Húsavørður til Fuglafjarðar skúla

Húsavørður til Fuglafjarðar skúla

Fuglafjarðar skúli er í stórari menning, og fær nýggjan barnaskúla, sum verður liðugur í november 2020. 

Skúlin verður meir enn ein vanligur skúli, og verður opin frá tíðliga á morgni til seint á kvøldi, ein mentanardepil, ið eisini fer at rúma musikkskúla, kvøldskúla, tónlist, leiki, felagshøll o.a. 

Húsavørðurin fær ábyrgd av at tryggja røkt og viðlíkahald av bygningunum í samráð við teknisku deild hjá kommununi. 

Vit sóknast tí eftir eini eldsál at halda okkara snotiligu bygningar í góðum standi, og at syrgja fyri, at teknisku skipanirnar virka.

Førleikar
Rætti umsøkjarin hevur handverkaraútbúgving, góðan tekniskan sans, gott eyga fyri røkt, og er nærlagdur og framfúsur.

Húsavørurin skal tó eisini vera fúsur at hjálpa til á øðrum stovnum hjá kommununi, um tørvur er á tí, t.d. í sambandi við størri tiltøk.

Fyri starvið er galdandi
Húsavørðurin kemur at starvast á einum øki, sum broytist og mennist skjótt, og má tí tola at vera virknin í hesum broytingum. 

Nógv fólk í øllum aldri hava sína dagligu gongd í Fuglafjarðar skúla, og er tað tí ein treyt, at húsavørðurin er fyrikomandi og tænastusinnaður.

Virksemi verður frá tíðliga á morgni til seint á kvøldið, og verða arbeiðstíðirnar tilrættislagdar eftir tørvi. Roknast má tí við úrtíðararbeiði. Húsavørðurin má vera vælskipaður.

Starvið verður sett av Fuglafjarðar kommunu og starvsstaðurin verður í Fuglafjarðar skúla.

Løn
Starvið verður lønt sambært avvarðandi yrkisfelag


Setan
Miðað verður eftir at seta starvið skjótast tilber, ella við starvsbyrjan 1. januar 2020



Nærri Kunning

  1. Møguligir spurningar um starvið fáast við at venda sær til Ann Fuglø á 238012 ella [email protected]
  2. Umsóknin skal sendast til [email protected]
  3. Umsóknarfreistin er 29. november 2019 kl. 12.00.
  4. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði