvarpinum í heyst. Tað parið, sum sambært hyggjarunum, kláraði seg best, vann húsini, tey høvdu innrættað, og tá finalan varð víst mikukvøldið, var tað parið úr Havn, sum fór av stað við sigrinum.

– Vit fóru heilt í sjokk. Vit minnast ikki ordiliga ta løtuna, tá vit fingu at vita, at tað vóru vit, sum høvdu vunnið, ella tann næsta hálva tíman aftaná, greiðir Sunnvá frá.

– Vit hava hugt eftir tí í sjónvarpinum síðani, og høvdu tað soleiðis, “okay, segði eg hatta?”, leggur Martin afturat.

Parið meldaði seg til Nybyggerne fyri at fáa eina avbjóðing, og tað má mann siga, tey hava fingið. Sunnvá lýsir m.a. tíðina sum nýbyggjari sum øgiliga strævna.

Við svøvntroti, og ov lítið at eta, manglaðu tey allatíðina orku, og tann eina frídagin tey høvdu millum hvørt rúmið fór við at sova.

– Eg rokni við, har fara at ganga nógv ár, áðrenn vit fáa eina størri avbjóðing enn hatta, sigur Sunnvá og flennur.

Tíðin sum nýbyggjarar hevur verið sera mennandi
– Fakliga hava vit ment okkum sera, sera nógv. Vit høvdu ongar royndir við nøkrum, áðrenn vit byrjaðu, og nú duga vit knappliga at leggja gólv, seta vesikummur upp, og koyra hurðar í – vit hava ment okkum øgiliga nógv, sigur Sunnvá.

– Eg haldi eisini, vit hava ment okkum tá tað kemur til sniðgeving. Vit hava lært at halda tað einfalt, og at halda tann reyða tráðin allan vegin ígjøgnum húsini. Tað er eitt slag av list, haldi eg, leggur Martin afturat.

[object Object]
(Mynd: André Blinkilde/TV 2)

Tíðin hevur eisini ment tey nógv sum par. Martin siglir úti og er burturstaddur í fimm-seks vikur út í eitt og síðani er hann heima í fimm-seks vikur, men meðan tey hava arbeitt við húsunum, hevur Martin verið heima í átta vikur, og tað er fyrstu ferð í teirra parlagi, at tey hava verið saman so leingi út í eitt.

– Tað allarbesta við at hava verið við í Nybyggerne er, at eg eri sloppin at vera saman við Martin í átta vikur. Vit hava funnið útav, at okkara parlag riggar eisini, tá vit eru nógv saman, sigur Sunnvá.

Og hóast hetta var fyrstu ferð, at tey hava verið saman hvønn einasta tíma í átta vikur, og at tey hava arbeitt nógv og sovið og etið minni enn vanligt, vórðu tey ongantíð ill við hvønnannan, leggur Martin afturat.

– Alt koyrdi bara, sum tað skuldi. Vit hava funnið útav, at vit arbeiða øgiliga væl saman, sigur hann.

Eru væl nøgd við úrslitið
Sunnvá og Martin siga seg vera væl nøgd við, hvussu tey hava innrættað húsini, men tað, sum tey helst eru mest errin av, er stóra rúmið við stovu, køki og spísistovu.

[object Object]Soleiðis sá út, tá Sunnvá og Martin høvdu pyntað stovuna til finaluna mikukvøldið

– Kanska serliga stovuna eru vit øgiliga nøgd við. Tá kendu vit ordiliga, at allir endarnir komu uppá pláss, at har kom ein reyður tráður ígjøgnum øll húsini, sigur Sunnvá.

Um tey skulu finna eitt, sum tey hinvegin eru minni nøgd við, er tað helst gólvið í gongini, sum varð gjørt við brotflisum.

– Vit eru eitt sindur kedd um, at vit ikki fingu so nógva tíð at arbeiða uppá tað. Vit umhugsa at bøta um tað, tá vit flyta inn, vit vita bara ikki hvussu, sigur Martin.

– Vit mugu líka fáa okkum eitt sindur meira ráðgeving. Nú hava vit í øllum førum óendaliga nógva tíð, kann mann siga, leggur Sunnvá afturat.

[object Object]Soleiðis sær út í gongini hjá Sunnvá og Martin

Flyta ikki inn beinanvegin
Hóast tað er ætlanin hjá parinum at flyta inn í húsini í Silkeborg, so verður tað ikki beinanvegin. Har eru nógvir leysir endar, sum tey fyrst skulu fáa skil á, m.a. viðvíkjandi arbeiði og sølu av íbúðini, sigur Martin.

– Vit taka tað eitt sindur sum tað kemur. Vit skulu líka finna útav, hvussu vit skulu gera við arbeiðið, um vit skulu selja íbúðina í Keypmannahavn, ella hava hana eina løtu afturat. Tað mugu vit líka finna útav, sigur Sunnvá.

Sunnvá og Martin, sum komu aftur til Keypmannahavnar hósdagin, hava verið sera upptikin av miðlasamskifti og øðrum tílíkum seinastu dagarnar.

Tað at miðlar hava víst teimum ans hevur sambært Martin eisini verið ógvuliga løgið, serliga tí honum ikki dámar at vera miðdepil.

– Í byrjanini var tað eisini rættiliga løgið at síggja seg sjálvan í sjónvarpinum. Mann er altíð tann størsti kritikkarin av sær sjálvum, sigur Sunnvá.

– Mann situr altíð og dømir seg sjálvan, og so spyr mann onnur, og tey siga seg ikki vita, hvat mann tosar um, tí tey halda mann riggar væl, sigur Martin.

Eitt annað, sum parið hevur lagt til merkis, er, at fólk nú eisini hyggja nógv eftir teimum á gøtuni, tá tey eru úti.

– Tað hevur kanska verið mest móti endanum. Øgiliga nógv spyrja, um tey kunnu sleppa at taka myndir við okkum, og heilsa, og bara hósdagin vóru øgiliga nógv, sum steðgaðu okkum og ynsktu til lukku, sigur Sunnvá.

Meira grannar enn kappingarneytar
Hóast Nybyggerne er ein kappingasending, kendist tað fyri Sunnvá og Martin ikki rættiliga sum ein kapping, meðan tey vóru saman við hinum pørunum í Silkeborg

Sambært Martin var tað fyrst aftaná, at tey vóru byrjaði at hyggja eftir sendingini í sjónvarpinum, at tað byrjaði at kennast eitt sindur sum ein kapping. Áðrenn høvdu hini pørini bert kenst sum grannar, sum stríddust í felag.

Sambært Sunnvá og Martin eru tey og hini pørini vorðin ordiliga góð vinfólk, og hóast tey kappaðust um at vinna eini hús, hava hini verið glað teirra vegna.

– Vit føla tað sum, at tey eru glað okkara vegna, men sjálvandi eru tey vónbrotin eisini, sigur Sunnvá.

Øll pørini ætla sær eisini til Føroyar ein túr, so einaferð fáa Sunnvá og Martin høvi at vísa hinum runt í  heimlandi.

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. november 2020

8 Leygardagur 28. november 2020

Vunnu hús fyri 2,6 milliónir: Nú mugu tey sjálvi leggja pengar á borðið

Tað er ikki ókeypis at vinna eini hús

(Mynd: TV2)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Sunnvá Dahl Rasmussen og Martin Høgfeldt Olsen vunnu í gjár eini hús í sendingini Nybyggerne á TV2. Húsini hava eitt virði á 2,6 milliónir krónur.

Men tað er ikki skattafrítt. Ekstrabladet skrivar, at føroyska parið skal rinda skatt av húsinum.

Hanne Sønderby, løgfrøðiligur ráðgevi hjá TV2 sigur við blaðið, at tað eru greiðar mannagongdir um hetta.

Í Nybyggerne verða leikararnir funnir umvegis eina casting ella upptøkuroynd, og tá skal b-skattur rindast av vinninginum.

Í hesum føri verður vinningurin skattliga sæddur sum løn fyri luttøku í sendingini, og luttakararnir skulu tí rinda vanligan inntøkuskatt av virðinum. Luttøkan verður mett at vera arbeiði, og tí skulu tey rinda b-skat, sigur Hanne Sønderby við Ekstrablaðið.

Hetta er ikki nakað sum TV2 hjálpir luttakarunum við, men verður vanliga gjørt við einum realkreditláni, upplýsir Hanne Sønderby.

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. november 2020

9
Leygardagur 28. november 2020

Ein miðil fingið meira enn ein triðing av miðlastuðlinum

Aftur í ár eru átta umsøkjarar til miðlastuðulin. Hetta eru somu umsøkjarar sum undanfarin ár

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Aftur í ár hava átta føroyskir miðlar søkt um miðlastuðul frá landinum. Teir átta eru teir somu, sum hava søkt síðani stuðulin var latin á fyrsta sinni í 2017.

Tvær milliónir verða latnar á hvørjum ári, og higartil eru seks milliónir latnar privatu miðlunum.

 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Um hugt verður eftir hvussu nógv ymsu miðlarnir hava fingið seinastu árini, býtir tað seg upp í fýra bólkar. Sosialurin hevur fingið nógv mest, og tað er rættiliga langt niður til Dimmalætting, sum hevur fingið næstmest í stuðli.

Síðani koma Portal.fo, Norðlýsið, FM1, R7 og Vp.fo sum nærum hava fingið líka nógv seinastu trý árini, og liggja um 200.000 í part á hvørjum ári.

Jn.fo hevur fingið minst í stuðli, men fær alsamt meira í sín lut á hvørjum ári. Fyrsta árið fekk lokalmiðilin í Vágum góðar 19.000 krónur í sín lut, men fekk í fjør knappar 80.000 krónur í stuðli.

 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. november 2020

10
Leygardagur 28. november 2020

Minsti miðilin kann fáa mest

Miðlastuðulin skal skipast av nýggjum, og tað kann enda við, at ein lítil miðil fær mest. Stuðulin skal framyvir byggja á góðsku og nýskapan, sigur landsstýrismaðurin

Jenis av Rana, landsstýrismaður (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Í Mentamálaráðnum verður í hesum døgum seinasta hond lagd á uppskotið um nýggja miðlastuðulslóg.

Síðani 2017 hevur stuðul verið latin privatu miðlunum eftir lønarútreiðslum í farna roknskaparári. Sosialurin hevur flestar lønarútreiðslur, og hevur tí fingið nógv mest í stuðli - 36 prosent av teimum seks milliónunum, sum eru latnar higartil.

Soleiðis kann ikki roknast við at býtið verður framyvir. Í øllum førum ikki um tað er upp til Jenis av Rana, landsstýrismann.

- Framyvir verður stuðulin baseraður uppá kvalitet og uppá nýskapan. Til ber at søkja um eitt nú at framleiða greinarøðir um ávís evni, og so metir miðlastuðulsnevndin um, hvussu nógv skal latast til hvønn miðil.

Sostatt kunnu vit enda í tí støðu, tá miðlastuðulin fyri 2021 verður latin um eitt ár, at ein miðil, sum hevur fingið lítið í stuðli seinastu árini, nú fær mest. Hetta sær landsstýrismaðurin ikki sum ein trupulleika.

- Um málið er, at vit skulu royna at hækka støðið í føroyskum fjølmiðlunum, so dugi eg ikki at síggja tað sum eitt problem, at ein lítil miðil fær mest.

Miðilin, sum fekk mest í stuðli í fjør var Sosialurin sum fekk 691.727 krónur meðan Jn.fo fekk minst, 79.964 krónur.

Mentamálaráðið arbeiðir við at fáa uppskotið liðugt, og eitt sum er eftir, eru greiðar mannagongdir um hvat dygd er.

- Tað, sum vit mangla, er saman við miðlastuðulsnevndini, at útgreina nærri hvat dygd er, so greiðar mannagongdir eru. Annars kann tað blíva ov subjektivt, greiðir Jenis av Rana frá.

Eingin útberingarstuðul
Blaðstjórar hava í longri tíð ført fram, at miðlastuðulin, teir fáa, fer beint í lummarnar hjá Posta, sum so líðandi hevur hækkað útberingargjaldið. Bløðini leggja tí upp til ein útberingarstuðul, men hetta er ikki nakað sum Jenis av Rana ætlar at gera nakað við.

- Tað kann ikki prógvast, at Posta hækkaði gjaldið orsakað av miðlastuðlinum. Hvat Posta ger, fáa vit ikki gjørt nakað við, sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum.

Hann vísir eisini til at Posta hoyrir undir landsstýrismannin í fíggjarmálum, og at tað er har, man eigur at gera vart við sína ónøgd.

Formaður í miðlastuðulsnevndini er Eirikur í Jákupsstovu fyri Búskapar og Løgfrøðingafelagið. Umframt hann eru Beate L. Samuelsen fyri Føroysk Miðlafólk og Rógvi Olavson, valdur av Fróðskaparsetrinum, eisini í nevndini.

Soleiðis verður miðlastuðulin latin
Miðlastuðul verður latin í tveimum bólkum. Sum føst grundupphædd, áljóðandi 40 prosent av árligu játtanini á fíggjarlógini, býtt javnt millum umsøkjararnar.

Harumframt verða 60 prosent av árligu játtanini á fíggjarlógini latin sum ein eins lutfalslig upphædd í prosentum av skjalprógvaðum lønarútreiðslum árið fyri umsóknarárið hjá viðkomandi miðli ella miðlasamtaki. 

 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. november 2020

11 Leygardagur 28. november 2020

Møguliga verður latið upp undan jólum

Tunlafelagið ætlar at loyva almenninginum at koyra ígjøgnum Eysturoyartunnilin 19. desember

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Nú verður av álvara tosað um, at Eysturoyartunnilin verður latin upp fyri almennari ferðslu longu undan jólum.

Tunlafelagið segði í vikuni, , at tað verður miðað eftir at lata tunnilin upp leygardagin 19. desember.

Hetta veldst tó um, hvussu tað gongur við at royna teknisku útgerðina í tunnlinum av. Ætlanin er at halda eina trygdarvenjing við luttøku av løgreglu og sløkkiliðum í tunlinum 17. desember. 

[object Object]
(Mynd: Ólavur Frederiksen)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. november 2020

12 Leygardagur 28. november 2020

Føroyaflúgvingin hjá SAS tikin uppaftur í vár

Fyrsti túrur verður eftir ætlan 28. mars, og longu nú ber til at keypa ferðaseðlar, men broytingar kunnu koma fyri, sigur kunningarleiðarin hjá SAS

Mynd: Jens Kr. Vang
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Skandinaviska flogfelagið SAS, sum gavst at flúgva til Føroya fyrr í ár, tekur Føroyaflúgvingina uppaftur í vár.

Fyrsti túrur verður 28. mars 2021, og longu nú ber til at keypa ferðaseðlar á heimasíðuni hjá SAS.

Sambært John Eckhoff, kunningarleiðara hjá SAS, kunnu broytingar tó koma fyri.

– Tað er umráðandi at minnast til, at í teimum tíðunum vit liva í nú, kunnu broytingar koma fyri, sigur hann við Útvarpið.

SAS ger harafturat tríggjar túrar til Føroyar um jólini.

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. november 2020

13 Leygardagur 28. november 2020

Yvirlit: Hesar fyritøkur hava fingið covid-19 stuðul

Fyritøkurnar sum fingu mest fingu 240.000 krónur. Fyritøkan sum fekk minst, fekk smáar sekstúsund krónur

(Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Taks hevur gjørt yvirlit yvir tey feløg sum hava fingið stuðul til fastar útreiðslur orskað av Covid-19.

Yvirlitið vísir upprunaliga útgjaldið og endaliga útgjaldið grundað á staðfest tap. Er endaliga útgjaldið lægri enn upprunaliga útgjaldið, skal felagið rinda útgoldnan stuðul aftur. Er endaliga útgjaldið hinvegin hægri enn upprunaliga útgjaldið, fær felagið eitt eykaútgjald.

