Leiðari til Visit Sandoy

Leiðari til Visit Sandoy

Ferðavinnan í Sandoynni er í stórari menning, og hevur tørv á dugnaligum leiðara til Visit Sandoy. Talan er um eitt fulltíðarstarv, ið er fjølbroytt og sjálvstøðugt. Nýggi leiðarin kemur at arbeiða undir góðum karmum í einum samstarvið millum Sands-, Skálavíkar-, Húsavíkar- og Skúvoyar kommunur.

Høvuðsuppgávurnar
Høvuðsuppgávan er at samskipa ferðavinnuna í økinum, og at arbeiða í tøttum samstarvið við veitarar, lokalfólk og kommunur. Dentur skal leggjast á at menna ferðavinnuna burðardygt við tí endamáli, at sum mest av ágóða liggur eftir í lokaløkinum. Leiðarin skal verða við til at fyrireika økið til at taka ímóti øktum ferðafólkastreymi, og taka sær av menningaruppgávum sum fylgja við hesum m.a. skelting, marknaðarføring og ráðlegging. Leiðarin skal eisini m.a. verða við til at førleikamenna og vegleiða veitarar í økinum, sum kann stimbra menning av fleiri upplivingar og ferðavinnu tilboðum.

Aðrar ítøkiligar uppgávur hjá leiðaranum

· Fíggjarlig ábyrgd á Visit Sandoy.

· Søkja stuðul, senda umsóknir, útfylla skjøl til ymsar verkætlanir og samskipa tær m.a. Closed For Maintanance, skeltaverkætlanir o.a.

· Samstarv við vinnuna.

· Umboða økið innanfyri ferðavinnu í internationalum høpi.

· Samstarva við ferðaskrivstovur.

· Fullfíggja menningarætlanina fyri økið.

· Umboða allar kommunur í samstarvinum í ferðavinnu høpi.

· Leiðslu av avgreiðslu á kunningarstovuni og Sands Bókasavn.

· Loysa uppgávur í samsvar við avrikssáttmála

Førleikakrøv
Vit vænta av tær at tú hevur góðar samstarvseginleikar, ert fyrikomandi og megnar at samstarva við nógv ymisk fólk. Vit leggja dent á, at umsøkjarar duga at síggja møguleikar og at seta nýggj hugskot í verk, og samstundis kveikja og vegleiða tey sum arbeiða ella ynskja at arbeiða í ferða- og upplivingarvinnuni.

Vit ynskja at umsøkjarar:

· Hava viðkomandi hægri útbúgving.

· Eru stinnir í teldukunnleika og sosialum miðlum.

· Duga væl at samskifta í skrift og talu á føroyskum og enskum.

· Hugsa strategiskt og eru væl skipaðir í sínum arbeiði.

· Megna at arbeiða sjálvstøðugt og taka avgerðir.

· Eru fleksiblir og trívast í einum skiftandi arbeiðisumhvørvi.

Tað er ein fyrimunur um umsøkjarar hava royndir við heimasíðuskipanum og eru skjótir at seta seg inní nýggjar skipanir og umstøður.

Arbeiðsumstøður og løn
Starvið er skipað við støði í samstarvssáttmála millum Sands-, Skálavíkar-, Húsavíkar og Skúvoyar kommunur. Leiðarin arbeiðir undir samstarvsnevndini hjá Visit Sandoy. Leiðarin hevur eisini avgreiðslufólk afturat sær.

Starvið er fulla tíð og verður sett skjótast gjørligt, eftir avtalu. Starvsstaðurin er á bókasavninum á Sandi, men leiðarin fer eisini at arbeiða úti í økinum í samstarvið við kommunurnar, veitarar og borgarar.

Lønin er eftir sáttmála millum avvarðandi yrkisfelag og Kommunala arbeiðsgevarafelagið/ Fíggjarmálaráðið.

Umsókn og samband
Umsóknir til starvið við prógvum og lívsrensl skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 2.06.2023 á middegi, kl. 12:00.

Umsóknir skulu sendast til: [email protected]. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Umsøkjarar, ið ynskja fleiri upplýsingar um starvið, eru vælkomnir at seta seg í samband við nevndarforkvinnuna Hannu á Reynatúgvu á tlf. 288393 ella á [email protected].