VERKÆTLANARLEIÐARI TIL 

VISIT TÓRSHAVN 

 

Fá útheimin sum títt arbeiðspláss 

– og fá útheimin heim til Føroya

 

Vinnuferðafólk eru fólk, sum ferðast í vinnuligum ørindum. Visit Tórshavn, Visit Faroe Islands og Tórshavnar kommunu eru farin at samstarva um at menna føroysku vinnuferðavinnuna. Nú er tørvur á verkætlanarleiðara – er tað tær, vit leita eftir?

 

Í hesum starvinum sleppur tú at arbeiða í einum altjóða umhvørvi, har tú fert at marknaðarføra Føroyar og Havnina sum eitt ráðstevnu- og fundarstað. Tú arbeiðir fyri okkum á Visit Tórshavn, meðan skrivstovan er á Visit Faroe Islands.

 

Starvið inniber

• At marknaðarføra Føroyar og Havnina 

• At menna Føroyar sum burðardygt ferðamál 

• At samskifta við kundar og netverk úr øllum heiminum 

• At bjóða upp á ráðstevnur 

• At samskifta við føroyskar ambassadørar í vinnuferðavinnu 

 

Hetta setur krøv til, at tú hevur royndir við altjóða marknaðarføring og dugir at arbeiða sjálvstøðugt. 

 

Vit vænta, at tú

• Hevur royndir innan altjóða sølu og marknaðarføring 

• Hevur viðkomandi akademiska útbúgving 

• Tosar og skrivar gott enskt og dugir at samskifta á grannamáli 

  • Ert málsøkin og hevur altjóða seljaralyndi 

 

Vit kunnu bjóða tær eitt spennandi fulltíðarstarv við nógvum samskifti úteftir á høgum fakligum stigi, ið tú verður við til at skapa. Tú kanst vænta ein fjølbroyttan gerandisdag og nógva uttanlandsferðing. 

 

Løn og setanartreytir 

Hetta er eitt tíðaravmarkað starv fyri fólk í barnsburðarfarloyvi. Starvið verður sett sum skjótast og er tíðaravmarkað til mai 2024 – kanska longur. 

 

Tú fært løn eftir avvarðandi sáttmála. 

 

Send umsókn 

Umsóknir til starvið við viðkomandi avritum skulu sendast til liljanw@torshavn.fo. Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 5. februar 2023, og starvið verður sett skjótast til ber.

 

Allar umsóknir verða sjálvandi viðgjørdar í trúnaði. 

 

Tú kanst frætta nærri við at venda tær til Liljuna Weihe, stjóra, á 288482 ella á liljanw@torshavn.fo. Tú kanst eisini seta teg í samband við Annleyg Lamhauge, sum verður tín nærmasti starvsfelagi á Visit Faroe Islands á 556136 ella annleyg@visitfaroeislands.com.

 

Visit Tórshavn 

Niels Finsens gøta 17 

P.O. Box 379 

FO-110 Tórshavn 

www.visittorshavn.fo