Hevur afturgongdin í umsetninginum endaliga víst seg at vera undir 40% ella hevur eitt felag ikki latið TAKS uppgerð yvir veruliga umsetningin umframt veruligu føstu útreiðslurnar í stuðulstíðarskeiðnum, so lýkur felagið ikki treytirnar fyri at fáa stuðul.

Fyritøkurnar sum hava fingið mest eru Sp/f Vitan og Sp/f Fitnessfo, sum hava fingið 240.000 krónur hvør.

 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. november 2020

14 Leygardagur 28. november 2020

93 prosent av føroyingum meta seg hava góða heilsu

Tað vísir ein spurnakanning, sum Fólkaheilsuráðið gjørdi í fjør, sum hevði til endamáls at kanna heilsustøðuna og trivnaðin hjá føroyingum

(Savnsmynd: Hagstova Føroya)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

93 prosent av føroyingum meta seg sum heild hava góða heilsu, og fleiri kvinnur enn menn meta heilsustøðu sína vera góða. Tað vísir ein fólkaheilsukanning, sum Fólkaheilsuráðið gjørdi í 2019.

Í kanningini, sum hevði til endamáls at kanna heilsustøðuna og trivnaðin hjá føroyingum, vórðu spurningar sendir 6.000 tilvildarliga valdum føroyingum, og umleið helvtin valdi at taka lut í kanningini.

Talan er um ein av størstu spurnakanningunum, ið er gjørd í Føroyum, og tí er hon eitt gott grundarlag fyri at staðfesta heilsustøðu og trivnað hjá føroyska fólkinum, sigur Fólkaheilsuráðið.

Heili 93% av føroyingum meta sína heilsu vera avbera góða, stak góða ella góða, meðan danir liggja á 83 prosent. Eisini eru fleiri kvinnur enn menn, ið meta sína heilsustøðu vera góða, og eru tað tey í aldrinum 45-54 ár, sum í størsta mun halda seg hava eina góða heilsu. Hinvegin eru tað teir yngstu og elstu aldursbólkarnir, sum í minsta mun meta sína heilsu verða góða. Í aldursbólkinum 18-24 ár eru tað út við 10%, ið meta sína heilsu vera minni góða ella vánaliga, vísir kanningin.

Tað, at tey ungu halda seg hava eina verri heilsustøðu enn tey eldru, sæst sambært kanningini, aftur, tá hugt verður eftir sálarligari heilsu. Her eru tað tey ungu og serliga tær ungu kvinnurnar, sum meta seg hava ringastu sálarheilsuna.

Tað eru eisini tey ungu, ið kenna seg tyngd av síni fíggjarstøðu og bústaðarstøðu og hava tað truplari at gjalda rokningar enn tey eldru, sigur Fólkaheilsuráðið.

Tey, ið hava eina ringa sálarliga heilsustøðu hava eisini hava trupulleikar við svøvni og í størri mun taka pínustillandi og nervastillandi heiligvág. Eisini sæst ein neiligur samanhangur í millum ringa sálarliga heilsustøðu og heilsuvanar.

Tá tað kemur til heilsuvanar, so er eisini rúm fyri bata á fleiri økjum, serliga tá tað kemur til vekt, rørslu og royking, sigur Fólkaheilsuráðið.

– Sum gongdin við heilsuvanum er nú, so er ikki til at siga, um vit í Føroyum halda fram við at meta okkara heilsustøðu at vera góða. 

– Lands- og kommunaluleiðslurnar, umframt at samfelagið sum heild eigur at taka hesa vitan til eftirtektar og leggja til rættis eina breiða og burðardygga fyribyrgingarætlan, har høvuðsdentur eigur at vera lagdur á at styrkja sálarligu og sosialu heilsuna hjá ungum, umframt á skipaðan hátt at steðga ógvusligu økingini í yvirvekt, sum hongur saman við sera ringum kostvanum og kropsligum óvirkni. Eisini eiga tøk at vera tikin politiskt fyri at fáa talið á roykjarum longur niður.

Fólkaheilsuráðið hevur eisini ítøkiligar ætlanir at betra um hesi viðurskiftini, men hetta krevur fyrst og fremst politiskan vilja frá allari politisku skipanini og eitt vælskipað samstarv ímillum stovnar í øllum landinum, sigur ráðið.

Frágreiðingin hjá Fólkaheilsuráðnum sæst her.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. november 2020

15 Leygardagur 28. november 2020

Ikki nógv eftir av tjaldinum

Á Glasi mugu timburlærlingarnir fáa eina nýggja loysn. Tjaldið fór í vindinum farna vikuskiftið

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað var ikki nógv eftir av tjaldinum sum var sett upp uttan fyri miðnámsskúlan Glasir í Marknagili. Timburlærlingarnir hava seinastu tíðina hildið til í tjaldinum, sum fór í nógva vindinum seinasta vikuskiftið.

Sløkkiliðið í Havn fekk boðini fríggjakvøldið, og fór út á Marknagil at tryggja tað, sum tryggjast kundi.

Leygarmorgunin stóð bara ein partur av skrokkinum eftir.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. november 2020

16 Leygardagur 28. november 2020

Áheitanir um harðskap øktar við 50 prosent í 2020

Í sambandi við Altjóða dagin móti harðskapi móti kvinnum varpa Kvinnuhúsið, Kvinnufelagið í Havn, og Amnesty International Føroyar ljós á vaksandi talið á áheitanum, sum Kvinnuhúsið hevur fingið

 
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Tá koronafarstóttin kom til Føroyar, valdu myndugleikarnir at stongja landið niður. Alt steðgaði upp. Fólk vórðu biðin um at vera heima, og í Kvinnuhúsinum var larmandi tøgn í nakrar vikur. Men bæði áðrenn og eftir hesar vikurnar hava tølini fyri áheitanum til Kvinnuhúsinum verið hægri enn undanfarin ár.

2020 er sostatt eitt ár við serliga nógvum áheitanum um harðskap. Sambært Kvinnuhúsinum eru higartil komnar 648 áheitanir í ár. Tað er 116 fleiri enn í fjør.

Í 2019 var talið 432, og í 2018 var talið 434. Talan er sostatt um ein vøkstur á 50 prosent frá í fjør.

– Sum samfelag eiga vit av vísa hesum trupulleikum størsta áhuga, og seta okkum fyri at finna svar, soleiðis at tølini í 2021 verða lægri og ikki hægri enn í ár.

Soleiðis siga teir tríggir felagsskapirnir, Kvinnuhúsið, Kvinnufelagið í Havn, og Amnesty International Føroyar, sum í felags tíðindaskrivi vísa á, at tølini hjá Kvinnuhúsinum siga okkum, at vit mugu geva hesum samfelagstrupuleika serligt uppmerksemi.

Trýstið av áheitanum frá kvinnum, sum eru og hava verið fyri harðskapi, øktiskt so hvørt sum samfelagið lat upp aftur. Talan er serliga um tølini fyri harðskap, har rúsevnismisnýtsla er partur av hendingunum, tølini fyri materiellan og tølini fyri fíggjarligan harðskap.

Eisini børnini verða rakt av harðskapinum.

Samstundis sum harðskapurin er øktur munandi seinasta árið, eru bústaðarmøguleikarnir ógvuliga avmarkaðir, og hetta hevur við sær, at børn eru noydd at liva í heiminum við harðskapi longri enn neyðugt.

Hetta tí at ein, sum ynskir at flyta frá harðskapinum í roynd og veru ikki hevur eitt annað stað at fara, vísa felagsskapirnir á.

– Tað er eingin loyna, at tað eru bólkar í samfelagnum, sum hava verri møguleika at ogna sær ein bústað ella at leiga, soleiðis sum miðanprísurin fyri at leiga alsamt økist. Eisini hetta er ein avbjóðing, sum vit sum samfelag, mugu taka í álvara. Tí um børn eru vitni til harðskap ella sjálvi verða útsett fyri harðskapi, so er stórur vandi fyri at harðskapurin setur sjónlig spor langt inn í vaksnalívið. Vit mugu heilt einfalt hjálpa hesum bólkum í okkara samfelag, sum hava átroknadi tørv á hjálp anno 2020.

Eitt annað slag av harðskapsmálum, sum er økt munandi í ár, eru harðskapsmál, har annar ella báðir partar eru rúsaðir. Talið á hesum málum eksploderaði í ár, økingin var heili 256 prosent. Í fjør var talið á hesum áheitanum 74, meðan talið higartil í ár er komið uppá 264. Hesin bólkur eru serliga útsettur, tí fleiri av hesum detta ímillum skipanir, siga felagsskapirnir.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. november 2020

17 Leygardagur 28. november 2020

BankNordik setir negativu rentuna niður

Men markið fyri nær negativ renta verður kravd, verður samstundis sett niður úr 500.000til 250.000 krónur

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

BankNordik setir frá 1. Januar at rokna nýggjan rentusats fyri negativu rentuna, sum tikin verður fyri innistandandi upphæddir.

Rentan minkar við 0,15 prosentstigum úr -0,75 til 0,6 prosent.

Men samstundis verður upphæddin, sum er umfatað av negativari rentu eisini settu niður. Sum nú er, verður negativ renga bert tikin fyri upphæddir oman fyri hálva millión. Frá nýggjárinum skulu kontur við yvir 250.000 krónum eisini rinda rentu fyri at hava pengar innistandandi í BankNordik.

BankNordik gevur møguleika at hava tríggjar innlánskontur uttan at gjalda negativa rentu. Men tað er bert um upphæddirnar eru undir ávikavist 250.000 krónum og 50.000 krónum fyri kontu nummar tvey og trí.

- Fer upphæddin á hesum kontum uppum ásettu mørkini, skal kundin gjalda negativa rentu á -0,60 prosent av tí upphædd, sum fer uppum markið. Um kundar hava fleiri enn tríggjar vanligar innlánskontur, verður negativ renta goldin av hesum kontum.

1.januar 2021 verður rentan á pensjónskontum eisini broytt frá -0,75 til -0,60 prosent, og hetta er galdandi frá fyrstu krónu.

Børn og ung undir 29 ár eru tó undantikin negativum rentum, og hevndu broytingarnar eru sostatt ikki galdandi fyri kundar undir 29 ár. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. november 2020

18 Leygardagur 28. november 2020

Fyritøkur trekt upp á gjaldførið tá samfelagið lat aftur

Fallið í innlánunum hjá vinnuni í mars og apríl 2020 bendir á, at fyritøkurnar hava trekt upp á gjaldførið vegna mista sølu, tá stórur partur av samfelagnum lat aftur. Landsbanki Føroya hevur givið út frágreiðing um fíggjarliga støðufestið í føroyska bankageiranum fyri triðja ársfjórðing 2020

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Myndin niðanfyri vísur pening á bók hjá føroysku vinnuni í føroysku peningastovnunum. Innlánini hava stórt sæð verið vaksandi síðani 2014. Tó sæst eitt fall í innláninum í fyrru helvt av 2020.

Fallið í innlánunum hjá vinnuni í mars og apríl mánað í 2020 bendir á, at fyritøkurnar hava trekt uppá gjaldførið vegna mista sølu, tá stórur partur av samfelagnum lat aftur.

[object Object]

Fíggjarstøðan hjá størsta partinum av føroysku vinnuni er góð, hóast fyritøkur innan serliga ferðavinnu og gisti- og matstovuvinnu, hava mist stóran part av teirra sølu seinasta hálva árið.

Umframt hjálparpakkarnir, sum veittu inntøkustuðul til heimsendar løntakarar og fíggjarligan stuðul til fastar útreiðslur hjá fyritøkum, er avrokningin av MVG og gjaldsfreistin at rinda tollkreditt, longd. Hetta hevur styrkt um gjaldførið hjá vinnuni, og er væntandi ein av orsøkunum til, at vinnan ikki hevur eftirspurt meira fígging enn vanligt, hóast Covid-19 hevur gjørt um seg í Føroyum.

Eisini fíggjarstøðan hjá føroysku húsarhaldunum er sambært peningastovnunum góð; tey hava stór frívirði í sethúsunum og innlán í bankunum, og hava tí møguliga ikki stóran tørv á at læna pening.

Yvirskipað tykist føroyski búskapurin at vera sloppin væl ígjøgnum fyrsta umfarið av Covid-19. Húsarhaldini hava ikki biðið um skáa í størri mun, enn tey plaga, og størsti parturin av vinnuni hevur megnað at fóta sær við at nýta burturav egnari uppsparing og partvíst við at taka av tilboðnum um skáa frá bankunum. Enn eru útlitini tó óviss.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. november 2020

19 Leygardagur 28. november 2020

Hjálparpakki 2: Í alt fimm milliónir krónur vórðu goldnar í stuðli

126 fyritøkur fingu tilsamans 4.973.830 krónur í COVID-19 stuðli, vísir uppgerð hjá Taks

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Hjálparpakki 2, har fyritøkur kundu søkja um COVID 19-stuðul til fastar útreiðslur, er nú endaliga uppgjørdur. Samlaða stuðulsupphæddin gjørdist 4.973.830 krónur, sum vórðu býttar ímillum 126 fyritøkur.

Stuðulstíðarskeiðið var frá 1. apríl til 30. juni
Fyritøkur kundu søkja um stuðul til fastar útreiðslur, alt eftir hvussu nógv umsetningurin væntaðist at minka í stuðulstíðarskeiðnum. Væntaðist hann at minka 40-60%, var stuðulin helmingurin av føstu útreiðslunum. Væntaðist hann at minka 60-100%, var stuðulin tríggir fjórðingar av útreiðslunum.

Stuðulin varð útgoldin fyribils, og tá ið endaliga afturgongdin í umsetninginum var staðfest, bleiv mótroknað. Summar fyritøkur høvdu størri afturgongd enn væntað, og hesar kundu fáa meiri stuðul. Aðrar høvdu minni, og tær kundu koma í ta støðu at skula rinda stuðul aftur. Varð afturgongdin minni enn 40%, skuldi allur stuðulin rindast aftur.

Í fyrsta umfari vórðu 6.057.615 krónur útgoldnar
Eftir endaligu uppgerðina fingu 44 fyritøkur meiri stuðul, og 82 skuldu gjalda stuðul aftur, heilt ella lutvíst. Soleiðis gjørdist endaliga stuðulsupphæddin til tær 126 fyritøkurnar í alt 4.973.830 krónur.

Størsta stuðulsupphæddin var 240.000 krónur, sum var lógarhámarkið, hin minsta var 4.603 krónur.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. november 2020

20 Leygardagur 28. november 2020

Var ikki ecstasy men sjóverkstablettir

Tablettirnar, sum vórðu funnar í meginskúlanum í Sandoynni vóru sjóverkstablettir

(Mynd: Google Maps)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað var síðst í oktober, at tablettir, sum vórðu hildnar at vera ecstasy-tablettir, vórðu funnar í skúlagarðinum á Sandoyar Meginskúla.

Men nú er greitt, at talan var um sjóverkstablettir. Tað upplýsir Heri Andreassen, leiðari á kanningardeildini hjá løgregluni.

Tablettirnar vórðu fyrst kannaðar í Føroyum, og sambært tí úrslitinum var talan um ecstasy. Hetta er tó bara vegleiðandi, og tablettirnar vórðu tó sendar til Danmarkar at kannast nærri.

