Vónin í Fuglafirði søkir lastbilførara
Vit hava tørv á einum røskum og álítandi lastbilførara til okkara VOLVO FH16 trekkjara at byrja skjótast gjørligt.
Starvið er fjølbroytt og spennandi, har tað er ein góð samanseting millum koyring og arbeiði við krana.
Kravið er, at tú hevur koyrikort til bólk C/E. Ynskiligt er, at tú hevur loyvi til at føra krana yvir 25 tons, men er hetta ikki eitt krav, og vilja vit fegin gjalda fyri tað, um tú ert tann rætti persónurin.
Um tú ert áhugað/ur í starvinum ella hevur spurningar, so kanst tú seta teg í samband við Hjalmar Petersen á tel. 21 43 92.
Skrivlig umsókn saman við CV skal sendast til hjalmar@vonin.com