Hevur tú áhuga fyri at arbeiða við røkt og umsorgan?

Hevur tú áhuga fyri at arbeiða við røkt og umsorgan?

Heilsuskúli Føroya søkir nú aftur eftir næmingum til heilsuhjálparaútbúgvingina, at byrja hálvan august 2021.

Á heilsuhjálparaútbúgvingini fært tú neyðugu førleikarnar til at arbeiða við grundleggjandi røkt og ein útbúgving sum gevur atgongd til víðari lestur til heilsurøktara.

Á heilsuhjálparaútbúgvingini lærir tú um røkt, umsorgan og stuðul til dagligt virksemi, við støði í tørvi, orku og lívssøgu borgarans.

Útbúgvingin til heilsuhjálpara tekur 15 mánaðir. Hevur tú royndir innan økið, ber til at fáa part av starvsvenjingini góðskrivaða.

Til heilsuhjálpara krevst 9. flokkur og eitt ára starvsroyndir, ella 10. flokksprógv. Tað er ikki eitt krav at tað eru arbeiðsroyndir innan fyri røkt.

Undir lesnaðinum fáa næmingar SU. Til ber at søkja um SU á studni.fo.

Eftir lokna útbúgving er arbeiðsøki í høvuðsheitum innan hesi arbeiðsøki:
• Heimatænastan
• Ellis- og røktarheim
• Sambýlir
• Stuðulstænastan

Umsókn
Hevur hetta tín áhuga, vildu vit fegin fingið eina umsókn frá tær. Til ber at søkja við at fara inn á innskriving.fo ella við at senda umsóknina til [email protected]. Freistin at søkja er 15. mars.

Tú ert altíð vælkomin at ringja til skúlan á 614210, um tú hevur spurningar, ella skriva til okkum á [email protected].