Har var staðfest, at tað vóru sjóverkstablettir.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. november 2020

21 Leygardagur 28. november 2020

– Vit hava skyldu til at varðveita føroyska rossið

Sjálvboðið arbeiði er orsøkin til, at vit í Føroyum enn hava serstaka føroyska rossaslagið. Men skulu rossunum vera lív lagað í framtíðini, mugu politisk átøk gerast, sigur Ingilín Didriksen Strøm í fyrispurningi til landsstýrismannin við umhvørvismálum

Ingilín Didriksen Strøm, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Føroyska rossið er sermerkt og finst bara her í Føroyum. Varðveitslan av føroyska rossinum hevur í nógv ár dúvað upp á sjálvboðið arbeiði, og tá farið varð undir at varðveita rossið vóru einans fimm ross á lívi. Í dag eru á leið 90 føroysk ross, harav 50 lívdjór. Skulu vit tryggja okkum, at stovnurin ikki doyr út, er neyðugt við 200 lívdjórum. Men tað eru ov fá, sum ala, tí avtakararnir eru ov fáir, og við tí alingini, sum er í dag, veksur innannøringin so mikið, at kjansurin fyri, at stovnurin um nøkur ár ikki kann geva avkom, er stórur, siga serkøn.

– Vit hava skyldu til at varðveita djórasløg, ið eru serføroysk, eisini føroyska rossið sigur Ingilín Didriksen Strøm.

Í fyrispurningi til Helga Abrahamsen, landsstýrismann við umhvørvismálum, vísir hon á, at Føroyar í 2010 tóku undir við altjóða sáttmálanum um lívfrøðiligt margfeldi (CBD sáttmálin), og at vit við hesum millum annað hava bundið okkum til at varðveita lívfrøðiliga margfeldið, ið bara finst í Føroyum.

Hon vísir eisini á, at í Føroyum eru nógv rossaáhugað og reiðfólk, ið nýta onnur ross enn føroysk, og at tað er skilligt, tí tað er ymiskt, hvat mann ynskir at brúka rossini til. Men hóast øll, sum kundu nýta føroysk ross, nýttu tey, so vóru tað framvegis ov fá til, at stovnurin varð bjargaður frá at doyggja út.

– Vit vita um onnur serføroysk djórasløg, eitt nú føroysku kúnna, ið eru útdeyð vegna vantandi átøk. IPBES metir í løtuni, at svinnið í lívfrøðiligum margfeldi gongur 100 til 1000 ferðir so skjótt, sum áður, vegna eitt nú dálking, veðurlagsbroytingar og menniskjaliga týning av búøki. Tann gongdin má vendast, og her heima mugu vit eitt nú bjarga føroyska rossinum. Tað kunnu vit m.a. gera við at skráseta og útflyta tey føroysku rossini, so áhugin fyri føroysku rossunum aðrastaðni kann hjálpa til við at tryggja rossastovnin, sigur Ingilín Didriksen Strøm og vónar, at landsstýrismaðurin tekur málið í størsta álvara.

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. november 2020

22
Leygardagur 28. november 2020

Greining: Fyrstu lastirnar bera kostnaðin og síðstu vinningin

Tað finst eingin perfekt fiskivinnuskipan. Um nakar roynir at fyrigykla tær annað, passar tað ikki.

Óli Samró
SkrivaÐ:

Óli Samró, stjóri, Fishfacts

“Fyrstu lastirnar bera kostnaðin og síðstu vinningin”, plagdi eldri reiðari at taka til. Hevur tú ikki nóg mikið av kvotu, ja, so ber ikki til at vinna pening, viðgekk reiðarin, sló armarnar út, og keypti síðani kvoturnar, hann fekk fatur á. Hann sá møguleikan, áðrenn hinir.

Fishfacts bjóðar slóðbrótandi loysnina, Fishfacts Analytics, til lyklapersónar í fiskivinnuni. Við talgilduskipanini kanst tú gera tínar egnu greiningar, t.d. samanbera feløg ella skipabólkar við onnur skip ella skipabólkar. Eisini ber til at samanbera reiðarí og feløg tvørturum lond og landamørk.

Greinin tekur støðið í pelagisku vinnuni í Føroyum, Norra og Danmark, har fíggjarligu avrikini hjá Eros A/S (Eros), Krossbrekka P/F (Finnur Fríði), og Rederiet Ruth A/S (Ruth, núverandi Slaatterøy) verða samanborin.

[object Object]Finnur Fríði (Mynd: Kiran Jóanesarson)

[object Object]Ruth, núverandi Slaatterøy (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

[object Object]Eros (Mynd: Ivan Reid)

Tá veiðirættindi hava alt at siga, ræður bara um at útvega sær fleiri, men tað er her stóra avbjóðingin liggur. Veiðirættindi kosta óendaliga nógvar pengar og eru trupul at fáa fatur á.

Í fíggjarligu greiningini av Eros, Finni Fríða og Ruth kemur týðiliga fram, hvussu ymisku fiskivinnuskipaninar ávirka fíggjarliga úrslitið og lønsemið.

Tað finst eingin perfekt fiskivinnuskipan. Um nakar roynir at fyrigykla tær annað, passar tað ikki. Allar hava ymiskar fyrimunir og vansar. Í botn og grund handlar tað um, hvønn tú spyr, tí áhugamálini eru ymisk.

Spyr tú politikarar í Norra, Føroyum ella Danmark er svari ymiskt frá politikara til politikara, tað veldst um politiskan lit, og ikki minst, hvar politikarin kemur frá. Ein politikari í Tromsø sigur eitt, í Sunmøre eitt annað, meðan politikarin í Oslo eitt triðja. Tað stutta av tí langa er, at tað finst ikki nøkur perfekt loysn. Fiskivinnan snýr seg bara um eitt: politikk, politikk og politikk. Ein fiskivinnuskipan er ikki biologi ella búskapur, men politikkur.

Eins, men kortini so ymisk
Fiskivinnan í Føroyum, Norra og Danmark hava nógv í felag. Skipini eru tey somu, skipari og manning eins dugnalig, fiskurin tann sami, og nógv tað mesta verður fiskað um somu tíð og á somu leiðum. Men so heldur líkskapurin uppat.

Fiskivinnan er hjartaslátturin undir føroyska búskapinum. Í Norra hevur fiskivinnan ófataliga stóran týdning fyri bygdirnar og býirnar “langs kysten”, men hon hevur lutfalsliga lítla týdning fyri norska búskapin. Sama er galdandi í Danmark, har fiskivinnan hevur stóran týdning fyri norðarpartin av Danmark (Skagen, Hanstholm, Hirtshals, Thyborøn v.m.), meðan hon hevur lítlan og ongan týdning fyri stórbýirnar Keypmannahavn og Aarhus.

Hetta sæst aftur í fiskivinnupolitikkinum. At fiskivinnan í Føroyum verður skipað ymiskt er skiljandi, tí hon hevur so stóran týdning. Men fiskivinnuskipanirnar í Danmark og Norra eru sum dagur og nátt.

Politikkur
Føroyska fiskivinnulóggávan leggur upp til, at fiskurin er fólksins ogn, men kvotur og fiskiloyvir eru umsetiligar. Hinvegin, tað finnast aðrar avmarkingar. Føroysku skipini sleppa ikki at landa frítt, tí fiskurin skal yvir um føroyskan kaikant. Tað finnast tó undantøk.

Endamálið er rakstur og effektivisering, og at skapa arbeiðspláss á landi í Føroyum. Av tí sama hava Føroyar samtykt tilfeingisgjald, ið skip skulu gjalda til landskassan fyri rættin at fiska.

Í Norra hevur tú aðra skipan, ið byggir meira á felagsskapin og fiskimannin, enn á vinnuliga sjónarmiðið. Eigarin skal vera fiskimaður, og kvoturnar hava ymiskar avmarkingar.

Fiskar tú makrel, sild ella annan uppsjóvarfisk skal fiskurin seljast umvegis Sildesalglaget, heldur enn at skip og virkir ordna tað sínámillum. Tí er lítið av vertikalari integratión í Norra, sum tú annars sær í Føroyum.

Í Norra er tilfeingisgjald ikki lagt afturat. Hinvegin eru nógv ymisk gjøld í Norra

Danska støðan er munandi øðrvísi, har eru nú umsetiligar kvotur. Frá ongari umsetiligheit varð danska skipanin broytt til at verða nærum frítt umsetilig við ávísum ásetingum um hámark. Úrslitið varð, at eftir fáum árum lækkaði talið av skipum og reiðarum úr fleiri hundra niður í nøkur fá reiðarí og skip. Í tí stóra og lønsama pelagiska bólkinum kunnu skipini teljast á tveimum hondum.

Raksturin er eisini ymiskur frá Norra. Strongu norsku krøvini í deltaker- og råfiskelógini eru ikki í Danmark. Tí er nógv størri partur av landingarvirðinum eftir til skip og reiðarí.

Eingin skipan er skeiv. Eingin skipan er røtt. Tað veldst bara um, hvat politikararnir vilja við fiskivinnuni.

Greining
Hvat hevur drúgvi inngangurin við lønsemi, profits margins og onnur fíggjarlig lyklatøl at gera, kanst tú spyrja.

Tað er sjálvasti grundvøllurin undir samanberingini. Áðrenn tú hyggur at fíggjarligu avrikunum, mást tú kenna fortreytirnar. Tær hava alstóran týdning fyri tølini.

Hetta sæst aftur í greiningin, ið tekur støðið í trimum pelagiskum reiðaríum:

• Eros A/S, Norra, (Eros)

• Krossbrekka P/F, Føroyar, (Finnur Fríði)

• Rederiet Ruth A/S, Danmark, (Ruth)

Greiningin er í norskum krónum fyri roknskaparárið 2019, tvs. talan er um gomlu Ruth, núverandi Slaatterøy, ið varð seld til K. Halstensen í januar 2020.
Felags fyri skipini er, at tey teljast millum teirra við virðismiklastu kvotunum í Norra, Føroyum og Danmark. Eros og norsku skipini við mestu kvotunum fiska um 20-30.000 tons um árið, meðan fiska donsku og føroysku skipini fiska mangan tvífalt so nógv.

Sjón fyri søgn
Eros og Rederiet Ruth hava hægri Profits Margins enn Krossbrekka.

[object Object]

Krossbrekka og Finnur Fríði eru partur av samtakinum, Varðin, ið eisini hevur skipini Gøtunes (ex Gitte Henning), Tróndur í Gøtu og Tummas T, umframt stóra pelagiska virkið, Varðin Pelagic. Samlaði eginpeningurin hjá samtakinum var meira enn 2 milliardir norskar krónur í 2019 (DKK 1.419.229, NOK 2.034.213).
Eros og Ruth eru hinvegin sjálvstøðugar eindir, ið kunnu landa, har tey vilja, og har tey fáa mest fyri fiskin. Í Norra og Danmark er pelagiska vinnan skipað við horisontalum bygnaði.

Ein annar stórur munur er at finna í fiskivinnulóggávuni. Seinnu árini er føroyska fiskivinnulóggávan broytt soleiðis, at Finnur Fríði og hini føroysku skipini ikki sleppa at landa uttanfyri Føroyar. Tí er kappingin um tilfeingið avmarkað.

At Finnur Fríði ikki sleppur at landa uttanfyri Føroyar er politikkur. Í fyrstu atløgu stórpolitikkur!

Áðrenn makrelstríðið í 2010 landaðu Finnur Fríði v.m. til norsk og útlendsk virki, men ES og Norra noktaðu teimum, aftaná at Føroyar ásettu sína makrelkvotu. Ístaðin vórðu risastórar íløgur gjørdar í móttøkukapasitetinum í Føroyum. Úrslitið er, at løgtingið hevur samtykt, at allur fiskur skal yvir um føroyskan kaikant.

Lyklatølini
Tá hugt verður nærri at reiðaríunum, sæst, at týðiligur munur er á kvotunum. Danska Ruth hevur størstu kvoturnar, størsta landingarvirðið og nógv størst “Profit margins”, meðan norska Eros hevur lutfalsliga nógv lægri kvotur og “Profit margins”. Í miðjuni er føroyska skipið, Finnur Fríði.

Við risastóra vinninginum hjá Ruth er Return on Equity (ROE) gott, hóast eginpeningurin er NOK 232,- mio. Hjá Eros er nærum ómøguligt at hava týðandi ROE. Eginpeningurin er heili NOK 432,- mio., og ársúrslitið er eisini gott.

[object Object]

Fyri at fáa størri vinning hevur Ruth keypt stórar og kostnaðarmiklar kvotur. Tí er skuldin sammett við eginpeningin fleirafalda av tí, Eros skyldar í mun til eginpeningin. Aftur her liggur Finnur Fríði í miðjuni.

Kvoturnar eru munandi minni hjá Eros. Tí ræður um at fáa sum mest burturúr hvørjum kiloi av fiski. Fiskiskapurin verður lagdur tilrættis eftir góðskuni, tvs. tá fiskurin er best, virkini gjalda mest, og bíligastur at fiska (styttri siglingartíð). Norsku skipini hava millum 100 og 150 fiskidagar, meðan donsku og føroysku eru í vinnu út við 300 dagar um árið. Tá sigur tað seg sjálvt, at norsk skip fáa sum oftast hægsta miðalprís fyri hvørt veitt kilo.

Finnur Fríði varð bygdur í 2003. Skipið er afturgoldið, og tá ið teir ikki hava tyngt skuldina við at byggja nýtt, er tað sjálvsagt, at meira liggur eftir. Eros A/S og Rederiet Ruth A/S hava harafturímóti gjørt íløgur í nýggj skip: Eros varð bygdur í 2012, meðan Ruth (núverandi Slaatterøy) varð bygdur í 2016. So kanst tú spyrja, hvussu tað ber til, at Ruth klárar seg frægari enn Eros.

Svarið finnur tú í kvotunum.

Ruth hevur nógv størri kvotur enn Eros. Um Eros kundi havt størri kvotur, høvdu teir uttan iva gjørt tað, men norska fiskivinnulógini forðar fyri óavmarkaðari strukturering og effektivisering. Undir núverandi lóggávu er trupult hjá Eros at fáa størri kvotu. Av tí sama tekur tað longri tíð, áðrenn teir forvinna íløguna aftur.

Vit kundu farið meira í dýpdina, men ístaðin fyri at endurtaka tað, sum stendur í talvunum, eru tær viðheftar í greinini.

[object Object]

[object Object]

Fishfacts Analytics - mítt lívsverk
Fishfacts Analytics er mítt lívsverk, sum nú verður talgildað og lættari atkomuligt. Hetta byggir á drúgvar royndir og vitan, eg havi savnað á yrkisleiðini sum ráðgevi seinastu tretivu árini, men tað er eisini umráðandi at fylgja við tíðini og menningini.

Umframt tekniskar detaljur um fiskiskip, eigarar, kvotur og veiðu kanst tú á lættan og einfaldan hátt síggja roknskapir og lyklatøl fyri fiskivinnurnar í Íslandi, Grønlandi, Føroyum, Norra, Danmark og Svøríki. Tú kanst sjálvir velja gjaldoyra, samanbera feløg í einum landi, millum lond, ella eftir fiskiskapi, t.d. hvussu klára pelagisku feløgini seg í Føroyum sammett við tey í Norra ella Danmark. Ella hvussu klára frystitrolararnir seg í Norra samanborið við Grønlandi og Íslandi.

----

 

[object Object]

Um Óla Samró
Óli Samró er kendur sum viðmerkjari í norska blaðnum, Norsk Fiskerinæring, ráðgevi og rithøvundur.

Í 2016 gav hann út bókina, “Fiskiskapur – fjølbroyttar ásetingar”, har tú fær innlit í, hvussu fiskivinnuskipanirnar í heiminum verða skrúvaðar saman. Bókin kom út á norskum og íslendskum í 2017. Hann hevur verið ráðgevi hjá størstu reiðaríunum og bankunum í Evropa, umframt ráðgevi hjá fleiri fiskimálaráðharrum. Hann hevur virkað og arbeitt í meira enn 40 londum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. november 2020

23 Leygardagur 28. november 2020

Smoltstøðin á Glyvradali útbyggjast við 13.000 rúmmetrum

Sáttmáli er undirskrivaður, arbeiðið byrjar í februar, og verður væntandi liðugt í mars 2023

Regin Jacobsen, forstjóri í Bakkafrost, og Robert Hundstad, stjóri í Nofitech, skriva undir sáttmála
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Bakkafrost fremur stórar íløgur í útbygging av smoltstøðum. Hetta er partur av felagsins strategi at ala laksin longur á landi. Málið er at náa eina miðalvekt á 500 gram og stytta vakstrartíðina á sjónum niður í 12 mánaðir í 2022.

