Lærlingur til The Body Shop í SMS

Lærlingur til The Body Shop í SMS

Ert tú áhugað/-ur í húðrøkt, makeup og góðari kundatænastu?

Í okkara vælvitjaða handli sóknast vit eftir einum lærlingi, sum

- brennir fyri at veita góða kundatænastu.

- elskar at læra um, greiða frá og arbeiða við vakurleikarøkt.

- gongur høgt uppí, at handilin sær snøggur út.

- er samstarvshugað/-ur og dámar at arbeiða kreativt.

- vil arbeiða við nýggjum spennandi verkætlanum.

- hevur tikið yrkisrættað prógv ella miðnámsprógv.

The Body Shop bjóðar tær eitt læruríkt, avbjóðandi og spennandi lærupláss, har tú altíð upplivir nakað nýtt. Dagliga arbeiðið inniheldur fastar arbeiðsuppgávur og gott samskifti við kundar okkara. Eisini bjóða vit makeup-skeið til kundar okkara.

Hetta læruplássið gevur tær bæði persónliga og fakliga menning.

Hevur hetta tín áhuga, so vinarliga send okkum eina umsókn við lívsrensli til [email protected]skjótast gjørligt.

Um tú hevur spurningar um eitthvørt ella vilt hoyra meira um læruplássið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á tel. 519505ella á [email protected]