Tvey lærarastørv á Vinnuháskúlanum

Tvey lærarastørv á Vinnuháskúlanum

Søkt verður eftir tveimum lærarum til Vinnuháskúlan at byrja 01. februar 2022.

Lærarnir skulu kunna undirvísa í einari ella fleiri av hesum lærugreinum:
• Veðurfrøði
• Vaktartænasta
• Sjómansskapur
• Evnafrøði
• Rakstur og viðlíkahald
• Maskinfrøði
• Arbeiðstrygd

Vit leggja dent á, at lærararnir:
• duga væl at samstarva og samskifta
• hava áhuga í at læra frá sær
• hava ein jaligan hugburð mótvegis lesandi og starvsfeløgum
• stremba eftir at fáa bestu úrslitini
• áhaldandi vilja menna seg sjálvan og skúlan
• hava hegni og áhuga í nýggjari tøkni
• hava góðar málsligar førleikar, bæði í skrift og talu
• hava góðar KT førleikar

Førleikakrøv
Umsøkjarar skulu hava útbúgving sum skipsførari ella maskinmeistari, hava minst 2-ára starvsroyndir og hava staðið bachelorútbúgving frá hægri lærustovni, ella vera í holt við tilsvarandi útbúgving.

Hevur tú bachelor- ella kandidatútbúgving í einari ella fleiri lærugreinum, ert tú eisini skikkað/ur umsøkjari og kanst undirvísa í hesum lærugreinum.

Umsóknir
Eru spurningar um størvini, eru tit vælkomin at venda tykkum til Símun Poulsen, stjóra, á teldupostadressu [email protected] ella á telefon 517220.

Umsókn saman við viðkomandi prógvum og lívsrensli skal sendast til: [email protected]. Viðmerk "Lærari til Vinnuháskúlan” í yvirskriftina. Freistin at søkja størvini er mikudagin 15. desember 2021

Løn og setanartreytir
Størvini verða lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og fakfeløgini maskinmeistara- og sjómansskúlalærarna í Føroyum.

Skúlin tilskilar sær rætt til at velja millum innkomnar umsóknir ella ikki at seta nakran av umsøkjarunum í starv. Møguleiki er eisini fyri, at umsøkjari kann verða sett/ur sum tímalærari í einari ella fleiri lærugreinum.

Um Vinnuháskúlan
Vinnuháskúlin bjóðar góðar og breiðar útbúgvingar við bestu leiðsluførleikum, ið kunnu brúkast bæði á sjógvi og landi. Vinnuháskúlin fevnir um navigatiónsskúla, maskinmeistaraskúla, trygdardepil og skeiðsdeild. Føroyingar hava altíð verið eitt siglandi fólk, og tí eru maritimu útbúgvingarnar eisini millum elstu útbúgvingar í Føroyum. í skúlanum starvast uml. 50 starvsfólk. Skúlin er útgjørdur við nýggjastu tøkni til at stimbra og fjøltátta frálæruna. Les meira á heimasíðu skúlans www.vh.fo