Sum liður í hesi tilgongd er avtala nú gjørd um útbygging av smoltstøðini á Glyvradali í Eysturoynni.

Støðin skal byggjast út við 13.000 rúmmetrum, og kemur smoltstøðin á Glyvradali í framtíðini at framleiða 4 milliónir smolt um árið. Núverandi karrúmdin er umleið 1.500 rúmmetrum, og harvið er talan um ógvuliga stóra útbygging.

Fyrr í ár varð hol sett á arbeiðið at gera lendið byggiklárt, og hósdagin í farnu viku varð sáttmáli undirskrivaður við Nofitech, ið skal standa á odda fyri byggingini. Verkætlanin fevnir um útbygging við trimum nýggjum hallum, og byrjar hetta arbeiðið í februar 2021. Útbyggingin verður væntandi liðug í mars 2023.

Bakkafrost hevur seinastu árini gjørt stórar íløgur á smoltøkinum, og felagið er farið undir útbygging av smoltstøðunum á Viðareiði og á Norðtoftum. Arbeiðið á Viðareiði fór í gongd fyri tveimum vikum síðani, og á Norðtoftum er liðugt planerað.

Tá útbyggingarnar av smoltstøðunum á Norðtoftum og á Glyvradali standa lidnar, fara hesar báðar tilsamans at hava eitt rúmføri á stødd við smoltstøðina norðuri á Strond, sum er umleið 30.000 rúmmetrar.

Niðanfyri síggjast myndir av útgrevstrinum á Glyvradali og av nýggju smoltstøðini, sum hon fer at síggja út á vári 2023.

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. november 2020

24
Leygardagur 28. november 2020

Altjóða herðaklapp til Bakkafrost

Kosin triðbesti proteinframleiðari í heiminum innan burðardygd

(Mynd: Bakkafrost)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Í farnu viku kunngjørdi íleggjarasamtakið Coller FAIRR nýggja frágreiðing, har stóru proteinframleiðararnir í heiminum verða mettir í mun til burðardygt virksemi.

Meting er gjørd av 60 stórum proteinframleiðarum kring heimin, ið tilsamans hava eitt virði á 338 milliardir dollarar. Feløgini verða mett við støði í tíggju ymiskum økjum innan umhvørvi, sosial- og leiðsluviðurskifti, millum annað útlát av vakstrarhúsgassum, nýtsla av heilivági í framleiðsluni og arbeiðsumstøður.

Bakkafrost er í top 3 í frágreiðingini fyri 2020, og Bakkafrost er samstundis eitt av bert trimum feløgum, sum verða mett sum feløg við lágum váðastøði at gera íløgu í.

- Vit eru sera væl nøgd við at verða viðurkend sum ein tann mest burðardyggi proteinframleiðarin í heiminum. Menning og vøkstur gjøgnum burðardygd hevur hægstu raðfesting hjá okkum. Vit miða eftir at framleiða sunnan og føðslugóðan laks til heimsins vaksandi fólkatali gjøgnum burðardygt virksemi við størstu virðing fyri okkara umhvørvið, sigur Regin Jacobsen, stjóri.

Í seinastu frágreiðingini um burðardygd hevur Bakkafrost bundið seg til at minka um útlátið av vakstrarhúsgassum niður í helvt áðrenn 2030. Seinastu árini hevur Bakkafrost miðvíst broytt mannagongdirnar í alingini til tess at minka um útlátið.

- Vit seta áhaldandi nýggj átøk í verk til tess at minka um okkara árin á umhvørvið. Við at hava alla virðisketuna, frá fóðri til lidna vøru, hava vit fult ræði á framleiðsluni, og tí hevur Bakkafrost ein upplagdan møguleika at framleiða sunna matvøru á ein burðardyggan og ábyrgdarfullan hátt, sigur Tordis Poulsen, ið er leiðari fyri burðardygd hjá Bakkafrost.

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. november 2020

25
Leygardagur 28. november 2020

Fer nú við triðja Kambi

- Eg eri spentur at fara við hesum Kambi, sum er væl størri enn tann gamli og so koma vit at draga línuna upp gjøgnum botnin, sigur garvaði línumaðurin, Hilmar Djurhuus

Hilmar Djurhuus (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)
SkrivaÐ:

Føroyska Sjómansmissiónin

- Eg fór umborð á fyrsta Kamb, sum var fyrrverandi Jógvan á Gørðinum í 1984 eftir at hava siglt við Mascot í sjey ár. Eg var so við tí Kambi til 1991, tá hann varð seldur. Síðani var eg við ymiskum skipum, til eg í 1996 fór við Strandingi og var við honum til 2007, tá eg fór umborð á fyrrverandi Kamb, sum nú eitur Vesturhavið. Nú er so triði Kambur komin, so kanska eg skal royna hendan eisini.

Tað sigur garvaði línumaðurin, Hilmar Djurhuus, á Strondum.

- Eg havi siglt í nógv ár hjá reiðarínum M/S Kambur, og havi trivist har. Eg verði 65 ár næstu ferð, eg havi føðingardag, og trygdarskeiðið gongur út um eitt ár, so nú fáa vit at síggja, hvussu drúgvur eg verði afturat, sigur hann.

Stórar broytingar hava verið hjá línuflotanum hesi árini. Fyrsta stóra broytingin var frá at egna við hond, til egningamaskinan kom.

[object Object](Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

- Tað var strævið at byrja við, til menn vandust við hana. Stór broyting var eisini, tá svøvlar komu á húkarnar, og vit sluppu frá nógvu snúningunum á teymunum, og nógv færri teymar slitnaðu. Fyrstu tíðina við egningamaskinu, vóru vit ofta fýra og fimm mans í skúrinum til at knýta teymar í og rætta húkar, til vit nú hava ein mann í skúrinum, sum ornar alt, greiðir Hilmar Djurhuus frá.

- Eg eri spentur at fara við hesum Kambi, sum er væl størri enn tann gamli og so koma vit at draga línuna upp gjøgnum botnin. Eg havi ikki verið við skipi við dragibrunni, so tað gleði eg meg til at royna. Tað verður óivað løgið ikki at skula lata seg væl í fyri at standa í sjóroki við rulluna, men arbeiða hvítklæddur inni,- sigur Hilmar Djurhuus brosandi.

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. november 2020

26
Leygardagur 28. november 2020

Gøtunes fer nú aftur til fiskiskap

Uppsjóvarskipið hevur seinastu tíðina verið í dokk á Skála

Mynd: Kiran Jóanesarson
SkrivaÐ:

Kiran Jóanesarson

Uppsjóvarskipið Gøtunes er nú farið aftur til fiskiskap.

Seinastu tíðina hevur størsta og nýggjasta uppsjóvarskipið í flotanum, Gøtunes, verið í dokk á Skála, har ymiskt viðlíkahald er gjørt við skipið.

Gøtunes hevur gjørt nakrar svartkjaftatúrar áðrenn teir fóru í dokkina, har skipið millum annað hevur fingið skift sink og smurt botnin, umframt at annað viðlíkahaldsarbeiði er gjørt.

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. november 2020

27
Leygardagur 28. november 2020

Christian í Grótinum seldur til Grønlands

Christian í Grótinum skal handast nýggju eigarunum 1. december

(Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)
SkrivaÐ:

Kiran Jóanesarson

Framleiðsluskipið Christian í Grótinum er selt til eitt felag í Grønlandi.

- Ja, Christian í Grótinum er seldur til eitt felag í Grønlandi, og skal handast nýggju eigarunum 1. december, sigur Bogi Rasmussen, sum er skipari á Christian í Grótinum, og ein av eigarunum.

Talan er um eina sølu, sum hevur verið leingi ávegis, men endaligi sáttmálin bleiv nokkso knappliga undirskrivaður.

- Tað gekk nokkso skjótt móti endanum, men keypararnir hava havt áhugað í skipinum, síðan teir seldu Tasiilaq, og tað er hetta skipið, sum Christian í Grótinum skal avloysa.

Spurdur um hvat teir gera meðan teir bíða eftir nýggja Christian í Grótinum, sigur Bogi Rasmussen, at møguleikarnir eru nógvir.

- Nú hava vit akkurát selt skipið, og nú hava vit eitt ár til nýggja skipið kemur, men tað er nokk eingin loyna at vit mugu útvega okkum eitt annað skip meðan vit bíða, av tí at Norðborg ikki klárar at fiska kvotunar hjá Christian í Grótinum eisini, sigur Bogi Rasmussen.

Reiðaríið hevur eyguni eftir at finna eitt fyribils skip at fiska kvoturnar, men enn er eingin støða tikin, og tað hendir einki næstu vikuna, sigur Bogi Rasmussen.

Spurdur um søluprísin, sigur Bogi, at hann fer ikki at upplýsa nakran søluprís, og vil heldur ikki siga, um talið líkist teimum 130 milliónunum, sum skipið hevur staði á sølulista fyri.

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. november 2020

28
Leygardagur 28. november 2020

Brúarfoss á Havnini á fyrsta sinni

Síðsta av trimum systirskipum, sum eru í samsigling við Royal Arctic Line

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Í lýsingini mánamorguninmorgun kom Brúarfoss á Havnina. Brúarfoss er systirskip hjá Dettifoss og Tukuma Arctica.

Síðstnevnda skipið, Tukuma Arctica, varð nógv umrøtt seinasta vikuskiftið, tí skipið sleit í illveðrinum klokkan hálvgun eitt leygarnáttina.

Skipini eru 2150 TEU til støddar, og eru bygd í Kina. Brúarfoss er tað seinasta av skipunum, sum verður sett í sigling.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. november 2020

29 Leygardagur 28. november 2020

600.000 frá Fólkatinginum til nýggjan buss

Trivnaðargrunnurin fyri sjúklingahotellið í Keypmannahavn fær nú pening at keypa nýggjan buss fyri

Gamli Sóljubussurin
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Eftir umbøn frá Edmundi Joensen, fólkatingslimi hjá Sambandsflokkinum, eru 600.000 krónur játtaðar á tiltaksgoymsluni innan sosial-, heilsu-, og arbeiðsmarknaðarøkið 2021, vanliga nevnd satspuljan, til nýggjan buss til Trivnaðargrunnin fyri sjúklingahotellið Tórshavn í Keypmannahavn.

Trivnaðargrunnurin fyri sjúklingahotellið Tórshavn kann nú keypa ein nýggjan buss til sjálvbodna koyring av sjúklingum og avvarðandi, sum tey leingi hava ynskt sær. Tað er greitt, eftir at 600.000 krónur eru játtaðar til bussin av tiltaksgoymsluni innan sosial-, heilsu-, og arbeiðsmarknaðarøkið, vanliga nevnd satspuljan.

- Tað er eingin ivi um, at Trivnaðargrunnurin ger eitt megnar arbeiðið fyri sjúklingar og avvarðandi á Sjúklingahotellinum Tórshavn. Eg eri tí sera glaður um, at allir flokkar á Folkatingi hava verið jaligir mótvegis okkara uppskoti og hava valt at ganga ynskinum á møti. Við teimum 600.000 krónunum, ið eru játtaðar, kann Trivnaðargrunnurin keypa ein nýggjan buss og framvegis gera gerandisdagin á sjúklingahotellinum eitt sindur lættari hjá teimum ið búgva har, sigur Edmund Joensen.

Trivnaðargrunnurin hevur í mong ár gjørt sjálvboðið arbeiði fyri sjúklingar og avvarðandi, sum í longri ella stytri tíð eru í sjúkraørindum í Danmark og búgva á Sjúklingahotellinum Tórshavn í Keypmannahavn. Trivnaðargrunnurin er mannaður av eldsálum, sum brúka ein stóran part av síni frítíð til at hjálpa og økja um trivnaðin hjá føroyingum, sum eru í einari torførari støðu og langt burturi heimanifrá trygga umhvørvinum í Føroyum.

Hendan tilbúgvingin hevur ómetaliga stórt virði fyri tey, ið búgva á sjúklingahotellinum, og ein partur av hesi tilbúgvingini eru ókeypis útferðir við Sóljubussinum, sum bussurin hjá grunninum eitur. Hesar útferðir eru til stóra gleði fyri sjúklingar og avvarðandi, tá gerandisdagurin á sjúklingahotellinum gerst eintáttaður.

Sóljubussurin er tó niðurslitin, og Trivnaðargrunnurin hevur tí leingi ynskt sær, og savnað pening inn, til ein nýggjan buss við allari neyðugari útgerð. Ein nýggjur bussur kostar á leið 1,3 mió. kr., og grunnurin hevur sjálvur savnað inn 700.000 kr.

Við játtanini hjá Fólkatinginum verður nú møguligt hjá Trivnaðargrunninum at keypa ein nýggjan Sóljubuss, ið framyvir eisini kemur at gleða nógvar føroyingar og vónandi lætta um eina tunga støðu.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. november 2020

30 Leygardagur 28. november 2020

Skoytibreyt í fullari stødd á niðara vølli í Gundadali

Hon verður í krókinum móti B36-húsinum, og arbeiði er byrjað. Har er nøktandi streymur, og staðsetingin hevur ikki avleiðingar fyri ferðslu, grannar ella onnur

Í samráð við HB og B36 er tryggjað, at skoytibreytin ikki ávirkar teirra virksemi (Mynd: Tórshavnar kommuna)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tórshavnar kommuna boðaði fyrr í vikuni frá, at nú kunnu børnini gleða seg til, at skoytibreyt í fullari stødd verður løgd á niðara vøll í Gundadali.

Tað hevur verið nógv tosað um staðsetanina av skoytibreytini. Nú er greitt, at hon verður í krókinum móti B36-húsinum. Hetta gevur møguleika at hava skoytibreytina í fullari stødd -  tað vil siga umleið 30 ferðir 25 metrar.

Á vøllinum er nøktandi streymur og staðsetingin hevur ikki avleiðingar fyri ferðslu, grannar ella onnur. Í samráð við HB og B36 er tryggjað, at skoytibreytin ikki ávirkar teirra virksemi, skrivar kommunan.

Arbeiðið at leggja breytina er byrjaði týsdagin. Niðari vøllur skal skiftast til várs – peningur er játtaður í 2021 til hetta arbeiðið.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. november 2020

31 Leygardagur 28. november 2020

Hevur lisið søgur fyri teimum eldru í 25 ár

Vesturstova í Fuglafirði skipaði fyri fráfaringarhaldi fyri Judith Olsen, sum fyri 25 árum síðani byrjaði sum vitjanarvinur, og síðani fór at lesa søgur fyri øllum búfólkunum á sambýlinum

Mynd: Eysturkommuna
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Herfyri skipaði eldrasambýlið Vesturstova í Fuglafirði fyri fráfaringarhaldi fyri Judith Olsen, sum seinastu 25 árini hevur lisið søgur fyri teimum eldru á sambýlinum.

Judith byrjaði við at gerast vitjunarvinur hjá einari eldri konu, og tá hendan flutti á táverandi Oluffustovu, helt Judith fram við at vitja. Hetta víðkaðist tá til, at hon ikki bert vitjaði ta einu konuna, men byrjaði at lesa søgur fyri øllum, sum búðu har.

Vesturstova lat upp í 1999, og fasti vikuligi tátturin hjá Judith at lesa søgur flutti við.

Spurd um, hvat fekk Judith fyrst at gerast vitjunarvin og síðani regluliga at vitja og lesa søgur fyri teimum eldru, svaraði hon, at henni dámdi sera væl at koma og lesa fyri teimum eldru, tí hon sá, at hetta frøddi tey, og føldist hetta ongantíð sum ein byrða men sum ein gleði.

