Vinnustovnurin
Vinnustovnurin
Vinnustovnurin

Bókhaldari

Ert tú ein tænastusinnaður og eldhugaður bókhaldari, ið trívist í einum óformellum arbeiðsumhvørvi við góðum starvsfeløgum, er tað møguliga tær vit leita eftir.

Søkt verður eftir bókhaldara at byrja 1. juni ella eftir nærri avtalu.

Sum bókhaldari á Vinnustovninum kemur tú at hava ein lyklaleiklut í fyrisitingini av stovninum og avgerandi ávirkan á, hvussu arbeiðið á Vinnustovninum verður útint í mun til at halda landsins reglur um roknskaparhald og játtanarskipan. Vit bjóða góða og holla upplæring í starvinum, fakliga menning og viðkomandi skeið.

Um starvið

Arbeiðið fevnir um at røkja og fyrisita bókhaldið hjá Vinnustovninum, umframt vanligt skrivstovuarbeiði o.a.

Stovnarnir undir Vinnustovninum hava felags bókhald og talan er tískil um eitt spennandi og avbjóðandi starv, har tú kemur at røkja fleiri stovnsnummur í Fíggjarskipan Landsins. Talan er t.d. um kreditor- og debitorrøkt, innlesa roknskaparskjøl- og dátur, umsiting av rokningaverkgongd, og avstemningar av kontoum. Starvið fevnir eisini um umsiting av lønarbókhaldinum, t.d. leggja inn lønarsáttmálar, útgjald av lønum, eftirreguleringar, frítíðarløn- og ískoyti o.a.

Bókhaldið á Vinnustovninum nýtir m.a. BSL (Búskaparskipan Landsins) og Navision.

Førleiki

  • Tú skal hava viðkomandi útbúgving innan bókhald ella royndir, sum kunnu javnsetast við útbúgving.
  • Tú skal hava góð samstarvsevni, vera fyrikomandi og røkin, og hava evni at arbeiða sjálvstøðugt.
  • Tú skal hava góðar kt-førleikar og hava lætt við at seta teg inn í nýggjar skipanir. Arbeiðsroyndir við Búskaparskipan Landsins og Navision er ein fyrimunur, men ikki ein treyt.

Løn og setanartreytir

Starvið er fulla tíð og verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.

Umsóknir

Send okkum ein umsókn við prógvum, CV og møguligum viðmælum til:

Vinnustovnurin

Skálatrøð 20

Postrúm 73

110 Tórshavn

ella sum teldupostur til: jt@vs.fo

Umsóknir skulu verða merktar “bókhaldari” og verða Vinnustovninum í hendi í seinasta lagi sunnudagin 7. apríl 2024.

Lýsing er stovnað11. March 2024
Umsóknarfreist8. April 2024
Stað
20 Skálatrøð, Tórshavn 100, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki