Sálarfrøðingar til Sernám

Sálarfrøðingar til Sernám

Søkt verður eftir tveimum sálarfrøðingum til Sernám. Talan er um barsilsfarloyvisstørv 3/4 tíð at seta 1.november 2019 ella skjótast eftir tað. Annað starvið er til smábarna- og fólkaskúlaøkið, og er í løtuni knýtt til toymi, sum hevur Tórshavn og Sandoynna, meðan hitt starvið er til serliga skipað miðnám og eftirskúlan Rásin. Tilskilast skal í umsóknini, um umsøkjarin bert ynskir at søkja annað starvið.

Starvið til smábarna- og fólkaskúlaøkið:
Arbeiðsøkið hjá Sernámi er um alt landið, og starvið til smábarna- og fólkaskúlaøkið er í løtuni knýtt til toymi, sum hevur Tórshavn og Sandoynna.

Arbeiðs- og ábyrgdarøki:
• 
Samstarva við starvsfólk og foreldur um sálarfrøðiligar og sernámsfrøðiligar tilgongdir
• Veita ráðgeving og vegleiðing til starvsfólk og foreldur
• Gera sálarfrøðiligar metingar/kanningar av børnum og ungum
• Samskipa og uppfylgja sálarfrøðilig og sernámsfrøðilig tiltøk í samráð við starvsfólk í skúlum og dagstovnum
• Veita starvsfólki supervisión

Arbeiðsøkið er stórt og fjølbroytt við nógvum samskifti við starvsfólk, leiðslur, avvarðandi og aðrar viðkomandi stovnar, og tí vænta vit, at umsøkjari:
• Er við í tvørfakligum samstarvi, innanhýsis og uttanhýsis
• Er við í tvørgreinaligum samstarvi við aðrar stovnar
• Er við í at menna sálarfrøðiliga og sernámsfrøðiliga virksemið í skúlum og stovnum
• Dugir at nýta metingar/kanningarúrslit í sálarfrøðiligum og sernámsfrøðiligum tilgongdum
• Kann arbeiða sjálvstøðugt og hevur góð samstarvsevni
• Er fúsur at royna nýggjar leiðir og tolir broytingar
• Dugir at orða seg í skrift og talu

Starvið til miðnámsskúlaøkið:
Starvið verður staðsett í Sernámi við tænastu í skúlunum, har sertilboð og serbreytir eru. Umframt serbreytir á Glasi, í miðnámi á Kambsdali og Tekniska skúla í Klaksvík, eru í løtuni tveir serflokkar innan autismuøki á Glasir, og Rásin, sum er ein eftirskúlin til ung við menningartarni.

Endamálið við eini sálarfrøðiskipan í miðnámsskúlahøpi innan serliga skipað miðnám er at tryggja trivnað og serliga menning hjá næmingunum á serliga skipað miðnám ígjøgnum ráðgeving, supervisión og førleikamenning til starvsfólkatoymini á serliga skipað miðnám.Í sambandi við serliga skipað miðnám og Rásina luttekur sálarfrøðingurin í ráðgeving, visitering og samskipan av hesum tilboðum.

Arbeiðs- og ábyrgdarøki:
• 
Veita ráðgeving og vegleiðing til lestrarvegleiðarar og starvsfólk
• Veita innanhýsis supervisión
• Í serstøkum førum at hava samrøður við næmingar
• Samskipa sernámsfrøðilig tiltøk í samráð við skúlan
• Ráðgeva og vísa til onnur stuðuls- og viðgerðarstøð

Harumframt vænta vit, at umsøkjarin:
• Dugir at nýta kanningarúrslit í ítøkiligum námsfrøðiligum- og viðgerðaruppskotum
• Kann menna sernámsfrøðiliga virksemi í miðnámsskúlunum
• Kann arbeiða sjálvstøðugt og hevur góð samstarvsevni
• Er fúsur at royna nýggjar leiðir og tolir broytingar
• Dugir at orða seg í skrift og talu

Til størvini bjóða vit:
Áhugavert og avbjóðandi starv við fjølbroyttum uppgávum
• Tvørfakligt mennandi umhvørvi í tøttum samstarvi við starvsbólkarnar í Sernámi, á dagstovnum, í fólkaskúlunum, á miðnámsskúlunum og á eftirskúlanum
• Fakligt samstarv við sálarfrøðingarnar á stovninum
• Supervisión
• Førleikamenning eftir umstøðum og tørvi

Førleikakrøv:
Prógv sum cand. psych ella cand. pæd. psych ella útbúgving, sum er javnsett við hesar. Fyrimun hava umsøkjarar við løggilding ella royndum innan serøkið ella royndum við børnum við serligum tørvi í skúlum og dagstovnum.

Setanartreytir til starvið:
Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelag Føroya.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Margreth Olsen, stjóra, á telefon 360 200 ella í teldubrævi til [email protected].

Umsóknarfreist:
Umsóknir við avriti av prógvum, CV og øðrum viðkomandi skjølum, skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin 19. september 2019 og skulu sendast til:

Sernám
á Frælsinum
Postboks 2036
FO-110 Tórshavn
ella sum teldubræv til
[email protected]

Sernám veitir sernámsfrøðiliga ráðgeving, vegleiðing og stuðul, soleiðis at børn og ung kunnu styrkjast í menningini, sum umfatar sosiala, kropsliga, persónliga, málsliga og kognitiva menning.
Í løtuni er Sernám í eini broytingartilgongd, og tann, ið settur verður, má vera sinnaður at luttaka virkin í hesi tilgongd umframt tola broytingar í starvinum.