HR-leiðari til IRF

image_pdf

Brennur tú fyri HR-økinum, og kundi tú hugsað tær at starvast í einari fyritøku við ymiskum virksemi og einum fjølbroyttum starvsfólkahópi, so ert tú møguliga tann vit leita eftir.

Vit søkja eftir HR-leiðara at byrja 1. januar 2022.

Starvið

Vit leita eftir einum HR-leiðara til framhaldandi at uppbyggja og uppraðfesta HR-økið hjá IRF.

Ein av umráðandi uppgávunum, í samráð við leiðsluna, verður at skipa fyri áhaldandi førleikamenning á øllum økjum eins og tú skalt tryggja, at øll virkisøki verða stuðlaði av HR-tiltøkum.

Tú fert at hava ábyrgdina av starvsfólkaviðurskiftum, herundir starvssetanum, starvsfólkamenning, trivnaðarátøkum og viðlíkahald av HR-skipanini. Tú verður sparringspartnari hjá leiðsluni og vísir til stjóran.

Førleikar

Vit vænta at tú:

  • ert álitisvekjandi
  • hevur góða fatan av ymiskleikunum í eini fyritøku
  • hevur eina strategiska og fíggjarliga virkisfatan
  • ert málrættað/ur og dugir at raðfesta og seta týðilig mál
  • hevur royndir at sparra við leiðslu
  • hevur royndir at arbeiða við virkismentan
  • hevur viðkomandi útbúgving innan HRM frá hægri lærustovni, ella royndir sum, saman við útbúgving, kunnu sammetast við omanfyri nevnda

Við tínum góðu evnum at samskifta og góðu sosialu førleikum, verður lætt hjá tær at koma runt í fyritøkuni og tryggja, at ásett mál verða rokkin og verksett í arbeiðsgongdum og virkismentan.

Vit bjóða

Tú verður partur av stórari fyritøku, sum hevur víðfevnandi virksemi kring allar Føroyar. Starvsfólkahópurin hjá okkum telur áleið 100 starvsfólk og millum hesi teljast mong, ið hava verið hjá felagnum í nógv ár. Vit eru errin av okkara starvsfólkum, sum lyfta eina uppgávu av stórum samfelagsligum týdningi.

Setanarviðurskifti og lønartreytir

Starvið verður sett 1. januar 2022 og verður lønt sambært avvarðandi yrkisfelag.

Umsókn og freist

Umsókn, lívsrensl og avrit av prógvum skulu sendast til starv@irf.fo í seinasta lagi 19. november 2021.

Um tú hevur spurningar um starvið, ert tú vælkomin at ringja til Marjuna Eystberg, HR-leiðara, á tlf. 521364 ella Poul Andrias Joensen, stjóra, á tlf. 234210.

Um okkum

IRF er ein interkommunalur felagsskapur, ið árliga tekur ímóti og viðger 41.000 tons av burturkasti. IRF skal virka fyri, at vit kunnu lata komandi ættarliðum Føroyar betri og burðardyggari. Tilverugrundarlagið hjá IRF er at savna og viðgera burturkast og spillivatn á umhvørvisliga rættan hátt, bæði fyri at fyribyrgja dálking av okkara umhvørvi og tryggja, at tilfeingið verður hildið í ringrás. IRF hevur sum mál at ganga á odda á burturkast- og spillivatnsøkinum og á nýskapandi og ágrýtnan hátt gera Føroyar grønar.

Umhvørvispolitikkurin hjá IRF tekur støði í heimsmálunum hjá ST fyri burðardygga menning. Umhvørvispolitikkurin útgreinar kós felagsins í arbeiðinum fram ímóti at gera Føroyar reinari og burðardyggari. Les meira um umhvørvispolitikk felagsins her.