Ergo- ella fysioterapeutur til Økistænastuna í Sandoyar Sýslu

Ergo- ella fysioterapeutur til Økistænastuna í Sandoyar Sýslu

Søkt verður eftir einum dugnaligum og eldhugaðum ergo- ella fysioterapeuti, ið hevur hug og hegni til at
menna og mynda økisterapiina í Økistænastuni.

Økistænastan í Sandoyar sýslu veitir heima- og sjúkrarøkt til áleið 80 heimabúgvandi borgarar, aftrat hesum eru trý røktarheim við tilsamans 26 bú- og stutttíðarplássum. Økistænastan í Sandoyar Sýslu er skipað sum ein samantvinnað eind. Arbeitt verður miðvíst við at tryggja borgarunum eina fakliga dygdargóða samskipaða heildartænastu, har støði verður tikið í gerandisdagin hjá borgaranum. Stórur dentur verður lagdur á fleksibilitet og tvørfakligt samstarv í Økistænastuni.

Í Økistænastuni starvast í dag ein økisterapeutur, ið veitir heilsufremjandi-, fyribyrgjandi-, endurvenjandi og viðlikahalds venjingar til eldri borgarar heima og á bústovni. Sum ergo- ella fysioterapeutur kemur tú at kanna, greina og meta um virkisførleikar hjá eldri borgarum heima og á bústovni og gera venjingarætlanir saman við teimum, ið styrkja teirra virkisførleikar, soleiðis at tey klára seg uttan hjálp ella við minni hjálp frá Økistænastuni.

Førleikakrøv og persónligir eginleikar:
Tú ert útbúgvin ergo- ella fysioterapeutur, hevur vitan um vanliga aldring og eldrasjúku og dugur at vegleiða og undirvísa. 
Tú hevur góð samskiftis- og samstarvsevnir og dugir og megnar at samstarva tvørfakligt. 
Tú ert fleksibul, hevur eitt gott yvirblik og ert virkin og fremur úrslit. 
Tú hevur eitt lætt lyndi, lítur frameftir og tekur stig til betranarátøk, har tú saman við leiðslu setir mál, ið tryggja eina haldgóða tænastu til borgaran.
Tú hevur góðar KT- førleikar og førleikar at miðla vitan, skrivliga eins væl og munnliga.

Vit bjóða:
Eitt sjálvstøðugt og fjølbroytt starv, har tú ert við til at mynda og menna tænasturnar í økinum. Dugnalig og ágrýtin starvsfólk. Eitt eldhugað leiðslutoymi, ið saman við starvsfólkunum arbeiðir fyri at menna eitt jaligt og vinarligt arbeiðsumhvørvi, har látur og humor er ein týðandi partur.

Setanarviðurskifti 
Talan er um eitt fulltíðarstarv. Tað verður sett skjótast gjørligt og verður lønt sambært avtalu
millum FMR/KAF og avvarðandi felag. Send eina umsókn við lívsrensli (CV) og prógvum og
góðkenning til: [email protected]

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Maiken Olsen, leiðara, á tlf. 793601 ella teldupost

Umsóknarfreist er 10. august 2022