Vit sóknast eftir maskinmeistara til elverkini innan varandi orku.
Deildin “Grønu orkuverkini” fevnir um umsiting og rakstur av øllum elverkunum innan varandi orku í meginøkinum, og starvið snýr seg í høvuðsheitum um elframleiðslu úr varandi orkukeldum. Í toyminum eru 8 starvsfólk.
Meginøkið fevnir um Vágar, Streymoy, Eysturoy, Norðoyggar, Sandoy, Nólsoy, og Hestoy, og elverkini, sum talan er um, eru vindmyllulundirnar í Húsahaga, Porkerishaga og Neshaga, Eiðisverkið, Fossáverkið, Mýruverkið, Heygaverkið og Elverkið á Strond, umframt nýggj vind- og vatnorkuverk. Deildin varðar eisini av elverkunum á útoyggj.
Málið við starvinum er styrkja um arbeiðið at gera elframleiðsluna so burðardygga sum til ber, og dentur skal leggjast á, at framleiðslueindirnar altíð eru væl røktar og rigga væl.
Arbeiðið fevnir um rakstur og viðlíkahald, og tú fert í ávísan mun at fáast við fyrisitingarligar uppgávur og umsiting, við tað at partur av dagliga viðlíkahaldinum verður gjørt av uttanhýsis veitarum, sum hava serfrøði innan ymisku viðlíkahaldsuppgávurnar, serliga innan vindorku.
Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir innan fleiri av hesum økjum:
Fyri at kunna røkja starvið krevst full maskinmeistaraútbúgving, t.e. víðkað maskinmeistaraprógv.
Umráðandi er, at tær dámar væl at arbeiða sjálvstøðugt, ert liðleikari og ikki smæðist at samskifta við onnur. Tú klárar teg væl innan norðurlendsku málini og á enskum, bæði munnliga og skrivliga.
Fyrimunur er um tú er kropsliga væl fyri og dáma væl at loysa ymsar uppgávur.
Telda og net eru týðandi amboð, góður kunnleiki innan skrivstovuforrit er ein treyt, og týðandi er at hava evni og áhuga at læra seg nýggjar skipanir. Koyrikort til persónbil neyðugt.
Á Sev eru vit av teirri áskoðan, at starvsfólkahópurin hevur tað best, tá ið javnvág er ímillum arbeiðslív og familjulív, og tí lurta vit eisini eftir tínum ynskjum og tørvi.
Vit bjóða:
Setanarstaðið er á Fossáverkinum í Vestmanna, og arbeiðið fevnir um allar Føroyar, hóast størsti parturin er í Vestmanna. Tú vísir til Sæmund Tausen, verkmeistara á Grønu orkuverkunum.
Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Maskinmeistarafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, lønarflokkur 12. Tú verður eisini partur av tilkallivakt.
Hevur hetta tín áhuga, fáast fleiri upplýsingar um starvið frá Sæmund Tausen, verkmeistari, á telefon 286902 ella Hera Mortensen, deildarstjóra fyri framleiðslu, á telefon 218419. Umsóknarfreistin er 25. mars 2025 kl. 12.00.
Send okkum umsókn, prógv og onnur viðkomandi skjøl á starv@sev.fo, viðmerk: maskinmeistari grønu orkuverkini.
Sev tryggjar føroyska samfelagnum støðugan streym alt samdøgrið. Ágrýtni starvsfólkahópurin ber hvønn dag Sev framá í týðandi leiklutinum sum samfelagsins lívæðr, undir virðisorðunum: samstarv, eldhugi og virðing. Vit stremba áhaldandi eftir at fáa sum mest av elframleiðsluni burtur úr varandi orkukeldum. Sev er fólksins ogn – allar kommunurnar í Føroyum eiga Sev, ið var stovnað 1. oktober 1946.