KOM OG GER MUN

KOM OG GER MUN

Roðin søkir eftir tveimum starvsfólkum til Heimatænastuna. 

SØKT VERÐUR EFTIR:

  • Heimahjálp til fast starv at byrja sum skjótast. Talan er um 25 tímar um vikuna í

skiftandi vaktum, í dag- og kvøldvaktum og við tænastu annaðhvørt vikuskiftið.

  • Heimahjálp til tíðaravmarkað starv skjótast gjørligt frá 1. sep. til 1. desember 2020.

Talan er um 20 tímar um vikuna, dagvaktir 8 – 13. Góðir møguleikar eru fyri at halda

á fram sum avloysari tá starvstíðin eru úti og at arbeiða fleiri tímar.

FØRLEIKAR:

Søkt verður eftir fólkið við útbúgving sum heilsuhjálpari ella sum hava arbeiðsroyndir innan

umsorg og røkt.

VIT VÆNTA AT TÚ:

Ert rúmlig/ur og hevur lætt við at skapa samband við onnur

Ert nærlagdur og arbeiðssom/samur

Hevur lætt við at samstarva við onnur og samstundis megnar at arbeiða sjálvstøðugt

Hevur teldførleika á brúkarastigið

Hevur koyrikort

VIT BJÓÐA:

- ein yrkisliga spennandi og mennandi gerandisdag

- ávirkan á menningina av tænastunum í Roðanum

- eitt gott arbeiðspláss, góðar umstøður og fjølbroyttar avbjóðingar

- møguleika at seta tín dám á og framhaldandi at menna tænasturnar

hjá Roðanum

SETANARVIÐURSKIFTI:

Størvini verða sett sambært sáttmála við KAF og Heilsuhjálpara Felag Føroya.

MEIRA FÆST AT VITA:

Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Kristbjørg Toftegaard, deildarleiðara,

telefon 793304, t-post: kristbjø[email protected]

Umsókn saman við prógvi og upplýsingum um starvsroyndir verður at senda

til [email protected] í seinasta lagi fríggjadagin 17.08.2020.

Viðmerkjast skal „starvsfólk til Heimatænastuna“ .