Hendan siðvenjan, saman við øðrum siðvenjum, har samkomur koma inn á eldrasambýlini at hava andaktir og borgarar koma inn at vitja, at spæla kort v.m., eru sera gevandi og meiningsfullar fyri okkara eldru, sigur Nánd, sum er eldrasamstarvið hjá Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu.

Vesturstova skipaði herfyri fyri einum fráfaringarhaldi fyri Judith við ábiti, felagssangi og røðum – frá fyrrverandi starvsfelaga/starvsfólk, leiðara og Judith sjálvari.

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. november 2020

32 Leygardagur 28. november 2020

Tórshavnar kommuna bjóðar út øki til bygging av sethúsum og íbúðum

Miðhorn liggur millum býlingin Norðasta Horn við sethúsum og býlingin Millum Horna við íbúðum og sethúsum

Mynd: Tórshavnar kommuna
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Tørvurin á bústøðum er stórur í høvuðsstaðarkommununi, og tí bjóðar Tórshavnar kommunu nú út eitt grundøki á Miðhorn til at gera leiguíbúðir, umframt eitt grundøki til útskykking til sethús ella raðhús.

Talan er um 7.000 fermetrar at stykkja út til sethús ella raðhús og aðrar 5.700 fermetrar til at byggja og umsita leiguíbúðir.

[object Object](Mynd: Tórshavnar kommuna)

Økið Miðhorn liggur millum býlingin á Norðasta Horni, við sethúsum og býlingin Millum Horna, við íbúðum og sethúsum.

Útsykkingin á Miðhorn verður sostatt bindilið millum báðar býlingarnar. Tilboð skulu latast kommununi í seinasta lagi 4. desember.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. november 2020

33 Leygardagur 28. november 2020

Runavíkar kommuna: Skattaprosentið lækkar komandi ár

Skatturin fer úr 21,75 niður í 21,5 prosent – Sambært fíggjarætlaninini fyri 2021, sum Runavíkar býráð samtykti hóskvøldið, verður skuldin hjá kommununi niðurgoldin við 6,8 milliónum, og eingi nýggj lán verða upptikin

(Mynd: Ólavur Frederiksen)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Um ársskiftið lækkar skatturin í Runavíkar kommunu úr 21,75 niður í 21,5 prosent. Spjaldrið, sum er ætlað ungdóminum úr seks til 18 ár, hækkar úr 2.000 upp í 2.500 krónur, og kostnaðurin fyri barnaansing fer niður í helvt. Hetta merkir, at goldið verður fult gjald fyri fyrsta barnið, hálvt gjald fyri annað barnið, og einki fyri triðja barnið.

Á almennum býráðsfundi hóskvøldið varð fíggjarætlanin hjá kommununi fyri 2021 endaliga og einmælt samtykt, og javnvigar hon við 236 milliónum krónum.

Eftir ætlan verður skuldin niðurgoldin við 6,8 milliónum krónum, og eingi nýggj lán verða upptikin í komandi árinum. Raksturin hækkar eisini við 3,9 prosentum, og hetta er í mestan mun ein avleiðing av stórum fólkavøkstri, sigur Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu.

Í løtuni svarar nettoskuldin hjá Runavíkar kommunu til 35 prosent av einari álíkning, og roknað verður við, at hon liggur um 40 prosent av einari álíkning um ársskiftið 2020/2021.

Runavíkar kommuna ætlar at gera íløgur fyri 56,5 milliónir krónur komandi árið. Millum tær eru keyp av gróti, umbyggingar á Røktar- og Ellisheiminum í Runavík, spælipláss á Skála, og vetrarfriðing í Elduvík.

– Runavíkar býráð hevur valt at reka kommununa í 2021 innanvert egna fíggjarliga megi og uppdrift, soleiðis, at neyðugt verður ikki at taka upp lán í næsta fíggjarári – um alt gongst sum fíggjarætlað er. Tað ber ikki til at taka lán til rakstur, heimildir eru ikki fyri hesum, men kommunan ætlar heldur ikki at læna pening til íløgur í 2021 – harafturímóti er ætlanin at gjalda niður av skuldini, sigur Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. november 2020

34 Leygardagur 28. november 2020

Fiskastykkið gerst livandi aftur

Fiskastykkið Yviri við Strond verður nú umvælt og søgan um einasta heila fiskastykki, sum er eftir í Havnini, verður gjørd atkomulig fyri øllum.

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Fiskastykkið verður í dagligari talu nevnt Fiskastykkið hjá Johannes í Stórustovu. Søguliga kann sigast, at tey helst eru farin at turka fisk á fiskastykkinum í seinnu helvt av 1920-árunum ella kanska fyrst í1930-árunum.

Her bleiv fiskur hagreiddur og virkaður á stykkinum og fluttur til Suðurevropa. Størsti marknaðurin fyri klippfiski úr Føroyum var Spania, og virksemið helt uppat undir borgarakrígnum í Spania 1936-39.

Fiskastykkini vórðu staðsett soleiðis, at sólargangurin var góður, at vindurin turkaði fiskin væl, og so skuldi tað eisini vera lætt at koma framat. Steinar vórðu lagdir við frástøðu hvør til annan, og á henda hátt vóru umstøðurnar góðar at turka fiskin, sum bleiv breiddur út á Fiskastykkið.

Einki virksemi hevur verið á økinum í nógv ár, somuleiðis hevur einki viðlíkahald verið. Hetta sæst aftur.

[object Object]

Málið um at varðveita Fiskastykkið varð reist politiskt í 1992. Tá varð økið skrásett, og ein ítøkilig ætlan varð gjørd um at hampa økið og harnæst at varðveita Fiskastykkið. Mett varð frá einum frílendissjónarmiði, at økið av Skansanum – ella Eystfalsskeri og niðan á Boðanes – átti at fatast sum ein heild, og er Fiskastykkið yviri á Tórgarði áhugavert og hevur sjálvsagdan søguligan týdning. Málið varð samtykt í mentamálanevndini í 1995, men steðgaði har.

Málið varð tikið uppaftur, og Í desember 2017 varð samtykt at farast skuldi undir at rudda Fiskastykkið og at fáa gjørt økið til eitt uppihaldsstað og um somu leið geva hesum týðandi tíðarskeiði í føroyskari søgu rúmd í høvuðsstaðnum.

[object Object]
Eyðun Eliassen, arkitektur, og Marin Katrina Frýdal, forkvinna í byggi- og býarskipanarnevndini í Tórshavnar kommunu


Uppskotið byggir á ta meginreglu, at vit skulu virða tað søguliga og samstundis tora at tillaga tað til nútíðina og framtíðina. Nýtt virksemi, sum beinleiðis byggir á upprunaliga virksemið, kann kveikja nýtt lív í hetta øki í býnum. Hetta arbeiðið verður samskipað við Tjóðsavnið.

Fyrsta stig í arbeiðinum er nú byrjað. Hetta fyrsta stigið fatar um at gera eina gøtu, ið verður skorin inn í lendið frá vegnum Yviri við Strond inn til eitt innvik, ið verður felt niður í Fiskastykkið og verður uppihaldsstað. Her kunnu øll uppliva Fiskastykkið og søguna um Fiskastykkið á sumri 2021, tá ið arbeiðið, sum nú verður gjørt, er liðugt.

[object Object]

Í farnu viku var ástaðarfundur á Fiskastykkinum, har Eyðun Eliasen, arkitektur, Sjúrður Jacobæus, stjóri í Hjálpirót, Barbara Mikkelsen, byggifrøðingur hjá Tórshavnar kommunu og Marin Katrina Frýdal, forkvinna í byggi- og býarskipanarnevndini, umrøddu arbeiðið á Fiskastykkinum, sum nú er byrjað.

At umvæla og miðla søguna um Fiskastykkið Yviri við Strond er partur av yvirskipaðu ætlanini at gera gøtu kring Havnina við ymiskum eyðkennum og náttúruupplivingum fram við bygdum øki. Partur av ætlanini er eisini gøtan fram við Sandá, sum varð liðug í vár, gøtan í Villingardali, sum verður gjørd nú, umframt ein stutt royndargøta Yviri við Strond undir kampingplássinum, sum verður gjørd í vetur.

Seinni er eisini ætlan at gera útsýnisstað á Bukkvald. Týdningarmikil partur í fyrireikingunum til verkætlanina er uppmátingar og náttúruskrásetingar í økinum. Fiskastykkið er parturin av hesi langtíðarætlan   

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. november 2020

35 Leygardagur 28. november 2020

Harry og Meghan mistu eitt barn í summar

– At missa eitt barn er at bera eina næstan ótolandi sorg, sum so nógv hava upplivað men fá tosa um, sigur 39 ára gamla Meghan, sum greiðir frá hendingini í einari klummu í The New York Times

(Savnsmynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Harry prinsur og hertogafrúan Meghan mistu eitt barn í summar. Tað avdúkar Meghan sjálv í klummu í amerikanska miðlinum The New York Times.

– Eg visti, meðan eg helt um mítt fyrstafødda barn, at eg misti mítt næsta, skrivar hon í klummuni, sum snýr seg um at missa. Søgan hevur longu vakt ans kring heimin.

Tað var í juli, meðan Meghan var í ferð við at skifta sonin Archie, sum tá var um 14-15 mánaðir, at hon brádliga føldi eina ógvusliga pínu í búkinum. Pínan var so ógvuslig, at hon datt niður á gólv við soninum í ørmunum. Nakrar fáar tímar seinni lá hon á sjúkrahúsinum.

– At missa eitt barn er at bera eina næstan ótolandi sorg, sum so nógv hava upplivað men fá tosa um, sigur 39 ára gamla Meghan, sum undirstrikar týdningin av at spyrja fólk, hvussu tey hava tað – um tey eru okay.

– Hetta árið hevur lagt stórt trýst á nógv, skrivar hon.

Sambært TV2 nevnir hon einki um, hvussu langt hon var komin, tá hon misti barnið. Sonur Harry og Meghan, Archie, varð føddur 6. mai í 2019. Tey trý fluttu til USA fyrst í hesum árinum, eftir at tey høvdu tikið avgerð um at gevastsum framtraðkandi limir í bretska kongshúsinum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. november 2020

36 Leygardagur 28. november 2020

Joe Biden fær loyvi at byrja yvirtøkuna í Washington

Almennur stovnurin, GSA, hevur givið honum loyvi at fara undir at seta síni egnu fólk í umsitingina í høvuðsstaðnum

(Savnsmynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Joe Biden kann nú formelt fara undir tilgongdina at taka yvir forsetaembætið í USA og fáa sína umsiting upp á pláss eftir sigurin á valinum 3. november.

Tað liggur fast, eftir at stovnurin, ið kallast General Service Administration, GSA, í einum brævi mánadagin ásannar, at demokraturin Biden vann valið. Harvið sigur GSA eisini gott fyri, at Joe Biden kann fara í gongd við at seta síni egnu fólk í stjórnarskrivstovurnar í Washington.

Sitandi forseti, republikanarin Donald Trump, hevur enn ikki viðurkent, at hann tapti valið, og roynir framvegis at ógilda valúrslitini í fleiri av teimum statunum, hann tapti.

Tí hevur GSA higartil ikki latið pengarnar, sum skulu til fyri at embætisverkið kann koma upp á pláss.

Men tað hendir nú, eftir at leiðarin í GSA, Emily Murphy, í brævinum viðgongur, at Biden sær út til at hava vunnið forsetavalið.

Brævið frá GSA varð sent stutt eftir, at staturin Michigan váttaði, at Joe Biden hevði fingið flest atkvøður á valinum har. Sostatt tapti Trump enn eina roynd at ógilda úrslitið av valinum, skrivar Ritzau.

Trump hevur eftir øllum at døma góðtikið at GSA nú skrivar til Biden.

Í einum uppslagi á Twitter heitti forsetin á Emily Murphy og hennara fólk um at gera tað, ið er best fyri at seta tilgongdina í verk.

- Eg vil fegin takka Emily Murphy í GSA fyri hennara trúfasta arbeiði og trúskapin mótvegis okkara landi. Hon er niðurgjørd, hótt og misnýtt – og eg ynski ikki at slíkt skal henda fyri hana, familju hennara ella starvsfólk á GSA, skrivaði Trump uttan at koma nærri inn á, hvat hann sipar til.

- Okkara mál er enn tað sama. Vit fara at halda fram við stríðnum, og eg trúgvi, at vit fara at sigra. Hóast tað – og fyri landsins besta – mæli eg til, at Emily og hennara fólk gera, tað, ið gerast skal viðvíkjandi siðareglunum, og eg havi biðið míni fólk um at gera tað sama, skrivar Trump.

Trump hevur, síðan fleiri miðlar staðfestu, at Joe Biden vann valið, sagt, at valsvik fór fram í fleiri av statunum, har úrslitið koppaði til fyrimuns fyri Biden.

Joe Biden tekur við forsetaembætinum 20. januar.

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. november 2020

37 Leygardagur 28. november 2020

Kina sendir rakett upp á mánan

Endamálið er at senda tilfar aftur til jørðina - ætlanin er at senda fólk á mánan í 2022

Kinesiska rúmdarrakettin varð send út av Hainan mánadagin (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Kina hevur sent út rúmdarrakettina Chang’e-5, sum skal heinta steinar av mánanum. Rakettin varð send út frá rúmdarstøðini á oynni Hainan.

Hetta er fyrsta ferðin í yvir 40 ár, at eitt rúmdarfar skal heinta tilfar av mánanum. Um ferðin eydnast, gerst Kina sostatt triðja landið eftir USA og Sovjetsamveldið í 1960’unum og 70’unum, sum fremja slíka ferð.

Mánafarið fekk navnið Chang’e-5 eftir eini søguligari kinesiskari mánagudinnu. Chang’e-5 varð skotin út við rakettini við navninum Langi marchurin 5. Fleiri túsund fólk fylgdu við, tá rakettin varð skotin út frá tropisku oynni Hainan sunnast í Kina.

Tað er herurin, ið stendur fyri kinesisku rúmdarætlanini. Í fjør lendi mánafarið Chang’e-4 á skuggasíðuni á mánanum.

Málið hjá Kina er í 2022 at kunna senda út eitt mannað rúmdarfar til mánan. Í Kina ferða rúmdarfarar kallaðir fyri taikonautar. Fyri at hetta skal eydnast, skal ein enn sterkari rakett framleiðast.

Endamálið hjá Chang’e-5 er at savna tilfar og steinar fyri at fáa meira at vita, hvussu mánin varð til. Tilsamans tvey kilo skulu savnast í økinum á mánanum, ið kallast Oceanus Procellarum – stormanna hav.

Tilfarið, ið savnað verður, verður skotið aftur til jarðar í einum hylki, sum eftir ætlan lendir í Innara Mongolia í desember, skrivar Reuters.

Kina hevur fyrr gjørt tvær væleydnaðar lendingar á mánanum. Í 2013 og í januar í fjør.

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. november 2020

38 Leygardagur 28. november 2020

Heimurin næstan vanligur aftur í 2021

Líkindini fyri, at vit venda aftur til okkurt, sum líkist einari vanligari støðu, eru góð, sigur serfrøðingur hjá WHO, tó fer virusið ikki at hvørva, hóast eitt koppingarevni kemur á marknaðin

– Eg haldi tað er rættiliga, rættiliga sannlíkt, at vit venda aftur til tað lívið, sum vit kenna, sigur Mike Ryan (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Líkindini fyri, at heimurin einaferð komandi ár fer at venda aftur til okkurt, sum líkist  einari vanligari støðu, eru sera góð. Tað sigur Mike Ryan, ovasti kreppuserfrøðingurin hjá Heimsheilsustovninum, WHO.

– Eg haldi tað er rættiliga, rættiliga sannlíkt, at vit venda aftur til tað lívið, sum vit kenna, men vit verða enn noydd at hava gott reinføri og frástøðu, sigur hann í samrøðu við írska miðilin RTE.

