Starvsfólk til viðgerðarstovnin Frælsi

Starvsfólk til viðgerðarstovnin Frælsi

Søkt eftir einum starvsfólki til viðgerðarheimið Frælsi á Eiði, sum er viðgerðarstovnur fyri ung við rústrupulleikum. Viðgerðin fevnir bæði um ambulanta viðgerð og viðgerð av ungum, sum verða innskrivað á Frælsi.

Um starvið

Talan er um fast starv fulla tíð at byrja 01.10.2021 ella eftir nærri avtalu. Arbeitt verður allar dagar í vikuni.

Útbúgving

Søkt verður eftir fólki við námsfrøðiligari ella heilsufakligari útbúgving.  Um eingin við nevndu útbúgvingum søkir, kann starvið verða sett við hjálparfólki í tíðaravmarkað starv.

Arbeiðsuppgávur

Í arbeiðnum verður dentur lagdur á brúkaratørv gjøgnum samtalur og aktivitetir og at skapa góðar relatiónir. Týdningarmikið er,  at tey ungu føla eg trygg og verða møtt við virðing. Í arbeiðnum hevur starvsfólkið:

  • Ábyrgd av einstøku ungdómunum
  • Ábyrgd fyri at menna og javnan eftirmeta eina viðgerðarætlan fyri tí unga, í samstarvi við viðgera og sjúkrarøktarfrøðing
  • At skapa eitt gott umhvørvi fyri tann unga og taka lut í aktivitetum saman við teimum
  • At arbeiða skipað og tvørfakligt saman við tí unga, hava ábyrgd av at fáa yvirlit yvir støðuna og menningina í viðgerðini, samsvarandi við tíðarlinjuna fyri uppihaldið á viðgerðarheiminum
  • Ábyrgd av at fylgja ungdóminum í teirra samskifti við netverk og avvarðandi
  • Skal kunna hava einstaklingasamrøður
  • Undirvísa
  • Syrgja fyri einum góðum umhvørvi á stovninum
  • Skjalføra ymisku tiltøkini
  • Skriva endaliga frágreiðing, tá tey ungu verða útskrivað

Væntanir

Arbeiðsuppgávurnar eru fjøltáttaðar og tað er tí týdningarmikið, at tann ið verður settur, megnar at arbeiða sjálvstøðugt og viðvirkar til tvørfakligt samstarv.

Viðgerðarhættir, ið nýttar verða eru; kognitiv viðgerð, miljøterapi & MOVE. Tann, ið settur verður, má arbeiða samsvarandi kristiligu grundhugsan Frelsunarhersins.

Setanar- og lønarviðurskiftir

Setanarøkið er Viðgerðarstovnurin Frælsi. Tann, ið verður settur, má tola broytingar í starvinum og at hetta kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.  

Løn sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag við samráðingarrætti fyri økið.

Freist

Umsókn saman við hjáløgdum próvskjølum, viðmæli og cv skulu sendast til og sendast til fraelsi(at)frh.fo og skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 17.09.2021

Nærri upplýsingari um starvið fáast við at venda sær til Joan Kruse Johansen leiðara á tlf. 205205.