Starvsfólk til Umlættingarheimið Dáin í Klaksvík - endurlýsing

Starvsfólk til Umlættingarheimið Dáin í Klaksvík - endurlýsing

Søkt verður eftir einum námsfrøðingi til Umlættingarheimið Dáin at byrja 1. apríl 2021 ella eftir nærri avtalu.
Starvið er 25 tímar um vikuna.
Arbeitt verður gerandisdagar og í vikuskiftum, dag-, kvøld- og náttarvakt.

Dáin er ein samdøgurstovnur, har børn, ung, vaksin og eldri menningartarnað koma til umlætting í styttri ella longri tíðarskeið. Talan er um bæði skipaða umlætting, har ávísir bólkar eru, og umlætting har fleiri aldursbólkar eru umboðaðir samstundis.
Eisini er eitt frítíðartilboð knýtt at stovninum, sum er opið gerandisdagar eftir skúlatíð.

Arbeiðsuppgáva
Starvsfólkini skulu virka fyri at borgarnir sum koma til umlætting fáa neyðugan stuðul og umsorgan, soleiðis at tey fáa ein tryggan og mennandi gerandisdag.
Vit taka støði í einstaka borgaranum, soleiðis at hann fær bestu umstøður at mennast og fær umsorgan, ið er bygt á javnvirðið, á høgum námsfrøðiligum støði.
Vit skulu skapa eitt umhvørvi, har social samvera, tryggleiki og lívsvirði eru í hásæti.
Vit vegleiða og stuðla borgaranum í vanligum dagligum virki og taka atlit til hvat borgarin megnar.

Førleikar
Søkt verður eftir fólki við námsfrøðiligari útbúgving.
Um eingin við omanfyrinevndu útbúgving søkir, kann hjálparfólk verða sett í tíðaravmarka starv.

Væntanir
Vit vænta at umsøkjarin leggur dent á gott samskiftið við borgarar, avvarðandi, starvsfólk og myndugleikar – eitt samskifti bygt á javnvirði og gjøgnumskygni, og kann arbeiða sjálvstøðugt.
Harumframt verður vænta at umsøkjarar eru væl fyri sálarliga, likamliga og fakliga, hava koyrikort til bil og vanligan KT-førleika.
Setunar- og lønarviðurskiftir eru sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið. Flokkingin er frá stig 11 – 22.

Umsókn saman við prógvi og møguligum viðmælum kann sendast okkum umvegis teldupost [email protected] og verða okkum í hendi í seinasta lagið 9. Mars. 2021.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Joan Midjord, leiðara á tlf. 297750, ella Vinni Lilaa, varaleiðara á tlf. 457187, gerandisdagar, kl. 10.00 – 16.00.

Umlættingarheimið Dáin
Mýrivegur 11
FO-700 Klaksvík