Timburmaður søkist

Timburmaður søkist

Norðsetur søkir eftir einum álítandi og arbeiðssomun timburmanni at smíða elementir á virkinum í Hvalvík at byrja beinanvegin.

Arbeiðið fevnir um at smíða timburelementir so liðug sum gjørligt, har minst møguligt arbeiðið er á staðnum, tá húsini verða gjørd liðug.

Vit vænta at tú leggur stóran dent á góðsku og trívist við at fáa arbeiðið at ganga skjótt og væl. Umráðandi er, at tú hevur gott eyga fyri timburarbeiðið og dugir at síggja elementini fyri tær á staðnum. Eisini ert tú skjótur at siga frá, um okkurt manglar ella krevst at broytast.

Vit bjóða góðar arbeiðsumstøður, spennandi uppgávur og løn eftir avtalu.

Meir fæst at vita við at ringja til Helga Olsen, stjóra, á tlf. 422277.

Norðsetur P/F