Hendan útsøgnin kemur í kjalarvørrinum á tíðindini um, at eitt koppingarevni móti covid-19 kann verða klárt áðrenn ársskiftið. Men tað at eitt koppingarevni kemur á marknaðin merkir ikki, at nýggja koronavirusið fer at hvørva. Men kemur koppingarevnið afturat teimum tiltøkunum, sum nú eru í verk, fáa vit fleiri møguleikar fyri at venda gongdini, sleppa undan afturlatingum og steðga farsóttini.

Mike Ryan sigur eisini, at øll framvegis eiga at fylgja tey tilmæli, sum eru, á jólum.

Sambært Ritzau eru fleiri enn 60 milliónir fólk nú staðfest positiv fyri covid-19 í heiminum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. november 2020

39 Leygardagur 28. november 2020

Svenska kongshúsið rakt av covid-19

Prinsahjúnini Carl Philip og Sofia hava fingið staðfest koronasmittu

(Savnsmynd: kungahuset.se)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

41 ára gamli Carl Philip prinsur og og 35 ára gamla Sofia prinsessa av Svøríki, hava bæði fingið staðfest covid-19. Tað boðaði svenska kongshúsið frá í eini fráboðan hósdagin.

Prinsahjúnini fóru sjálvboðin í sóttarhald í gjár eftir at illgruni var um smittuna. Hósdagin kom so úrslitið av royndunum.

Kongshúsið skrivar, at Carl Philip og Sofia bert hava veik sjúkueyðkenni, og at tey hava tað gott eftir umstøðunum. Tey sita í sóttarhaldi í egna heimi teirra í Djurgården.

Eisini teir báðir synirnir, fýra ára gamli Alexander og trý ára gamli Gabriel, eru í sóttarhaldi.

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. november 2020

40 Leygardagur 28. november 2020

Eli Smith sniðgivið kærleikskúluna 2020

Ruth Thomsen, ráðgevi í Sjóndeplinum og forkvinna í Blindafelagnum, fekk fyrstu kærleikskúluna – Nýggja kærleikskúlan varð avdúkað á Listasavn Føroya í dag

Soleiðis sær kærleikskúlan 2020 út
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Á hátíðarløtu í Listasavni Føroya í dag varð nýggja kærleikskúlan hjá Dugna avdúkað. Í ár er tað listamaðurin Eli Smith (f. 1955), sum hevur sniðgivið kærleikskúluna.

Eli hevur arbeitt við gróti síðani 2003. Fyrst menti hann eina málitøkni, sum inniber at mjølva grót og annað náttúrutilfar til litevni, sum hann stroyir í fleiri løgum á plátu/lørift við akrylbindievni (“grótmálningur”). Seinni fór hann eisini undir at skera grótið í flísar og seta tær saman til brotamyndir.

Náttúran og hennara ríku skapanarmøguleikar hugbinda Eli. Listin er ekspressionistisk. Har ið grótmálningurin einamest lýsir landsløg í Føroyum, so eru brotamyndirnar í stóran mun lýsingar av bíbilskum evnum.

Eli Smith sigur soleiðis um Kærleikskúluna 2020 í orðingini, sum fylgir við kúluni:

Fevna
Landslagsmyndin á kærleikskúluni er ein vatnlitsmynd, sum er gjøgnumskygd. Á botninum eru eggini úr lekasteini, umgyrd við myrkum sandi úr Søltuvík.

Landslagsmyndin við spógvanum er sprottin úr góðum summarkvøldum uppi á Vatnaskørðum í Hoyvíkshaga, har eg arbeiddi í míni flytbaru málarastovu. Ein fragd at hoyra spógvans vakra lát, og ikki høvdu eg og míni verið har leingi, til vit funnu reiðrið við fýra eggum, sum vóru grøn- og brúnlitt við dimmum blettum. Spógvahjúnunum dámdi tó lítið, at vit komu reiðri teirra so nær, sum tey so kærleiksfult vóru um og vardu – sum í sanginum “Eg veit eitt spógvareiður”. Og hvør kann liva uttan kærleika? Lívið byrjar jú við móðurkærleikanum, at elska og vera elskaður, at taka ímóti kærleika og at geva hann víðari – alt hetta er við til at menna Skapningin. Men hin fullkomni kærleikin kemur omanífrá, frá Skaparanum sjálvum, sum er hin algevandi Kærleikin.

Kærleikskúlan avmyndar spógvan, sum eisini er ein Guds skapningur. Hann ger alt fyri at verja tey verjuleysu eggini – ja, er enntá klárur at geva lív sítt fyri tey.

Tólvta árið á rað
Kærleikskúlan er eitt serligt listarligt átak, har Dugni saman við umboði fyri Listasavn Føroya og landsstýrisfólkinum við mentamálum velur eitt av Føroya mætastu listafólkum at sniðgeva kúluna. Kærleikskúlan er framleidd í avmarkaðari nøgd, og verður bert seld í eitt avmarkað tíðarskeið. Allur søluágóðin fer til mennandi virksemið hjá Dugna.

Hetta er tólvta árið á rað, at Dugni letur Kærleikskúluna úr hondum.

Undanfarin ár hava hesi listafólkini sniðgivið Kærleikskúluna:
Tróndur Patursson (2009)
Sigrun Gunnarsdóttir (2010)
Hansina Iversen (2011)
Zacharias Heinesen (2012)
Edward Fuglø (2013)
Astrid Andreassen (2014)
Astri Luihn (2015)
Eyðun av Reyni (2016)
Guðrið Poulsen (2017)
Ole Wich (2018)
Rannva Kunoy (2019)

[object Object]Ruth Thomsen, ráðgevi í Sjóndeplinum og forkvinna í Blindafelagnum, við kærleikskúluni 2020

Heiðurin av fyrstu kúluni
Tá Kærleikskúlan verður avdúkað, verður somuleiðis ein serligur heiður sýndur einum persóni ella felagsskapi, sum fær fyrstu kærleikskúluna. Hesin skal á onkran hátt hava verið við til at betra umstøðurnar hjá fólki við skerdum førleikum og hava víst serligt framfýsni og áræði, sum ávirkar virkisøkið hjá Dugna.

Aftur í ár kundi almenningurin senda inn uppskot til, hvør skuldi fáa heiðurin og heili 89 uppskot komu inn.

– Hetta sigur okkum, at nógv fólk eru í Føroyum, sum gera eitt stórt arbeiði og taka nógv eyka tøk fyri onnur. Tað fegnast vit um, sigur Dugni.

Stýrið fyri Dugna, sum eru Jórun Gardar, Elkin Klettheyggj, Magni á Deild Olsen, Tóra við Keldu og Martin Karl Olsen valdu at heiðra Ruth Thomsen, ráðgeva í Sjóndeplinum og forkvinnu í Blindafelagnum.

Um fyrimyndina verður sagt:
Hon er ein góð, virðilig rødd, sum er ein fantastisk umboðan fyri tey, hon arbeiðir fyri. Hon ber eitt brek, sum er ein partur av henni, men hetta er tó ongin forðing fyri at gera eitt megnarverk fyri nógv onnur menniskju. Kortini sær hon ikki forðingar, men dugir at skapa møguleikar.

Hon er altíð til reiðar at hjálpa, og so er hon sera arbeiðssom og íðin, og hon steðgar ikki, fyrr enn málið er rokkið.

Henni hevur eydnast at varpa ljós á umstøður hjá fólki, ið eru blind ella sjónveik, og hon er ein góð og virðilig talskvinna.

Hon er sera menniskjalig og hevur eitt gott lívsmót, sum smittar á okkum onnur.

Hon hevur skipað fyri fleiri tiltøkum fyri at skapa eina fatan av umstøðunum hjá teimum, sum eru blind ella sjónveik. Júst henda fatanin er við til at betra umstøðurnar og víðka um møguleikarnar hjá teimum, sum hon umboðar.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. november 2020

41 Leygardagur 28. november 2020

Sunnudagin verður opera aftur á Tjóðpallinum

Talan er um klassisku teaturkonsertina Soirée Fantastique. Annfinnur Heinesen leikstjórnar og er frásøgufólk. Jóhannes Andreasen er kapellmeistari

Tey sum standa aftanfyri og/ella skulu framføra Soirée Fantastique (Mynd: Høgni Heinesen)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Nú er aftur møguleiki at uppliva opera á Tjóðpallinum. Sunnudagin 29. november verður fyrsta framførsla av klassiskari teaturkonsert við Opera.fo.  

Talan er um Soirée Fantastique, sum Tjóðpallurin skrivar er ein einføld og stílfull framførsla við útvaldum brellbitum úr operaheiminum, har ariur og duettir, klavertónleikur og tekstur verða flættað saman. Vit uppliva brot úr kendum verkum eftir Mozart, Verdi, Puccini, Chopin, Bernstein, Bizet, Debussy og Schubert. 

Leikstjóri og frásøgufólk:
Annfinnur Heinesen

Kapellmeistari:
Jóhannes Andreasen

Sangarar:
Birita Adela Davidsen, sopran
Birita Poulsen, sopran
Ernst Sondum Dalsgarð, tenor
Herfinnur Árnafjall, bariton

Hvat er ein teaturkonsert? 
Ein teaturkonsert er ein samanrenning av tónleiki og sjónleiki sum ikki hevur eina hendingagongd í beinari tíðarrøð, men har framførslan av leikmyndum úr ymiskum verkum verður avbrotin, og um somu tíð samanbundin, við ymiskum teksti og tónleiki.

Opera.fo er samansett av føroyskum operasangarum og tónleikarum. Í 2018 framleiddu tey sínu fyrstu verkætlan, ”Dagbókin hjá Leporello”, ein føroysk kamaroperu-uppseting av operuni Don Giovanni hjá Mozart. Soirée Fantastique við Opera.fo er framleidd í samstarvi við Tjóðpall Føroya.

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. november 2020

42 Leygardagur 28. november 2020

Hovbingar skipa fyri víkingafestivali

Hamradun og Týr spæla í høvdingabygdini 28. og 29. mai

Pól Arni Holm, oddamaður í Hamradun, her á palli saman við Týr. Bæði Hamradun og Týr verða við á Víkingafestivalinum í Hovi (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Ein nýggjur festivalur sær dagsins ljós í Suðuroy komandi ár.

Talan er um Víkingafestivalin, sum verður hildin 28. og 29. mai í høvdingabygdini Hovi.

Festivalurin er samansjóðaður við víkingadagarnar, sum vanliga eru í Hovi hetta vikuskiftið. Á víkingadøgunum eru vanliga víkingabardagar, langeldur, grillstaður og torg vil alskyns keypsmøguleikum.

Nú verður tónleikur eisini ein týðandi partur av hesum tiltakinum, skrivar Suðuroyarportalurin. Føroyar fremstu umboð fyri víkingatónleik, rokkorkestrini Hamradun og Týr fara at spæla á festivalinum. Harafturat eru lokalu rokkararnir Asyllex umframt Janus á Húsagarði eisini komnir á plakatina.

Atgongumerkjasølan er byrjað á billett.fo 

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. november 2020

43 Leygardagur 28. november 2020

Nýggj ungdómsskaldsøga hjá Danial Viðoy løgd fram

"Tvístøða", sum snýr seg um Viðareiðisdreingin og miðnámsskúlanæmingin Bartal, varð løgd fram í sambandi við Bókadagar í Norðurlandahúsinum

29 ára gamli Danial Viðoy hevur skrivað skaldsøguna "Tvístøða" (Mynd: Ungu Føroyar)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í sambandi við Bókadaga í Norðurlandahúsinum í farnu viku varð skaldsøgan "Tvístøða" løgd fram.

Talan er um nýggja skaldsøgu eftir 29 ára gamla Danial Viðoy, sum forlagið Ungu Føroyar gevur út.

"Tvístøða" er fyrsta bókin hjá Daniali Viðoy. Hon snýr seg um Viðareiðisdreingin Bartal, sum, tá ið søgan byrjar, gongur á triðja ári á miðnámi á Kambsdali, og er farin niður til Keypmannahavnar at lesa, tá hon endar.

[object Object]

Ungu Føroyar skrivar m.a. soleiðis um bókina:

– Vinmenninir hava alt at siga, upplivingarnar eru sterkari, tá ið tær eru felags; tá ið teir deila lívsroyndirnar og spegla sær hvør í øðrum. Vinahópurin styrkir samleika sín á konsertum, stevnum og sólarferðum. Men Bartal er á einum vegamóti, hann má finna sína egnu leið. Hann má velja millum tað at síggja til løttu og pínuleysu leiðina og ta tyngru, ið helst er tann, sum kann fáa hann at búnast sum menniskja.

– Framtíðin brosar móti Bartali, hann gleðir seg ósigiliga til at byrja ein nýggjan kapittul eftir lokið studentsprógv, tá lívið tekur hann við sær í einum brotasjógvi og noyðir hann at gera upp við partar av sínum fyrra lívi.

Tað er Eydna J. Steinberg av Viðareiði, sum áður hevur myndprýtt barnabøkur, sum hevur teknað permumyndina til "Tvístøða".

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. november 2020

44 Leygardagur 28. november 2020

Ranvá A. Knudsen við nýggjari uppskrifts- og ítrivsbók

Ranvá, ið er kend frá "Dreymakøkurnar hjá Ranvá" á Facebook, hevur givið út "Heimabakstur og ítriv, tá hugnin fevnir heimið", sum inniheldur uppskriftir og ymiskt ítriv, sum familjan kann gera saman til jóla

Mynd: Ranvá A. Knudsen
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

– Líka síðani eg var lítil smágenta, minnist eg meg hava havt ein serligan tokka til jólini. Hugnin, kuldin, kavin, angin av nýbakaðum køkum og ljósini gera okkurt gott við meg, og tað er hesa tíðina, eg njóti at seta tíð av til at skapa ymiskt handaligt, baka og sum heild hugna um í heiminum.

Tað sigur Ranvá A. Knudsen, sum hevur givið út nýggju bókina "Heimabakstur og ítriv, tá hugnin fevnir heimið".

Talan er um ein bók við uppskriftum og ymiskum ítrivi, sum familjan kann gera saman til jóla. M.a. inniheldur bókin uppskrift uppá cookies, konfekt og dessertir, umframt jólapynt.

[object Object]

Ranvá A. Knudsen er kend frá “Dreymakøkurnar hjá Ranvá” á Facebook, og er tað samanrenningina av bakstri og ítrivi, sum skapar jólahugnan í heiminum, sum hon vil raka við nýggju bókini.

Tað er Ranvá sjálv sum gevur bókina út. Hon hevur sjálvt gjørt allar uppskriftirnar í bókini, og hon hevur eisini tikið allar myndirnar og sett upp. Estra hevur prentað bókina, sum fæst til keyps kring landið.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. november 2020

45 Leygardagur 28. november 2020

Manglar bara tað síðsta til føroyskan spælifilm

Nýggi føroyski spælifilmurin “111 góðir dagar” leitar eftir fígging til síðsta partin. Eftir ætlan verður hann at síggja í biografunum í mars næsta ár. Ein fjórðingur av fíggingini er longu komin inn

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

“111 góðir dagar” er heitið á nýggjum føroyskum spælifilmi, sum Trygvi Danielsen og Pætur Marjunarson Dahl hava gjørt.

Filmurin, sum er 93 minuttir er nærum liðugur, og nú manglar bara tað siðsta. Á Hópfígging sóknast filmsframleiðararnir eftir fígging upp á 90.000 krónur.

Longu nú er meira enn ein fjórðingur fíggjaður, tí fólk hava longu latið yvir 24.000 í stuðli.

- Her er ársins møguleiki at fáa ein føroyskan spælifilm í biografarnar! Trygvi Danielsen hevur gjørt sín fyrsta spælifilm, og vit eru so dansandi tætt við at fáa hann lidnan. Vit mangla bert fígging til biografljóðbland og litbland. Góðu tit, hjálpið okkum tað síðsta pettið á mál, skriva teir báðir framleiðararnir Trygvi Danielsen og Pætur Marjunarson Dahl.

