Vilt tú vera við til at seta kundan í fokus? Kundaráðgevi til Suðuroyar Sparikassa í Havn

Vilt tú vera við til at seta kundan í fokus? Kundaráðgevi til Suðuroyar Sparikassa í Havn

Fyri kundaráðgeva í barnsburðarfarloyvi søkir Suðuroyar Sparikassi eftir royndum kundaráðgeva til deildina í Havn í tíðaravmarkað starv fram til 1. januar 2022.

Høvuðsuppgávur
Veita privatkundum eina framúr góða tænastu og ráðgeving, við fokus á kundan. Tú fært ábyrgdina av egnari kundaportofølju og luttekur harumframt saman við starvsfeløgum í dagliga arbeiðinum á deildini.

Førleikakrøv
Peningastovnsútbúgving, AFR ella líknandi útbúgving.

Vit vænta, at tú ert fyrikomandi, ágrýtin og fleksibul. Tær dámar væl at hava nógv at gera, eins og tær dámar væl fjølbroyttar uppgávur og at fullføra eitt arbeiði.

Hevur tú hug at frætta meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Símun E. Samuelsen, bólkaleiðara, á telefon 239843 ella á [email protected]

Starvið verður at seta skjótast til ber.

Umsókn
Umsókn skal sendast til Suðuroyar Sparikassa, Postboks 374, 110 Tórshavn,

móttakari Símun E. Samuelsen, bólkaleiðara, ella til [email protected]

Umsóknarfreistin er 19. mars 2020 kl. 16.00.