Norðurlandahúsið í Føroyum søkir eftir tekniskum framleiðara

Norðurlandahúsið í Føroyum søkir eftir tekniskum framleiðara

 Norðurlandahúsið í Føroyum  hevur eitt nýtt nýskipað starv sum tekniskur framleiðari. Vit søkja eftir einum persóni við breiðum framleiðsluroyndum innan mentanartiltøk, og góðum førleika fyri skipaðari ráðlegging av tiltøkum.

Sum tekniskur framleiðari hevur tú ábyrgd fyri tøknuligu og verkligu ráðleggingini og samskipanini av tiltøkum í Norðurlandahúsinum. Tú skalt vera før/ur fyri at samskipa og fylgja framleiðslum á stovninum, frá ráðlegging til fremjing, í samstarv við verkætlanarleiðara og starvsfólkum innan tøkni.

Tú skalt hava holla vitan og royndir um hvat fyri tørvur er tengdur at ymiskum sløgum av tiltøkum, og á hvønn hátt tiltøkini verða væl framd. Í tínum arbeiði skalt tú tryggja góða tøkniliga ráðlegging, samskipan, tilfeingisnýtslu og búskap. Hetta hevur m.a. við sær útvegan av tænastum og útgerð, viðlíkahald og vegleiðing í nýtslu av verandi útgerð.

Vit vænta, at tú hevur:

  • ·         Breiðan tøkniligan førleika og fatan
  • ·         Góðar framleiðsluroyndir innan ymisk mentanartiltøk, íroknað samskipan av starvsfólkatilfeingi
  • ·         Góðan røkiskap, og dugir at gera munadyggar mannagongdir fyri leiklistaliga framleiðslu
  • ·         Góðan samstarvsførleika - førleika og hug til at samstarva við starvsfelagar, listafólk og fyriskiparum
  • ·         Góðan samskiftisførleika
  • ·         Talgildan førleika

Tú ert tænastusinnað/ur og fleksibul.

Tú kanst arbeiða sjálvstøðugt og eigur stóra ábyrgdarkenslu.

Tær dámar væl at arbeiða í toymi.

Tú tosar og skrivar eitt av teimum norðurlendsku málunum , umframt enskt.

Arbeiðstíðirnar eru skiftandi og roknast kann við kvøld- og vikuskiftisarbeiði eftir tørvi.

Vit kunnu bjóða tær eitt starv í einum spennandi og livandi arbeiðsumhvørvi, har eingin dagur er eins. Vit ynskja at vera ein stovnur í støðugari menning, og meta vit at felagsskapur og toymi hevur nógv at siga fyri at røkka okkara høvuðsmálum .

Løn og setanartreytir sambært sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið, Starvsfelagið og Norðurlendska Ráðharraráðnum. Setanartíðin er tíðaravmarkað til fýra ár, við møguleika fyri longdari starvstíð. Serlig viðbót er til persónar, sum verða settir úr øðrum londum enn Føroyum. Vit stremba eftir jøvnum kynsbýti.

Umsóknarfreistin er úti 19. november 2021. Umsókn og lívsrensl skal sendast talgilt umvegis www.norden.org.

Vit ynskja, at tann sum verður sett/ur, tekur við starvinum skjótast gjørligt.

Í umsóknini skalt tú greiða frá viðkomandi royndum og førleikum, og grundgeva fyri, hví tú søkir starv í Norðurlandahúsinum í Føroyum. Umsóknin kann skrivast á føroyskum ella einum norðurlendskum máli.

Hevur tú spurningar um starvið, kanst tú seta teg í samband við Gunn Hernes, stjóra, á [email protected] ella ringja til móttøkuna á tlf. 35 13 51.

 

Norðurlandahúsið í Føroyum  (NLH)

Norðurlandahúsið í Føroyum (1983) er ein mentanarstovnur í Tórshavn. Tað verður rikið sum eitt norðurlendskt lista- og mentanarhús við fjølbroyttum virksemi. Norðurlandahúsið er eitt av teimum mest týdningarmiklu amboðunum hjá Norðurlendska Ráðharrastovninum til at fremja politisku raðfestingarnar av mentanarliga norðurlendska samstarvinum.

Norðurlandahúsið er ein Green Key-góðkend fyritøka, og sum ráðstevnustað viðurkent við fimm stjørnum frá Horesta.