Filmurin snýr seg um tvær vilstar sálir við ósambæriligum heimsfatanum, sum hittast ferð eftir ferð undir margháttligum umstøðum, og tað vísir seg líðandi, at teir eru samantvinnaðir av onkrari megi, ið er nógv størri, enn teir duga at skilja.

Á hopfigging.fo sæst leikaralistin, og tað er ikki smávegis nøvn á listanum. Búi Dam og Torkil Tórgarð spæla høuðsleiklutirnar, men nøvn sum Annika Hoydal, Egi Dam, Høgni Mohr, Eivør Pálsdóttir, Joe & the Shitboys eru eisini á listanum.

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. november 2020

46 Leygardagur 28. november 2020

Mads Mikkelsen tekur yvir Grindewald-leiklutin

Skal spæla gandakallur í triðja filminum í ‘Fantastic Beasts’-røðini

Mads Mikkelsen (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tað verður danin Mads Mikkelsen, sum skal taka yvir eftir Johnny Depp eftir at hesin varð tveittur av leiklutinum í triðja filminum í røðini ‘Fantastic Beasts’.

Tað upplýsti filmsfelagið Warner Bros í gjár. 55 ára gamli danski sjónleikarin skal spæla hin óndi gandakallurin, Gellert Grindewald, í triðja filminum av “Fantastic Beasts” hjá J. K. Rowling.

Johnny Depp, sum hevur havt leiklutin í teimum fyrstu filmunum varð noyddur at gevast eftir at hann tapti eitt rættarmál í Bretlandi móti einum slaturblaði, sum umrøddi Depp sum “konubukara”.

Í rættarmálinum kom fram, at Depp og fyrrverandi kona hansara, Amber Heard, høvdu eitt lívligt hjúnalag, har harðskapur eisini var ein partur.

Depp var byrjaður upp á uptøkurnar til triðja filmin, tá hann varð biðin um at rýma frá upptøkunum.

Mads Mikkelsen hevur havt fleiri stórar altjóða filmsleiklutir, eitt nú sum ‘Doctor Strange’ í James Bond-filminum ‘Casion Royale” og sum hópdrápsmaðurin Hannibal Lechter í sjónvarpsrøðini ‘Hannibal’. Og so sjálvandi eisini altjóða viðurkendar leiklutir í donskum filmum, eitt nú ‘Jagten’ og ‘En kongelig affære’.

Filmarnir ‘Fantastic Creatures’ snúgva seg um sama kandakenda heim, sum ‘Harry Potter’-filmarnir, og ganga fyri seg umleið 60 ár undan hendingunum í søguni um Harry Potter.

Tað er J. K. Rowling sjálv, ið skrivar leikritið, og ætlanin er at gera fimm filmar tilsamans.

Triðji filmurin skal eftir ætlan koma á sumri 2022. Heitið á hesum filminum er enn ikki kunngjørt, skrivar Ritzau. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. november 2020

47 Leygardagur 28. november 2020

"Ikki illa meint" vunnið enn eina virðisløn

Stuttfilmurin hjá Andrias Høgenni við Mariann Hansen og Sissal Drews Hjaltalin hevur seinastu tvey árini vunnið tilsamans átta virðislønir og fingið tvær "special mentions" – leygarkvøldið vann "Ikki illa meint fyri "bedste fiktion" á Ekko Shortlist Awards í Danmark

Skíggjamynd úr "Ikki illa meint"
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Seinastu tvey árini hevur stuttfilmurin "Ikki illa meint" hjá føroyska leikstjóranum Andrias Høgenni vunnið fleiri virðislønir, og leygarkvøldið vann filmurin eina virðisløn afturat.

Talan var um virðislønina fyri "bedste fiktion" á Ekko Shortlist Awards. Filmurin varð tilnevndur til heilar fýra virðislønir – "bedste kvindelige skuespiller" (Mariann Hansen og Sissal Drews Hjaltalin), "bedste manuskript", og "bedste originale musik" (Sune Kølster), og "bedste fiktion".

Danska filmsvinnublaðið Ekko skipar á hvørjum ári fyri virðislønarhandanin fyri bestu filmunum tað árið.

Tað gongur fyri seg á tann hátt, at ein dómsnevnd ger ein lista við tilnevningum, og tá hon er vorðin almannakunngjørd, kunnu onnur atkvøða um, hvør skal vinna. Atkvøðurnar hjá dómsnevndini telja 50 prosent, og atkvøðurnar hjá lesarum telja 50 prosent.

Helst seinasta virðislønin
Virðislønin, sum varð latin fríggjakvøldið, er 8. virðislønin, sum er latin "Ikki illa meint". Umframt hesar virðislønirnar, hevur filmurin eisini fingið tvær "special mentions" á ávikavíst Nordisk Panorama, og Zubroffka Film Festival.

Hendan virðislønin verður, sambært Andrias Høgenni, helst eisini tann seinasta, sum hesin filmurin fer at vinna.

– Filmurin hevur haft eitt festivalslív uppá tvey ár, og nú byrjar tað at lækka ímóti endanum, sigur hann við Portalin.

"Ikki illa meint" snýr seg um tvær føroyskar vinkonur, Marita og Elinborg, sum av tilvild hittast í Føtex. Tað, sum byrjar sum eitt fólkaligt prát, verður til eina størri uppgerð um vinarlag teirra.

Kundi enda uppá allar mátar
Upprunaliga var tað ætlanin hjá leikstjóranum at gera ein annan film. "Ikki illa meint" varð gjørdur sum ein neyðloysn í seinastu løtu, og kenst tað tí øgiliga óveruligt, at filmurin hevur fingið tað festivalferðina og tað móttøkuna, sum hann hevur, sigur leikstjórin.

– Tað var eitt sindur sum at blaka terningar frá fimtu hædd, tað kundi enda uppá allar mátar. Eg føli ikki heilt, at eg havi uppiborið hetta. Eg kenni meg ótrúliga hepnan, tí har vóru so øgiliga nógvar umstøður, sum skuldu til, fyri at filmurin fekk ta umrøðuna, sum hann fekk. Tað at vit høvdu ein so góðan framleiðara og nakrar fantasiskar leikarar, gjørdi tað, at filmurin kom so langt, sum hann kom. Tað hevur verið ein felags tilgongd.

Virðislønir til "Ikki illa meint"

  • Canal+ virðislønin, Semaine de la Critique, Cannes
  • Robert virðislønin fyri besta stuttfilm
  • Ákoðaravirðislønin, Odense International Film Festival
  • Best European Student Film Award, Premiers Plans D’Angers
  • Geytavirðislønin fyri besta stuttfilm
  • Best Fiction Film - Ekko Shortlist Awards
  • Besti kvinnuligi hjáleikari - Satisfied Eye Film Festival
  • Besti kvinnuligi hjáleikari, Princeton Independent Film Festival

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. november 2020

48 Leygardagur 28. november 2020

Royna útibiograf í Sandoynni eisini

Mong ár eru liðin síðani biografur var í Sandoynni, og um vikuskiftið royna sandoyingar seg eisini við Drive-In-Bio

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Tað ræður um at lena setrini á bilinum aftur, slongja beinini uppá instrumentbrettið, og njóta góðar og klassiskar filmar Úti í Støð á Sandi hetta vikuskiftið.

Kanska tú skalt bjóða unnustuni til ein romantiskan drama film, ommubørnini til heimsgitnan teknifilm ella tú og vinfólkini fara ein túr at hyggja eftir einum jóla klassikara sum vekir gomul barndómsminnir. Nógvastaðni í Føroyum hevur verði lýst við sokallaða Drive-In Bio, og nú eiga Sandoyingar tørn at sleppa í biograf ímeðan tey sita væl til rættis í egnum bili.

Nýggjasta fyribrigdi innanfyri biograf verðina í Føroyum er Drive-In Bio. Hetta tók serliga dik á seg í ár, eftirsum tað er eitt ‘korona vinarligt’ tiltak. Nógv nýggj og øðrvísi tiltøk, eins og hetta eru sprottin úr hugflognum hjá íverksetarum, tá ið vit øll vórðu noydd at tillaga gerandisdagin. Drive-In Bio ger tað samstundis møguligt hjá borgarum í ymsu økjunum kring landi, sum ikki hava biografar, at sleppa at njóta ein biografstúr í nærumhvørvinum.

Tað sigst at føroyingar einaferð vórðu raskastu skandinavar, aftaná íslendingar, at ganga í biograf. Í 1960-70unum vórðu áleið 13 biografar í Føroyum, harímillum Skopunar Biografur. Síðani tá, er talið fallið, og nú eru Havnar- og Atlantis bio einastu biografar í Føroyum.

Mong ár eru liðin síðani biografur var í Sandoynni, og nú hava tit høvi at royna tað á ein eitt sindur øðrvísi hátt. Nakað sum hóast alt hoyrir til ein biografstúr er poppkorn, góðgæti og sodavatn, og tað verður sjálvandi eisini at fáa til keyps á staðnum frá Sandoyar Fimleikafelag.

Tríggir filmar, "Frozen II", "Home Alone 1" og "A Star Is Born" verða sýndir hetta vikuskiftið Úti í Støð á Sandi.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. november 2020

49 Leygardagur 28. november 2020

Til minnis um Birgar Johannesen

-

 
SkrivaÐ:

Minningarorð / Framsókn

Hósdagin 19. november bórust tíðindini um at Birgar Johannesen er farin, 74 ára gamal. Vit vistu, at hann var sjúkur, men væntaðu alla tíðina, at hesum fór hann at vinna á, tí Birgar var ein kempari. Soleiðis skuldi ikki verða, og vit senda troystandi tankar til tey, ið sita eftir hann.

Birgar var framsóknarmaður, frá tí at flokkurin kom í eygað, fyri sløkum 10 árum síðani, til nú hann legði árarnar inn. Birgar stillaði fyrstu ferð upp til kommunuval í 2016 og so aftur til júst farna kommunuval, men hann gjørdist sjúkur, júst sum valstríðið skuldi byrja.

Hann sá politiska pallin í Framsókn sum ein møguleika, har hann kundi gera nakað gott fyri Havnina, tí sum øll vita, elskaði Birgar Havnina.

Birgar var lonadrongur og vaks upp í grannalagnum við Revagarðin. Seinni giftist hann síni Elsu, og tey fingu trý børn, Bjørg, Teitur og Marin. Elsa doyði eftir sjúkralegu í 2014, og tað tók Birgari sera meint.

Birgar var virkin á so mongum økjum, men næstan altíð við Havnini sum útgangstøði. Hann var tónleikari, B36ari, Liverpool fjeppari og íðin savnari av øllum, sum hevði tilknýti til Havnina. Við tíðini gjørdust lutirnir so mikið nógvir, bæði í tali og vavi, at Birgar gjørdi sítt egna býarsavn. Býarsavnið læt hann Tórshavnar kommunu, sum nú leitar eftir hóskandi hølum.

Áhugin fyri fólki í Havn førdi eisini til, at hann gav út bókaverk um Havnina og fólkið, ið myndaðu gerandisdagin. Tað merkisverda við hesum bókum er, at á úti við 1.000 myndum eru um 8.000 fólk, ið annars ikki høvdu komið í nakra bók. Birgar læt úr hondum bókaverkini Tórshavn, Havnamyndir, Havnin - fólk og yrki. Fyri seinna verkið, Tórshavn – fólk og yrki, fekk Birgar Mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens í 2009.

Tað var hendan brennandi passjónin, ið lá aftanfyri hugsjónirnar um Havnina. Birgar visti sjálvandi, at havnafólk koma úr øllum landinum, og tí sá hann fyri sær, at Havnin skuldi og átti at vera rúmlig, innbjóðandi og bera dám av hesum sama fólksliga margfeldi. Uttan sál er eingin Havn, plagdi hann at siga, og tað var júst hesa sálina, ið Birgar so meistarliga hevur skjalfest.

Vit fara at sakna Birgar, men hann hevur handað havnafólki, ja, øllum føroyingum, eina stafett, ið vit fara at gera alt, vit megna, fyri at bera víðari.

Birgar er farin. Eftir standa familjan, vit øll, ið kendu hann og Havnin.

Hvíl í friði góði Birgar

Vegna Framsókn
Ruth Vang, forkvinna

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. november 2020

50 Leygardagur 28. november 2020

Hákun West av Teigum skrivað undir trý ára sáttmála

Verður knýttur at Skanderborg Håndbold í bestu donsku hondbóltsliguni til 2024

Hákun West av Teigum í dysti fyri føroyska U17-landsliðið (Mynd: Harald Bjørgvin)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Ungi føroyski honsbóltsspælarin Hákun West av Teigum, hevur longt sáttmálan við Skanderborg við trimum árum til 2024.

Hákun flutti til Skanderborg fyri at ganga á hondbóltsakademinum har, SHEA. Men í ár megnaði hann at spæla seg inn á besta liðið eisini umframt U19-liðið, har hann hevur verið fastur maður. Nú hevur ungi leikarin so longt sáttmálan til 2024, skrivar heimasíðan hjá Skanderborg Håndbold.

Felagið kallar Hákun fyri eitt av størstu vongtalentunum í donsku liguni í løtuni.

Heimasíðan lýsir stríðsviljan hjá føroyska vonginum soleiðis.

- Eitt dømi um viljan hjá Hákuni kom fyrr í ár. Hann hevði saman við besta liðnum spælt ein miðvikudyst undir vanligt støði móti KIF Kolding. Sunnudagin eftir skuldi hann spæla við U19 á útivølli móti Skjern Håndbold. Hákun fór av vøllinum sum toppskjútti við 14 málum í 16 royndum, harav bert eitt upp á brotskast. Tað er einastandandi avrik frá okkara unga vongi.

Sjálvur sigur Hákun soleiðis við heimasíðuna hjá felagnum.

- Eg gleðist um at leingja sáttmálan. Hetta er mítt triðja ár í Skanderborg, harav tey bæði fyrstu vóru á SHEA. Eg síggi nú fram til at spæla í trý ár afturat fyri Skanderborg Håndbold har møguleikarnir fyri at menna meg sum hondbóltsspælari eru rættiliga góðir.

Við sáttmálanum hevur Skanderborg Håndbold eisini givið Hákuni álit, tí felagið trýr, at hann kann mennast til at gerast ein spælari á allar hægsta stigi. Men tað krevur, at hann ger tað, ið krevst í venjingarhølunum, skrivar heimasíðan hjá Skanderborg Håndbold.

Skanderborg Håndbold liggur í løtuni á fimta plássi í donsku HTH-liguni fyri menn. Hákun West av Teigum er skrásettur fyri 9 mál í 10 dystum. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. november 2020

51 Leygardagur 28. november 2020

HB-málverjin skiftir til NSÍ

Eyðgerð Mikkelsen fer til NSÍ næsta kappingarár. Runavíkingar hava eisini longt við fýra leikarar

Eyðgerð Mikkelsen (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

NSÍ kvinnurnar luttóku í bestu kvinnudeildini fyri fyrstu ferð í nógv ár, og fingu í ár tvey silvurheiðursmerki. Tað er góðkent avrik, og felagið fyrireikar seg nú til næsta kappingarár.

Felagið kunngerð, at HB-málverjin seinastu tvey árini, 19 ára gamla Eyðgerð Rúnadóttir Mikkelsen, sum annars er av Toftum, verður framyvir at síggja í Runavík. Toftadaman hevur eisini gjørt seg galdandi á landsliðnum.

Eisini halda fleiri leikarar hjá silvurvinnarunum fram. Avtala er gjørd við Heidi Sevdal, Margunn Lindhólm, Moniku Samuelsen og málverjan Sjarlottu Joensen um at halda fram.

