19. Mai 2023
Ferðast í hagtølum?

Hvussu stórur er vøksturin í føroysku ferðavinnuni samanborin við ferðavinnuna í grannalondunum? Hvussu stór er ferðavinnan í ymsu økjunum í landinum?

Á Hagstovuni leggja vit okkum áhaldandi eftir at menna nýggj hagtalsøki. Nú leita vit eftir nærløgdum starvsfelaga at menna og framleiða enn fleiri hagtøl um føroysku ferðavinnuna, so vit síggja gongdina fyri alt landið og í ymsu økjunum í landinum.

Ferðavinna er ein tvørgangandi vinnugrein, ið fevnir um ferðafólkaflutning, gisting, matstovur, ferðaskrivstovur og aðrar vinnugreinar.

Ferðavinnuhagtøl, eins og onnur hagtøl á Hagstovuni, byggja á ásetingar og allýsingar í handbókum hjá stovnum undir Sameindu Tjóðum, so hagtølini eru sambærlig við onnur lond. Starvið krevur tí, at tú ert før/ur fyri at seta teg inn í allýsingar, hugtøk, flokkingar og hagfrøðilig háttaløg. 

Arbeiðið hjá tær kemur at taka støði í menningarætlanini, ið er lýst í forkanning hjá Hagstovuni um ferðavinnuhagtalsøkið. Tú sært forkanningina her. Ískoytisrit til menning av økisbýttum ferðavinnuhagtølum sæst her.

Ein týdningarmikil partur av arbeiðinum verður at savna inn neyðugar upplýsingar frá fyritøkum innan ferðavinnuna. Starvið krevur gott og støðugt samband við føroysku ferðavinnuna. Tú ert tí fyrikomandi og dugir væl at samskifta úteftir.

Um teg

Tú hevur hægri útbúgving innan búskaparfrøði, samfelagsfrøði, hagfrøði ella samsvarandi útbúgving, har tú kanst vísa á, at tú í útbúgvingini eisini hevur lagt dent á hagfrøði.

Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir við hagtalsviðgerð, herundir at gera stakroyndir, spurnakanningar og menna útrokningarhættir í samband við hagtalsviðgerð.

Hevur tú royndir við amboðum, so sum Power BI og kunnleika til dátugrunnar og forritanarmál sum Python, R og SQL, er hetta eisini ein fyrimunur.

Menning av hagtølum krevur tvørfakligar førleikar og tað hevur týdning, at tú ert pragmatiskur liðspælari og trívist væl at arbeiða í einum tvørfakligum umhvørvi. Vit vænta, at tú dugir at fara niður í smálutir, men samstundis hevur yvirskipaðu heildina í huga. Tú ert fyrikomandi, forvitin, spyrt tá ið tú ikki veitst, dámar væl fakligar avbjóðingar og ert opin fyri áhaldandi at førleikamenna teg.

Ferðavinna sum hagtalsøki er partur av búskaparhagtølum, og tú verður tí partur av búskapartoyminum á Hagstovuni. 

Setanar- og lønartreytir

Starvið verður sett eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.

Umsókn

Send umsókn við prógvum, lívsrensli og øðrum viðkomandi skjølum til starv@hagstova.fo.

Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til Kára Holm Johannesen, deildarleiðara á Hagdeildini, á 352809 ella á khj@hagstova.fo. Fleiri umsøkjarar kunnu setast.

Umsóknarfreistin er sunnudagin 4. juni 2023 á midnátt.

Stutt um Hagstovuna

Hagstovan tekur pulsin á føroyska samfelagnum og hevur hagfrøðiligu vitanina um fólk, samfelag, vinnu, búskap og umhvørvi í Føroyum. Hagtøl geva innlit og vitan at taka avgerðir, granska og kjakast, og eru týðandi lutur í einum framkomnum fólkaræði.

Persónlig og faklig menning eru fyritreyt fyri ein vælvirkandi stovn, og tí leggja vit stóran dent á at menna førleikarnar hjá leiðarum og starvsfólkunum. Vit stimbra eina mentan, har dentur verður lagdur á dygd, samstarv og álit.

Á Hagstovuni eru í løtuni um 20 fólk í starvi.