Fjarhitafelagið søkir eftir roknskaparfólki

Fjarhitafelagið søkir eftir roknskaparfólki

Fjarhitafelagið hevur brúk fyri einum dugnaligum starvsfólki at taka sær av dagliga bókhaldinum og fíggjarligu uppgávunum.

Starvið verður sett skjótast gjørligt.

Til fyrimunar er, um tú
• hevur skrivstovuútbúgving ella aðra viðkomandi útbúgving
• hevur royndir innan almenna ella privata fíggjarumsiting
• ert røkin, hevur góð samstarvsevni og evni at arbeiða sjálvstøðugt

Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.

Skrivlig umsókn við avriti av prógvum, viðmælum o.ø. skal sendast til:

Fjarhitafelagið P/f
Smyrilsvegur 13
Postboks 3215
110 Tórshavn
ella í telduposti til: [email protected]

Freistin at søkja starvið er 22. mai 2022. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Hans Chr. Dam, stjóra, á tlf. 319559 ella 214062. Fyrispurningar verða viðgjørdir í trúnaði.

Meira fæst at vita um Fjarhitafelagið á heimasíðu okkara: www.fjarhiti.fo