Hevur tú áhuga í at arbeiða við menning av børnum og ungum?

Hevur tú áhuga í at arbeiða við menning av børnum og ungum?

Heilsuskúli Føroya søkir eftir næmingum til námsfrøðihjálparaútbúgvingina, at byrja hálvan august 2021.

Á námsfrøðihjálparaútbúgvingini lærir tú um umsorgan, trivnað og menning av børnum og ungum. Saman við børnum og ungum, snýr ein týdningarmikil partur av arbeiðinum seg um spæl og annað stimbrandi virksemi sum mennir tey. Tú lærir eisini at taka tær av vaksnum við serligum tørvi.

Á námsfrøðihjálparaútbúgvingini fært tú førleikar til at arbeiða innan námsfrøði og eina miðnámsútbúgving, sum gevur atgongd til víðari lestur til námsfrøðing, á professionsbachelor støði í Danmark.

Eftir loknað útbúgving, er møguleiki fyri at arbeiða í høvuðsheitum innan hesi øki:
• Dagstovnaøkið
• Skúlaverkið
• Almannaverkið

Útbúgvingin til námsfrøðihjálpara tekur 24 mánaðir. Upptøkutreytirnar eru hesar:
• 9. flokkur og eitt ára starvsroyndir
• ella 10. flokkur.

Undir lesnaðinum hava næmingar møguleika fyri at søkja stuðul frá studna. Søkjast kann á studni.fo.

Umsókn
Hevur hetta tín áhuga, vildu vit fegin fingið eina umsókn frá tær. Til ber at søkja við at fara inn á innskriving.fo ella við at senda umsóknina til [email protected]. Freistin at søkja er 15. mars.
Tú ert altíð vælkomin at ringja til skúlan á 614210, um tú hevur spurningar, ella skriva til okkum á [email protected].