Heilsurøktari og heilsuhjálparar til Økistænastuna í Sandoyar sýslu

Søkt verður eftir heilsurøktara og heilsuhjálparum til at arbeiða í skiftandi vaktum og feriuavloysarum til Økistænastuni í Sandoyar sýslu.

Økistænastan í Sandoyar sýslu arbeiðir miðvíst við at tryggja borgarunum eina fakliga dygdargóða samskipaða heildartænastu. Økistænastan veitir heima- og sjúkrarøkt til áleið 70 heimabúgvandi borgarar, afturat hesum eru trý røktarheim í økinum við tilsamans 26 bú- og stuttíðarplássum. Økistænastan er skipað sum ein samantvinnað eind.

Søkt verður eftir:

  • Tveimum  heilsuhjálparum á starvsbrøki 0,75 frá 1. mai 2024 ella skjótast gjørligt.
  • Einum heilsurøktara á starvsbrøk 0,8 frá 1. juni 2024 ella skjótast gjørligt.

Arbeiðstíðirnar fyri størvini eru skiftandi 7-8 tímars vaktir og 2. hvørt vikuskifti.

Førleikar

  • Prógv sum heilsuhjálpari ella heilsurøktari
  • Góðkenning sum heilsurøktari
  • Áhuga at arbeiða við eldri fólki bæði á stovni og í heiminum hjá tí einkulta
  • Evnir til at raðfesta og arbeiða sjálvstøðugt
  • Fleksibul og virkisfús/ur at loysa skiftandi arbeiðsuppgávur
  • Góð tvørfaklig samstarvs- og samskiftis evnir
  • Koyrikort

Søkir skikkaður umsøkjari ikki, kann annar fakbólkur verða settur – um so er, verða uppgávurnar tillagaðar.

Vit bjóða

  • Ein fakligan spennandi og mennandi starvsstað
  • Góða innleiðslu
  • Dugnaligar og ágrýtnar starvsfelagar
  • Møguleika saman við starvsfelagum at menna tænasturnar hjá Økistænastuni

Setanarviðurskifti
Størvini verða sett sambært sáttmála við KAF og Heilsuhjálparafelag Føroya ella Heilsurøktarafelagið  

Um tú vilt vita meira um størvini, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Sólrun Ørvarodd, deildarleiðara, telefon 793602 ella á teldupost ot(at)ot.fo

Umsókn

Umsókn saman við prógvum og upplýsingar um útbúgving og royndir skula sendast til t-post ot(at)ot.fo.

Umsóknarfreist 5. apríl 2024

Posted on