Gigni søkir eftir heilsufrøðingum til eitt fast starv og eitt avloysarastarv

Gigni søkir eftir heilsufrøðingum til eitt fast starv og eitt avloysarastarv

Vilt tú arbeiða sum heilsufrøðingur?

Gigni søkir eftir heilsufrøðingum til eitt fast starv og eitt avloysarastarv

Størvini eru:

40 tímar
fast starv á smábarnaøkinum í Sunda kommunu, Eiðis kommunu og Tórshavnar kommunu.

37,5 tímar avloysarastarv á smábarna- og skúlaøkinum í Vestmanna- Kvívíkar- og Tórshavnar kommunu. Starvið endar tann 28. februar 2022.

Størvini verða sett frá 1. august 2021, ella eftir nærri avtalu.

Í umsóknini skal verða tilskilað, hvat starv verður søkt.

Vit kunnu bjóða:
• 
sjálvstøðugt, spennandi og avbjóðandi starv
• fakligt mennandi umhvørvi
• at vera partur av einum samstarvstoymi við jaligum og eldhugaðum starvsfelagum

Førleikakrøv:
• 
útbúgving sum heilsufrøðingur
• løggilding sum sjúkrarøktarfrøðingur
• góð evnir at samstarva við leiðslu, starvsfelagar o.o.
• ábyrgdarfullur og álitisvekjandi
• áhugaður fyri fakligari menning

Møguleiki er eisini hjá sjúkrarøktarfrøðingum at søkja starvið, um teir lúka upptøkutreytirnar at lesa til heilsufrøðing.

Upptøkutreytirnar eru:
• útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur og danska løggilding
• royndir sum sjúkrarøktarfrøðingur, sum svara til minst tvey ár við fullum setanarbrøki. Hesar royndir skulu vera frá minst tveimum av ávikavist føði- og barsilsdeild, neonatologi, pædiatri, barna- og ungdómspsykiatri, læknaviðtalu og heimarøkt. Minst ein av hesum starvssetanunum skal hava verið í minsta lagi 8 mánaðir til longdar.

Yvirskipað kunnu broytingar væntast í mun til raðfestingar og mannagongdir í samband við menningartilgongd.

Lønar- og setanartreytir:
Løn sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.

Umsókn við prógvum, CV og øðrum viðkomandi skjølum skal sendast til [email protected] ella til Heilsutrygd, Postsmoga 52, Klaksvíksvegur 7, FO-700 Klaksvík.

Umsóknin skal verða Heilsutrygd í hendi í seinasta lagi týsdagin 27. apríl 2021.

Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Elin Ziska, fakligan stjóra í Gigni, [email protected], tlf. 562310.