Tíðindafólk til verkætlanarstarv

Tíðindafólk til verkætlanarstarv

Søkt verður eftir tíðindafólki at framleiða politiskt tilfar til Portalin og Blaðið Vikuskifti í november og desember.

Um starvið
Viðkomandi skal átaka sær eina uppgávu, har ávíst politiskt evni verður fylgt tættari og neyvari, enn tað vanliga verður gjørt í okkara miðlum. Talan er um uppgávu og arbeiði, svarandi til knappar tvær mánaðarlønir.

Tilfarið verður givið út leypandi, tá aktuell tíðindi eru um evnið.

Tínir førleikar
• Ert ágrýtin og brennur fyri tíðindaflutningi
• Málsliga væl fyri
• Dugir væl at arbeiða sjálvstøðugt
• Viðkomandi útbúgving ella royndir eru eitt krav

Løn og setanartreytir
Starvið verður lønt út frá miðlastuðli til verkætlanir, sum miðlastuðulsnevndin hevur latið, sum er beint undir tvær mánaðarlønir. Fyrsti partur av lønini verður útgoldin aftan á fyrsta mánaðin, og restin tá Mentamálaráðið hevur útgoldið allan stuðulin.

Hevur tú spurningar um starvið/verkætlanina, ber til at ringja til Inga Samuelsen á telefon 222273.

Umsókn skal sendast til [email protected] í seinasta lagi týsdagin 11. oktober.

Um Portalin
Portalurin er óheftur, framkomin og livandi miðil, og borðreiðir við at kalla øllum, sum rørir seg í føroyska samfelagnum umframt ein breiðan dekning uttanlands. Arbeitt verður allatíð við at gera miðilin betri og tillaga seg til tørvin hjá fólki í dagsins samfelag.

Høvuðsskrivstovan er á Bryggjubakka í Havn.