Tíðaravmarkað starv sum námsfrøðingur í Sankta Frans skúla

Tíðaravmarkað starv sum námsfrøðingur í Sankta Frans skúla

Endurlýsing

Vegna ov fáar umsóknir verður starvið sum námsfrøðingur á Sankta Frans skúla endurlýst. Søkt verður eftir námsfrøðingi í tíðaravmarkað starv, frá 12. desember 2022 til 23. juni 2023.

Tann, ið settur verður í starv, skal hava námsfrøðiliga útbúgving. Royndir, sum stuðul, er ein fyrimunur.
Um eingin námsfrøðingur søkir, verður starvið skipað, sum hjálparfólkastarv.

Skúlin liggur mitt í høvuðsstaðnum, og eru allir hugsandi hentleikar beint við. Harafturat er viðarlundin okkara næsti granni, og her eru sanniliga nógvir møguleikar til at ríka um dagin hjá næmingunum.

Um starvið:
• Stuðlin kemur at arbeiða í einum stuðulstoymi. Toymið samstarvar við Førleikastovuna, leiðsluna og flokslærararnar hjá teimum næmingunum, ið hava brúk fyri stuðli.

• Stuðlarnir koma at skipa verkstøð við fakligum og kreativum innihaldi. Harafturat koma stuðlarnir at arbeiða úti í flokkunum við einstøkum næmingum.

tann, ið settur verður, skal:
• 
Duga væl at samstarva, vera fyrikomandi og sýna jaligan hugburð mótvegis næmingunum.

• Verða fúsur at taka á seg tær uppgávur, sum eru í skúlanum.

• Vera stundisligur og nærlagdur.

Lønar- og setanartreytir Starvi verður sett sum sáttmálasett starv við setanarbrotið 0.75, og er tað lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag. Námsfrøðingar verða løntir í lønarflokki 11-21. Hjálparfólk verða lønt í lønarflokki 3-8. Barnaváttan verður kravd í samband við setanina

Umsóknir
Umsóknir við avriti av prógvi, c.v. og møguligum viðmæli skulu vera skúlaleiðaranum í hendi í seinasta lagi týsdagin 06.12.2022 kl. 12.00. Umsóknir verða sendar til:
Aslaug Olsen, skúlastjóri
T-post: [email protected]

Nærri kunning um størvini fæst við at ringja til
Aslaug Olsen, skúlastjóra, 282536 ella Ester Poulsen, varaskúlastjóra 519530

Sankta Frans skúli er ein tvísporaður skúli, við forskúla til og við 7. flokk. Í skúlanum arbeiða 32 lærarar og 4 námsfrøðingar.