Skrivstovufólk til Univice

Skrivstovufólk til Univice

Vegna barnsburðarfarloyvi leitar Unvice eftir skrivstovufólki, til tíðaravmarkað starv, at arbeiða 40 tímar. Sum partur av Univice kemur tú at hava ábyrgd av bókhaldinum, tollavgeiðslu og aðrar fyrifallandi uppgávur á skrivstovuni.

Førleikakrøv:
Vit vænta at tú dugir føroyskt, enskt og skandinaviskt í skrift og talu. At tú hevur góðar telduførleikar. At tú hevur góð samstarvsevnir, og dugir at arbeiða bæði sjálvstøðugt og saman við øðrum.

Løn og setnanartreytir:
Tíðaravmarkað starv, og løn sambært avtalu. Byrjað verður 1. januar 2022 ella skjótast gjørligt.

Umsókn
Umsókn við avritum av prógvum, lívsrensli og øðrum skal sendast til [email protected] og skal verða okkum í hendi í seinasta lagi 13.12.2021 og verða viðgjørdar í trúnaði.

Ynskir tú at fáa meira at vita um starvið kann ringjast til Etly Nord Højgaard, tlf. 262750.

Um Univice
Univice varð stovnað í 2010 og er ein tænastuveitari til framleiðsluvinnuna. Felagið er staðsett í Runavík og hevur 30 fólk í starvi. Arbeiðsumráðið hjá Univice spennir víða, eitt nú:

• Umvæling og nýgerð av skipum og virkjum
• Framleiðsla og umvæling av glasfiburbátum
• Ráðgeving í samband við framleiðsluvirkir
• Framleiðslubúnaður úr rustfríum stáli

Univice
Rókahavnin 8
620 Runavík