Verkætlan um ferðavinnupolitikk og menningarstrategi

Verkætlan um ferðavinnupolitikk og menningarstrategi

Kunningarstovan í Fuglafirði og Fuglafjarðar kommuna søkja eftir verkætlanarleiðara at orða ein ferðavinnupolitikk fyri kommununa og gera eina menningarætlan fyri økið.

Ferðavinnan er í stórum vøkstri, og hetta merkist eisini í Fuglafirði. Tí er neyðugt við skipaðum umstøðum og fjøltáttaðum tilboðum, sum á ein burðardyggan hátt draga bæði føroysk og útlendsk vitjandi, og samtíðis økja um trivnaðin hjá íbúgvunum í økinum við at fjálga um mentanarlív og virksemi.

Ferðavinnupolitikkurin skal taka støði í menningarætlanini hjá Visit Faroe Islands og soleiðis verða partur av bæði Visit Fuglafjørður og Visit Eysturoy.

Um verkætlanina
Arbeiðssetningurin er at orða ein ferðavinnupolitikk og eina menningar- og virkisætlan fyri Fuglafjarðar kommunu við ítøkiligum tilmælum, ið kann eggja til nýskapan og birta uppundir nýggjar møguleikar innan ferðavinnu og aðra upplivingarvinnu.

Ferðavinnupolitikkurin og menningarstrategiin skal taka støði eini greining av samstørvum og møguleikum í Fuglafirði og Eysturoy og byggja uppá ætlanir og ynskir hjá íbúgvum, aktørum og kommununi. Talan er um at:

• Gera eina langtíðararætlan fyri nýskapandi og burðardygga ferðavinnu í økinum
• Gera eina menningarstrategi við átøkum og tilmælum
• Tryggja at ferðavinnan byggir uppá mentan og virkisfýsni í nærumhvørvinum
• Økja um møguleikarnar fyri vøkstur og menning í ferðavinnuni

Verkætlanin verður framd í samstarvi við Kunningarstovuna í Fuglafirði, og skal hugsast inn í eina størri kommunala- og samfelagsliga heild, har Visit Faroe Islands skal hava høvi til at vera við í tilgongdini.

Krøv

Í umsóknini skal umsøkjarin lýsa førleikar og royndir innan ferðavinnuna, umframt hvussu viðkomandi vil loysa uppgávuna, og hvussu arbeiðið verður skipað. Ein kostnaðarmeting og tíðarætlan fyri verkætlanina má eisini vera við.

Kommunan velur verkætlanarleiðara út frá einari heildarmeting av verkætlanarloysn og kostnaði. Kommunan tilskilar sær rætt til ikki at velja nakra av innkomnu umsóknunum, um mett verður, at eingin teirra lýkur krøvini.

Fleiri upplýsingar um starvið
Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Kristinu Gry Berg, leiðara á kunningarstovuni, á telefon 238017 ella Rønn Eliasen, mentanarleiðara, á telefon 238014.

Umsóknin
Skrivliga umsóknin við uppgávuloysn, kostnaðarmeting og tíðarætlan fyri verkætlanina skal sendast við vanligum posti til:

Fuglafjarðar kommunu
í Støð 5
530 Fuglafjørður
ella við telduposti til:
[email protected]

Freistin at lata umsókn inn
Umsóknir skulu vera Fuglafjarðar kommunu í hendi í seinasta lagi mánadagin 15. november 2021 kl. 12:00.

Um Fuglafjarðar kommunu
Fuglafjarðar kommuna er ein virkisfús og fjølbroytt kommuna við umleið 1600 íbúgvum. Kommunan fevnir um Fuglafjørð, Kambsdal og Hellurnar.

Kunningarstovan, ið eisini verður nevnd Visit Fuglafjørður, er bygnaðarliga partur av mentanardeildini, svarar fíggjarliga til Vinnu – og havnanevndina og umsitur ferðavinnu.