Húsavørður til Økistænastuna í Sandoyar Sýslu

Húsavørður til Økistænastuna í Sandoyar Sýslu

Søkt verður eftir húsavørði fulla tíð í farloyvisstarv skjótast gjørligt og til 31. desember 2024.
Húsavørðurin hevur ábyrgd av dagliga rakstinum og viðlíkahaldinum av øllum bygningum og ognum hjá
Økistænasuni í Sandoyar Sýslu.

Ábyrgdarøki
 Vanligt viðlíkahald av bygningum, útbúnaði og øki rundan um bygningarnar
 Ábyrgd og eftirlit av el-skipanum, eldsløkkiskipanum, tekniskum útbúnaði og renovatión
 Uppfyllan, útkoyring og eftirlit av felagsgoymslu
 Hagreiða mat saman við økonomuni
 Flutning av búfólki o.ø.
 Røkja tænastubilarnar

Førleikar
 Útbúgving sum húsavørður, handverkari ella líknandi
 Evnir til at raðfesta og arbeiða sjálvstøðugt
 Fleksibul og virkisfús/ur at loysa skiftandi arbeiðsuppgávur
 Góðan røkiskap
 Góð samstarvs- og samskiftis evnir
 Hava koyrikort

Setanarviðurskifti
Starvið verður sett sambært sáttmála við KAF og Føroya Handverkarafelag/ Landsfelag Handverkaranna.

Um tú vilt vita meira um starvið, ert tú væl komin at seta teg í samband við Maiken Olsen, leiðara,
telefon 793601 ella á teldupost [email protected]

Umsókn
Umsókn saman við prógvum og upplýsingar um útbúgving og royndir skal sendast til t-post

Umsóknarfreist 13. mars 2022 og setanarsamrøða verður beint eftir tað.