Lærarastørv á Kambsdali 2021 - 2022

Lærarastørv á Kambsdali 2021 - 2022

Miðnám á Kambsdali søkir eftir undirvísarum.

Undirvísingartímar eru leysir at søkja í hesum lærugreinum – mett vikutímatal:
Donskum (11), enskum (7), fígging C (6), føroyskum (30), heimspeki C (3), innovatión C (3), ítrótti (28), leiklist C (3), lívfrøði (17), mentanarfatan C (3), samfelagsfrøði C (6), sálarfrøði C (9), støddfrøði C (15), søgu (3), sølubúskapi C (8), tónleiki C (3), vinnulívsrætti C (9) og virkisbúskapi C (14)

Talan kann vera um fast starv, avloysarastarv ella tímalærarastarv - tó treytað av játtan og virksemi. Størvini verða sett út frá eini heildarmeting av fakligum førleikum, faksamanseting og persónligum førleikum.

Útbúgving og royndir
Tann, ið settur verður at undirvísa í B og A stigi, skal hava kandidat- ella masterútbúgving á 300 ECTS í einari ella fleiri lærugreinum frá lærdum háskúla ella aðra samsvarandi útbúgving sambært førleikakunngerð fyri lærarar á gymnasialu miðnámsútbúgvingunum.

Tann, ið settur verður at undirvísa í C stigi, skal hava minst bachelor útbúgving á 180 ECTS í einari lærugrein frá lærdum háskúla ella aðra samsvarandi útbúgving sambært førleikakunngerð fyri lærarar á gymnasialu miðnámsútbúgvingunum.

Umsøkjarar, sum ikki hava námsfrøðiliga útbúgving fyri miðnámsskúlalærarar, skulu vera sinnaðir at fara undir hesa skjótast møguligt.

Viðkomandi undirvísingarroyndir eru ein fyrimunur.

Persónligir førleikar
Í setanartilgongdini verður dentur lagdur á førleikarnar:
• at skapa og menna eitt gott og mennandi samband við næmingar og starvsfelagar
• at bera fram fakliga vitan á ein áhugaverdan og skiljandi hátt
• at leggja til rættis og leiða undirvísingarstøðuna
• at sýna ein positivan hugburð til ungdóm, vitan og læru og áhuga at taka virknan lut í menningini av Miðnámi á Kambsdali

Harafturat verður dentur lagdur á:
• at tú hevur góðar málsligar førleikar, bæði teir munnligu og skrivligu
• at tú hevur góðar KT førleikar

Setanarviðurskifti
Størvini verða sett sambært sáttmála millum Yrkisfelagið Miðnám og Fíggjarmálaráðið.

Umsókn
Umsókn saman við prógvum og CV skal vera skúlanum í hendi í seinasta lagi 19. apríl 2021. Umsóknir skulu sendast til [email protected].

Spurningar um størvini kunnu setast Honnu Jensen, rektara, á [email protected]

Nærri kunning um skúlan er at finna á www.kambsdalur.fo