NCC Føroyar søkir eftir køkshjálpara

NCC Føroyar søkir eftir køkshjálpara

Søkt verður eftir einum starvsfólki til køkin á barakkunum í Tórshavn.

Í hesum starvinum kemur tú at hjálpa til í køkinum, evt. eftir skúlatíð.
Umsøkjarin skal verður blíður og fryntligur, sjálvstøðugur og ganga høgt upp í reinføri í køkinum.

Arbeiðstíðin er seinnapartar mán-hósdag, 4 tímar um dagin.
Løn smb. avtalu.

Áhugaði kunnu ringja til Ednu Einarsson tlf. 217089

Starvið verður sett skjótast gjørligt.

NCC Føroyar er partur av NCC Norge. NCC Føroyar byggir eystur- og sandoyartunlarnar. Tað starvast uml 150 fólk á báðum verkætlanunum. Øll tey útlendsku starvsfólkini búgva á barakkum á Strondum, Tórshavn og Skopun.