Starvslýsing

Privatkundaráðgevi til deildina í Tórshavn

Brennur tú fyri at veita góða ráðgeving og at náa góðum úrslitum? Ert tú málsøkin, og hevur tú hug at verða partur av einum sterkum ráðgevaratoymi í einum spennandi samtaki? So er tað júst tær, vit sóknast eftir til deildina í Tórshavn, sum eisini fevnir um økini Vágar og Norðurstreymoy.

Starvið

Sum privatkundaráðgevi í BankNordik er tín fremsti leiklutur at veita dygdargóða heildarráðgeving við støði í tørvinum hjá kundanum. Starvið inniber tætt samskifti við bæði verandi og nýggjar kundar, og tað er umráðandi, at tú tímir og dugir at koma í samband við nýggjar kundar. Tú fært harafturat ein virknan leiklut í áhaldandi menningini av tænastum og kundarøkt í bankanum.

Starvið fevnir um nógvar ymiskar uppgávur, og tú skalt m.a. ráðgeva um lán, pensjón, trygging, íløgur og fíggjartænastur annars.

Førleikakrøv

Tað er ein fyrimunur, at tú:

  • hevur royndir sum ráðgevi og ert útbúgvin í peningastovni ella hevur lisið fíggjarbúskap
  • leggur dent á at veita góða tænastu
  • ert málsøkin og brennur fyri at náa ítøkiligum úrslitum
  • dugir væl at fáa og varðveita eitt gott samband við nýggjar kundar
  • hevur góð samskiftisevni og ert samstarvssinnað/ur
  • ert opin, framsøkin og nýhugsandi

Sum privatkundaráðgevi í BankNordik ert tú fyrikomandi og gevur títt íkast til at skapa trivnað umframt eitt gott fakligt arbeiðsumhvørvi.

Vit bjóða

Eitt spennandi og avbjóðandi starv við góðum møguleikum fyri fakligari og persónligari menning í einum nútímans og livandi arbeiðsumhvørvi.

Tú verður partur av einum eldhugaðum toymi, ið leggur stóran dent á at tryggja kundanøgdsemi við ráðgeving, ið tekur støði í tørvinum hjá tí einstaka, og sum á tann hátt skapar virði fyri kundan.

Um samtakið

BankNordik hevur fimm deildir í Føroyum, tólv í Danmark og eina í Grønlandi. Harumframt hevur BankNordik dótturfeløgini Trygd, Skyn og NordikLív í Føroyum. Samtakið hevur høvuðssæti í Tórshavn. Umleið 400 fólk starvast í samtakinum.

Umsókn

Søk starvið her í seinasta lagi sunnudagin 6. desember 2020

Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Anju Rein, deildarstjóra, á telefon 330 330/230 572 ella á ar@banknordik.fo.


Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv