Eurest Føroyar søkir køksfólk

Eurest Føroyar søkir køksfólk

Eurest Føroyar sóknast eftir einum dugnaligum og tænastusinnaðum køksfólki til kantinuna hjá Mest á Skála. Á leið 50 starvsfólk eta dagliga í kantinuni. Starvið er ásett til 30-35 tímar um vikuna við byrjan 10. mai 2021 ella eftir avtalu.

Arbeiðsuppgávur

Sum køksfólk er tín uppgáva at tilgera morgunmat, at seta miðmála fram sum kemur úti frá, at gera te og kaffi, at bíleggja vørur og harumframt at halda køkin og kantinuna reina og ruddiliga.

Umsøkjarin

Vit vænta, at tú hevur royndir og dámar væl at tilgera mat og at gera reint.

Setanar- og lønarviðurskifti

Starvið verður lønt sbrt. sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.

Umsókn

Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, lívsrensli, viðmælum o.ø. skal sendast til [email protected]. Viðmerkjast skal “Køksfólk til Eurest”.

Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 20. apríl 2021.

Neyvari upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Símun Midjord, leiðara á Eurest Føroyar, á tlf. 23 53 40.

Stutt um Eurest Føroyar

Eurest Føroyar er ein heildarveitingarfyritøka, ið byrjaði í 2001. Fyritøkan hoyrir til Poul Hansen samtakið og er samstundis ein partur av Compass Group Danmark, har vit fáa ráðgeving innan serøki og førleikamenning. Umleið 15 fólk starvast í Eurest Føroyar, tey flestu innan reingerð og nøkur í kantinu-skipanum.