Starv sum skeiðslærari á Trygdardeplinum við Áir

Starv sum skeiðslærari á Trygdardeplinum við Áir

SETANARVIÐURSKIFTI:
Eitt fast fulltíðarstarv verður sett á Trygdardeplinum við Áir frá 1. okt. 2021 ella eftir avtalu.

STARVIÐ:
Hálva tíð undirvísing í brunaverju, eldsløkking og roykkaving og hálva tíð til- og avriggan í sambandi við skeið, viðlíkahald av bygningum, sløkki- og aðrari útgerð.

SKEIÐSLUTTAKARAR:
Tey, ið fáa upplæring í eldsløkking og trygd v.m. á Trygdardeplinum, eru í høvuðsheitinum: Sjófólk, sløkkiliðsfólk og starvsfólk á virkjum og stovnum.

FØRLEIKAKRØV:
Umsøkjarin skal hava útbúgving sum maskinmeistari ella maskinist, ella aðra útbúgving, sum kann javnmetast. Neyðugt er, at viðkomandi hevur royndir at arbeiða við teldu. Tann, ið sett/ur verður, skal hava góð samstarvsevni, vera fyrikomandi, ágrýtin og før/ur fyri at arbeiða sjálvstøðugt.

LØNAR- OG SETANARTREYTIR:
Undirvísingarparturin verður løntur sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Fakfelagið Maskinmeistaralærarar og viðlíkahaldsparturin við avvarðandi fakfelag. Arbeiðsstaðið er á Trygdardeplinum við Áir.

UMSÓKNIR:
Umsóknir skulu sendast til: [email protected] ella ”Trygdardepilin við Áir, Við Áir 2, FO-420 Hósvík”.

UMSÓKNARFREIST:
Umsóknir, saman við avriti av prógvum, og møguligum viðmælum, skulu vera Vinnuháskúlanum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 17. sept. 2021.

NÆRRI UPPLÝSINGAR:
Nærri fæst at vita um starvið, við at venda sær til: Róa H. Rasmussen, deildarleiðara, á telefon 229942, ella Símun Poulsen, stjóra, á telefon 517220.

STARV SUM SKEIÐSLÆRARI Á TRYGDARDEPLINUM VIÐ ÁIR
Nóatún 2. FO-100 Tórshavn. Tel 350 250. Faks 350 251. www.vh.fo