Bilførarar til IRF

image_pdf

Vit søkja eftir einum bilførara til farloyvisstarv í innsavningarbili í eitt ár, umframt bilførarar at avloysa í summarfrítíðini í ymiskum bilum í meginøkinum.

Arbeiðsuppgávur

  • Koyra bil í sambandi við innheintan av burtukasti frá húsarhaldi, vinnu og stovnum
  • Reinhald av bili og aðrari útgerð, ið hoyrir til arbeiðsøkið
  • Aðrar líknandi uppgávur

Vit vænta av tær, at tú

  • hevur stóra koyrikortið ella ert ávegis at taka stóra koyrikortið
  • hevur góð samstarvsevnir og eisini megnar at arbeiða sjálvstøðugt
  • ert røkin, álítandi og jalig/ur
  • ert fleksibul at hjálpa til á øðrum rutum, tá ið á stendur
  • ert likamliga væl fyri

Tað er ein fyrimunur, um tú hevur viðkomandi royndir á burturkastøkinum.

Í farloyvisstarvinum er ynskiligt at tú kanst byrja skjótast gjørligt, og setanin er tíðaravmarkað til 6. apríl 2025. Sum summarfrítíðaravloysari er talan um tímalønt starv frá juni til umleið september.

Vit bjóða
Vit bjóða tær eitt spennandi starv, sum tú fært møguleika at seta tín dám á. Tú verður partur av stórari fyritøku, sum hevur víðfevnandi virksemi kring allar Føroyar. Vit hava á leið 30 bilførarar í starvi og samlaði starvsfólkahópurin hjá okkum telur umleið 100 starvsfólk, og millum hesi teljast mong, ið hava verið hjá felagnum í nógv ár. Vit eru errin av okkara starvsfólkum, sum lyfta eina uppgávu av stórum samfelagsligum og umhvørvisligum týdningi.

Løn
Størvini verða lønt sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Nærri kunning
Nærri fæst at vita um starvið við at ringja til leiðaran Adelbert Ellingsgaard á tlf. 234221 ella á teldupost ae@irf.fo.

Umsókn
Skrivlig umsókn skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 10. apríl 2024. Viðmerk í umsóknini, hvat av størvunum tú søkir. Umsóknin skal sendast til starv@irf.fo.

Um IRF
IRF skal virka fyri, at vit kunnu lata komandi ættarliðum Føroyar betri og burðardyggari. Tilverugrundarlagið hjá IRF er at savna og viðgera burturkast á umhvørvisliga rættan hátt, bæði fyri at fyribyrgja dálking av okkara umhvørvi og tryggja, at tilfeingið í burturkastinum verður hildið í ringrás. IRF skal ganga á odda á burturkastøkinum og á nýskapandi og ágrýtnan hátt gera Føroyar grønar.

Umhvørvispolitikkurin hjá IRF tekur støði í teimum 17 heimsmálunum hjá ST fyri burðardygga menning. Umhvørvispolitikkurin útgreinar kós felagsins í arbeiðinum fram ímóti at gera Føroyar reinari og burðardyggari. Les meira um umhvørvispolitikk felagsins her.