NSÍ skrivar, at ætlanin er at varðveita sama hóp til næsta ár.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. november 2020

52 Leygardagur 28. november 2020

KÍ er greipuvinnari

Klaksvíkskvinnur vunnu 3-0 á NSÍ í finaluni. Hetta var fyrsta steypagullið, og fyrsta greipan, síðani 2016

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

KÍ-kvinnurnar setttu seinasta sunnudag eina tjúkka striku undir, at tær eru bestar í ár. NSÍ, sum í ár aftur hevur verið at sæð í fremstu røð, var avbjóðarin á Tórsvølli í steypafinaluni, men tað vóru tær í bláum, ið kundu lyfta steypið eftir seinasta bríksl.

Rannvá B. Andreasen hevur vunnið steypakappingini nakrar ferðir eftirhondini. Hon legði í 25. minutti lunnar undir sigurin hjá KÍ, og sín 15. sigur í einari steypafinalu, tá nummar 9 smekkaði bóltin ímóti málinum heilt úti við síðulinjuna í høgru við sínum sterka vinstra beininum. Málverjin hjá NSÍ rakk ikki upp til bóltin, ið sigldi í málið til 1-0.

[object Object]
Tær hjá KÍ fegnast um 1-0 málið (Mynd: Sverri Egholm)
 

NSÍ var framvegis inni í dystinum, men favorittarnir avgjørdu, tá farið var um miðjan 2. hálvleik. Fyrst var tað áleyparin, Hervør Olsen, ið varð send avstað og sum síðani stríddi seg inn um bakkin og sendi bóltin í netið.

Tríggjar minuttir seinni fann toppskjúttin í Betrideildini, Evy á Lakjuni, Hervør í brotsteignum. Hon trekti til baklinjuna og legði innfyri, har Victoria á Lakjuni var komin upp, og kundi seta bóltin í eitt tómt mál.

[object Object]
Hervør Olsen skoraði og legði upp í 2. hálvleiki (Mynd: Sverri Egholm) 

18-ára gamli miðvallarin var ein av teimum hjá KÍ, ið vann steypakappingina á fyrsta sinni. Eitt nýttt ættarlið er við at taka yvir, sjálvt um tær heilt royndu framvegis gera stóran mun: Ragna Patawary var sum vant í miðverjuni í dag, og Malena Josephsen kom eisini á vøllin.

Tær eru sera vanar at vinna, men hetta var fyrsta steypagullið hjá KÍ síðani 2016, og harvið eisini fyrsta greipan hjá klaksvíkskvinnum síðani tá. Sigurin var fult uppiborin. NSÍ fekk, eins og í landskappingini, silvur.

Steypafinalan hjá kvinnum
Tórsvøllur 22/11
NSÍ - KÍ 0-3 (0-1)

25' Rannvá Biskopstø Andreasen 0-1
68' Hervør Olsen 0-2
71' Victoria á Lakjuni (Hervør Olsen) 0-3

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. november 2020

53 Leygardagur 28. november 2020

Lukasz Jarosinski steðgar í KÍ

Pólski málverjin hevði annars sáttmála við KÍ fyri komandi kappingarár

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Niels Pauli Danielsen

Pólski málverjin, ið kom til KÍ í summar, heldur ikki fram í felagnum. 

32 ára gamli málverjin ynskir ikki at halda fram í KÍ, hóast hann hevði sáttamála fyri komandi kappingarár. Tí er semja millum hann og KÍ, um at enda samstarvið, skrivar Norðlýsið.

Lukasz Jarosinski spældi sjey dystir fyri KÍ í landskappingini.

Higartil hevur frágongdin av leikarum, sum hava umboða KÍ í ár verið stór. Eitt nú hava Ólavur Niclassen og Steinbjørn Olsen gjørt sáttmála við ÍF fyri komandi ár.

Eisini er greitt at  David Skrbec ikki heldur fram í felagnum, meðan Alessio Hyseni og Abubakar Ibrahim Aliyu steðgaðu í felagnum mitt í farna kappingarárið.     

KÍ hevur í løtuni bert ellivu sáttmálabundnar leikarar til komandi kappingarár. Av teimum er ivasamt um Jóannes Kalsø Danielsen heldur fram. Hann fer møguliga av landinum.

Eisini er ivasamt nær Óli Eyðsteinsson Poulsen, ið eisini er ein av teimum sum hevur sáttmála, verður tøkur aftur eftir langtíðarskaða.  

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. november 2020

54 Leygardagur 28. november 2020

Astrid Nanly Breckmann er Danmarksmeistari í fimleiki

Umframt av vinna Danmarksmeistaraheitið fyri lið, so var Astrid eisini besti fimleikari í kappingini

Astrid saman við venjaranum Camelia Mihaela Mindricel-Selariu (Mynd: Føroya Fimleikasamband)
SkrivaÐ:

Niels Pauli Danielsen

Okkara fremsti fimleikari hjá kvinnum, Astrid Nanly Breckmann, kann nú kalla seg Danmarksmeistara í amboðsfimleiki.

Farna vikuskiftið luttók Astrid, sum er partur av føroyska kvinnulandsliðnum í amboðsfimleiki, í Danmarksmeistaraheitinum fyri lið í amboðsfimleiki.

Astrid luttók saman við liðfeløgum sínum í danska fimleikafelagnum KG66. Og tað var Astrid og liðfelagarnir úr KG66, sum vunnu danmarksmeistaraheitið fyri lið.

Astrid venur annars til dagligt við Havnar Fimleikafelag. Eisini er merkisvert, at umframt at hon vann kappingina saman við sínum liði, so var hon eisini besti fimleikari kappingini.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. november 2020

55 Leygardagur 28. november 2020

Danmark til reiðar at halda EM í hondbólti

Vandi var fyri at kappingin varð av ongum, men nú verður øll EM-kappingin fyri kvinnur hildin í Herning og Kolding

(Savnsmynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Eina viku eftir, at Noreg tók seg aftur sum EM-vertur í kvinnuhondbólti, gjørdist tað fyrst í vikuni greitt, at Danmark fer at átaka sær allan vertsskapin fyri kappingini.

Danska hondbóltssambandið, DHF, hevur seinastu vikurnar bíðað ótolið eftir at fáa grønt ljós frá myndugleikunum hvussu kappingin skal avgreiðast við atliti til koronasmittuna. DHF var um vikuskiftið nær við at taka seg aftur, tí svar ikki kom úr danska mentamálaráðnum.

Men nú er loyvið endiliga komið, so Danmark kann bjóða 16 evropeiskum tjóðum til stóru kappingina, sum verður hildin í Herning og Kolding í Jútlandi.

Hetta boðaði danska mentamálaráðkvinnan, Joy Mogensen, í dag boðað frá á Facebook.

Upprunaliga skuldu Danmark og Noreg býta vertskapin ímillum sín, men orsaka av herdum koronareglum, mátti norska hondbóltssambandið boða frá, at kappingin ikki kundi haldast í Noregi, sum ætlað.

Ætlanin var at tveir bólkar, ein miðrundubólkur og finaluvikuskiftið skuldu haldast í Trondheimi.

Frammanundan varð kappingin flutt úr Frederikshavn, tá serligar koronaavmarkingar vórðu gjørdar fyri fleiri kommunur í Norðurjútlandi.

Í staðin verður tað Herning, sum skal vera vertur fyri tveir innleiðandi bólkar og ein í millumumfarinum, meðan Kolding tekur sær av hinum innleiðandi bólkunum.

EM-kappingin byrjar 3. desember. Kappingin verður hildin undir sera strongum koronafyriskipanum. Leikararnir verða hildnir í sokallaðum koronabløðrum fyri at forða fyri smittu. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. november 2020

56 Leygardagur 28. november 2020

Landasorg í Argentina

Staðfest at Diego Maradona doyði av hjartatilburði og trupulleikum í lungunum – líkið flutt á forsetaborgina í Buenos Aires

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Líkið av argentinska fótbóltsspælaranum Diego Maradona er nú líkskoðað, og fyrsta frágreiðingin um deyðsorsøkina liggur nú klár, skrivar argentinska blaðið Clarin.

Her verður staðfest, at fótbóltsstjørnan, sum andaðist mikudagin, doyði av hjartasviki, oyðilagdum hjarta og lungnaødem. Í frágreiðingini stendur eisini, at ongin illgruni er um nakað lógarbrot í sambandi við deyðan hjá 60 ára gomlu fótbóltsstjørnuni.

Líkskoðanin fór fram á sjúkrahúsinum í San Fernando, norðan fyri Buenos Aires.

Diego Maradona hevur havt trupulleikar við heilsuni í longri tíð, millum annað orsaka av rúsevnamisnýtslu og hann hevur tvær ferðir verið raktur av hjartatilburðum hesa seinastu tíðina. Hann hevur eisini havt trupulleikar við livrini, skrivar argentinska blaðið.

Fyri bara trimum vikum síðani varð hann lagdur inn á sjúkrahús og skorin fyri eina bløðing í heilanum. Hann varð útskrivaður 11. november.

Sambært Clarin hevur familjan upplivað, at Maradona var óttafullur sínar seinastu dagar á lívi. Sjúkrarøktarfrøðingar vóru um hann alt samdøgrið og familjan umhugsaði at fara aftur til Kuba við honum, har hann fyrr hevur fingið viðgerð fyri sítt misbrúk.

Kistan við Maradona kom í nátt til forsetaborgina í Buenos Aires, har hon verður sett fram til almenna skoðan.

Alberto Fernández, forseti í Argentina, hevur nú lýst landasorg í tríggjar dagar. 

[object Object]
Diego Armando Maradona 1960-2020 (Mynd: EPA)

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. november 2020

57 Leygardagur 28. november 2020

Nýtt navn í Napoli: San Paolo-Diego Armando Maradona

Luigi De Magistris, borgarstjóri í suðuritalska býnum, váttar fyri altjóða miðlum, at tilgongdin at broyta navnið á leikvøllinum er farin í gongd - hetta fyri at heiðra deyðu hetjuni

 
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

At Diego Armando Maradona hevur nógv at siga fyri fólk í Argentina hevur lítið verið at ivast í hesi seinastu áleið 35 árini. Hann var ein risastór stjørna áðrenn HM í Meksiko í 1986, har hann rúnarbant hyggjarar kring heimin, og um nakar var maðurin, ið tryggjaði Argentina sítt seinna heimsmeistaraheitið. 

Eftir at Diego Maradona andaðist í gjár, 60 ára gamal og orsakað av hjartatilburði og trupulleikum í lungunum, varð líkið flutt á forsetaborgina í Buenos Aires, og Alberto Fernández lýsti landasorg í tríggjar dagar.

Maradona hevur verið nógv heiðraður á sosialum miðlum seinasta samdøgrið, og er tað nakað annað stað í heiminum enn í Argentina, og serliga í Buenos Aires, at hann hevur støðu næstan sum ein gudur, so er tað í Napoli. Tá Diego Maradona kom til felagið í Suðuritalia úr Barcelona í 1984, hevði tað ongantíð vunnið eitt meistaraheitið. Tað broytti lágvaksni gandakallurin við 10-talinum á rygginum uppá.

Bæði í 1987 og í 1990 vann Napoli krútsterku Serie A, og Maradona er veruliga ein hetja í býnum. Hann hevur verið heiðraður uttanfyri leikvøllin í gjárkvøldið og í dag, og nú fer San Paolo skjótt at bera hansara navn. 

Luigi De Magistris, borgarstjóri, sigur við AP tíðindastovuna, at tilgongdin fór longu í gongd í morgun, og at hon helst fer at ganga skjótt, tí hann ímyndar sær ikki, at nakar fer at seta seg ímóti, at leikvøllurin hjá S.S.C Napoli framyvir skal eita San Paolo-Diego Armando Maradona

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. november 2020

58 Leygardagur 28. november 2020

Filmsupptøkur á HBO: Yvir Sørvágsfirði við luftballón

Tað er ikki bara James Bond, sum verður tikið upp í Føroyum

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

James Bond filmsupptøkunum úr Kalsoynni verða vit noydd at bíða eftir til einaferð í vár, men longu nú ber til at síggja aðrar hugtakandi filmsupptøkur, sum eru gjørdar í Føroyum.

Talan er um røðina “His Dark Materials”, sum sæst á HBO.

Í fyrsta parti av nýggjasta umfarinum, sum sæst á HBO næstu vikurnar, eru vakrar náttúru myndir úr Føroyum. Yvir Vestmannasundi og yvir Sørvágsfirði.

[object Object]

Í fyrstu myndini sveimar ein luftballón framvið Trøllkonufingri. Í bakgrundini sæst Skælingsfjall.

[object Object]

Í næstu myndini sveimar luftballónin móti Norðradali, og á triðju myndini er luftballónin yvir Sørvágsfirði, og útsýni er yvir Drangarnar, Tindhólm, Gáshólm og Mykines.

[object Object]

His Dark Materials sæst á HBO Nordic.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. november 2020

59 Leygardagur 28. november 2020

Bygdaráðið á Nesi hevur endaliga skipað seg

Nú er greitt, júst hvør verður í hvørjari nevnd frá 1. januar. Heini Súnason Kristiansen, ið fekk flest atkvøður, skal standa á odda fyri nýggjari nevnd

 
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Á almennum bygdaráðsfundi seinasta hóskvøld skipaði nývalda bygdaráðið í Nes kommunu seg.

Áðrenn var greitt, at Súni í Hjøllum fór at verða valdur til borgarstjóra, og Heini Súnason Kristiansen bleiv valdur til varaborgarstjóra. Heini er upprunaliga av Skála, og hann fekk flest atvøður, 150, á valinum 10. november. Heini Súnason Kristiansen verður formaður í nýggju umhvørvisnevndini.

Hinir bygdaráðslimirnir í Nes kommunu eru Høgni Hansen, Elin á Torkilsheyggi, Jan Højgaard, Dakko Petersen og Rannvá í Túni Petersen.

Nevndarsessirnir eru soleiðis býttir:
Fíggjarnevndin: Súni í Hjøllum, formaður, Heini Súnason Kristiansen næstformaður,  og Høgni Hansen

Tekniska nevnd: Dakko Petersen, formaður, Elin á Torkilsheyggi, næstforkvinna. og Jan Højgaard

Mentanarnevndin: Elin á Torkilsheyggi, forkvinna, Jan Højgaard, næstformaður, og Rannvá í Túni Petersen.

Trivnaðarnevndin: Høgni Hansen formaður, Dakko Petersen, næstformaður og Rannvá  í Túni Petersen.

Umhvørvisnevndin: Heini Súnason Kristiansen, formaður, Elin á Torkilsheyggi og Rannvá í Túni Petersen

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. november 2020

60 Leygardagur 28. november 2020

Delmar Tausen aftur borgarstjóri í Hovi

Delmar Tausen fer undir sítt fjórða valskeið sum borgarstjóri – Hann tekur við eftir Jónsvein Hovgaard, sum hevur verið borgarstjóri seinastu fýra árini

 
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Tað verður Delmar Tausen, sum tekur við sum borgarstjóri í Hovs kommunu í nýggja árinum eftir Jónsvein Hovgaard, sum ikki stillaði upp aftur.

Delmar Tausen gjørdist toppskorari á valinum í kommununi við 28 atkvøðum. Hann hevur sitið fimm valskeið í býgdaráðnum í Hovs kommunu – trý av teimum sum borgarstjóri, og verður komandi valskeið sostatt hansara fjórða valskeið sum borgarstjóri.

Fimm fólk stillaðu upp til valið í Hovs kommunu, og trý teirra vórðu vald inn. Tey eru – umframt Delmar Tausen – Jón Midjord, og Bergljót Ludvig.

Limirnir í nývalda bygdaráðnum stillaðu øll upp á Lista A. Listi B, sum hevði tvey valevni, fekk einki umboð.

Tað verður Jón Midjord, sum verður varaborgarstjóri komandi valskeið.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. november 2020