Vit sóknast eftir eldhugaðum KT-mennara til fulltíðarstarv á KT-deildini
Málið hjá Sev er 100% grøn elorka á landi í 2030, og verður ein lyklaleiklutur hjá KT-mennaranum at menna loysnir at stuðla undir grønu kósini.
Starvið
Sum KT-mennari starvast tú á KT-deildini saman við sjey starvsfelagum. KT-deildin samstarvar við allar deildir á Sev.
Sev hevur nógvar ymiskar telduskipanir, ið skráseta eina ørgrynnu av dátum frá dagliga virkseminum. KT-deildin hevur ábyrgd av at menna og halda viðlíka loysnir, har ymiskar skipanir samskifta við hvørja aðra. Hetta krevur, at dátugrundarlagið og KT-undirstøðukervið verða bygd út á ein tryggan og skipaðan hátt. Nýggj krøv til Sev hava við sær, at fleiri forrit skulu mennast og at dátuarkitektururin skal dagførast. Tú verður við til saman við øðrum KT-mennara at stinga út í kortið og leggja tína ávirkan á arbeiðsháttin og úrslitið.
Uppgávurnar eru annars í høvuðsheitum at:
Tú
Vit vænta, at tú hevur:
Tað kann vera ein fyrimunur, um tú hevur royndir við:
Harumframt hevur tú ein skipaðan arbeiðshátt. Tú hevur gott hugflog, ert forvitin eftir at menna teg tøkniliga, og ert fús/ur at læra nýggja tøkni um neyðugt. Tú dugir væl at arbeiða sjálvstøðugt og skipa tínar uppgávurnar í samstarvi við onnur. Tíni samskiftisevni eru góð, tú dugir væl at lurta og gera tað torskilda einfalt hjá øðrum at skilja, eisini dugir tú at samskifta á føroyskum og enskum.
Sev
Vit bjóða tær:
Setanar- og lønarviðurskifti
Talan er um fulltíðarstarv, og setanarstaðið er Sev, Landavegur 92, Tórshavn. Okkara nýggi KT-mennari skal tola broytingar í starvinum, og at starvið t.d. kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur. Løn og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.
Umsóknin
Fleiri upplýsingar um starvið fáast frá Ólavi Brimnes, KT-leiðara, á telefon 219820. Umsóknarfreistin er fríggjadagin 19. apríl 2024, kl. 12.00. Send okkum umsókn við prógvum og viðkomandi skjølum í telduposti til starv@sev.fo, viðmerk umsóknina "KT-mennari".
Sev tryggjar føroyska samfelagnum støðugan streym alt samdøgrið. Starvsfólk hjá Sev virka undir virðisorðunum: samstarv, eldhugi og virðing. Ágrýtni starvsfólkahópurin ber hvønn dag Sev framá í týðandi leiklutinum sum samfelagsins lívæðr. Vit stremba áhaldandi eftir at fáa sum mest av elframleiðsluni burtur úr varandi orkukeldum. Sev er fólksins ogn - allar kommunurnar í Føroyum eiga Sev, ið var stovnað 1. oktober 1946.