Vit leita eftir lærlingi til søludeildina

Vit leita eftir lærlingi til søludeildina

Hjá Grant hava vit úr at gera, og leita eftir lærlingi til søludeildina í Vatnsoyrum. Sum lærlingur á søludeildini kemur tú at arbeiða saman við og læra av sera dugnaligum starvsfeløgum.

Starvið fevnir um ráðgeving og sølu til øll viðskiftafólk okkara, privat fólk, byggifyritøkur, timburhandlar og onnur.

Starvið krevur, at tú ert ágrýtin og álítandi.

Starvsstaðurin er í Vatnsoyrum.

Útbúgvingarlongdin er 4 ár, men viðkomandi skúlagongd verður góðskrivað.

Ynskir tú at vita meira um virkið ella starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Jarnhold Nattestad, stjóraá tlf 290291.

Umsóknir við lívsrensli og prógvum kunnu sendast til [email protected].

Freistin at søkja er týsdagin 19. juli 2022

P/F GRANT er 100% føroysk fyritøka við meira enn 50 árum á baki. Sum einasti føroyski framleiðarin av vindeygu, hurðar og fasadur v.m. úr PVC, træ, træ/alu og aluminium, eru vit stolt av okkara søgu og tí hádygdar-vøruni, vit bjóða kundum okkara.

Í felagnum starvast í løtuni nærum 40 eldhuga starvsfólk.