fo / en
Totalview HR rekruttering
Ment av Formula

Hevur tú hug at koma í skrivstovulæru?

Vit á MEST kundu hugsað okkum at fingið ein ágrýtnan, nærlagdan og álítandi skrivstovulærling til okkara starvsfólka- og fyrisitingardeild. Vit vilja, at tú í lærutíðini fært eitt breitt innlit í skrivstovuarbeiði, og fært ávísa ábyrgd av ymiskum uppgávum innan starvsfólka- og skrivstovuøkið. MEST er ein fjølbroytt fyritøka, ið eisini er staðsett á ymiskum støðum. Tú skalt tí eisini vera við uppá at flyta teg runt í fyritøkuni í ein ávísan mun. 

 

TÍN VANGAMYND

Tú hevur áhuga í skrivstovuarbeiði, og ert sinnað/ur at læra og vaksa við uppgávuni. Tú hevur miðnámsútbúgving, hevur nøktandi telduførleikar og førleika at orða teg í skrift og talu á føroyskum, donskum og enskum. Tú hevur góð samstarvsevni, tolir at hava fleiri bóltar í luftini í senn, og geva eitt sindur eyka, tá tørvur er á tí. Arbeiðsroyndir innan økið er ikki ein treyt, men um tú longu hevur arbeiðsroyndir, og kundi hugsað tær sveinabrævið eisini, so vilja vit eisini fegin frætta frá tær.

 

UM OKKUM

MEST er ein spennandi fyritøka í støðugari menning, har tónin er óformellur, gáttin er lág, og har tað ofta gongur skjótt fyri seg. Vit veita fjølbroyttar tænastur til fiskivinnuna, alivinnuna, byggivinnuna, og aðrar fyritøkur á landi, umframt at vit eisini hava fleiri útlendskar kundar. MEST er staðsett í Tórshavn, Skála og Runavík. PAM Offshore Service er dótturfelag hjá MEST, ið veitir handverkarar og elektrikarar til on- og offshore vinnuna í Noreg, og er staðsett í Tórshavn. Innan starvsfólk, lønir og fyrisiting á MEST starvast í løtuni 9 fólk.

 

LØN OG SETANARTREYTIR
Løn og starvstreytir eru sambært sáttmála millum Samverk og FAG.
Vit rokna við at tú byrjar í starvi pr. 1. mai, ella eftir nærri avtalu. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

 

MEIRA AT VITA

Um tú hevur spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Berghild Jacobsen, Starvsfólkaleiðara, á tlf. 79 11 29 ella teldupost bj@mest.fo.

UMSÓKN
Umsóknir, við avriti av prógvum og viðmælum, skulu sendast okkum í seinasta lagi 02. apríl 2024.

 

UM MEST

MEST samtakið fevnir um skipasmiðjurnar á Skála og í Tórshavn, framleiðsluverksmiðjuna í Runavík og dótturfelagið PAM Offshore Service, sum hevur starvsfólk í oljuvinnuni, serliga í Norra. Felagið ræður yvir nýmótans verkstøðum, stórari goymslu við sølu og framkomnari tekni- og verkfrøðingastovu. 

Fyritøkan fevnir um umleið 540 ársverk og kundaskarin fevnir um føroyskar kundar og kundar úr millum annað Skotlandi, Íslandi og Grønlandi. 

 

Lagt út tann
14. mar. 2024
Starv
Hevur tú hug at koma í skrivstovulæru?
Starvsheiti
Hevur tú hug at koma í skrivstovulæru?
Virki
MEST
Deild
Starvsfólk og lønir
Umsóknarfreist
02. apr. 2024
Byrjunardagur
01. mai 2024
Henda síðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kunna gera tína uppliving betri.
Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal.
Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at fara til síðuna um farspor