Húsavørður til Økistænastuna í Sandoyar Sýslu

Húsavørður til Økistænastuna í Sandoyar Sýslu

Søkt verður eftir húsavørði fulla tíð í farloyvisstarv skjótast gjørligt og til 31. desember 2024.
Húsavørðurin hevur ábyrgd av dagliga rakstinum og viðlíkahaldinum av øllum bygningum og ognum hjá Økistænasuni í Sandoyar Sýslu.
Ábyrgdarøki
• Vanligt viðlíkahald av bygningum, útbúnaði og øki rundan um bygningarnar
• Ábyrgd og eftirlit av el-skipanum, eldsløkkiskipanum, tekniskum útbúnaði og renovatión
• Uppfyllan, útkoyring og eftirlit av felagsgoymslu
• Hagreiða mat saman við økonomuni
• Flutning av búfólki o.ø.
• Røkja tænastubilarnar
Førleikar
• Útbúgving sum húsavørður, handverkari ella líknandi
• Evnir til at raðfesta og arbeiða sjálvstøðugt
• Fleksibul og virkisfús/ur at loysa skiftandi arbeiðsuppgávur
• Góðan røkiskap
• Góð samstarvs- og samskiftis evnir
• Hava koyrikort
Setanarviðurskifti
Starvið verður sett sambært sáttmála við KAF og Føroya Handverkarafelag/ Landsfelag Handverkaranna.
Um tú vilt vita meira um starvið, ert tú væl komin at seta teg í samband við Maiken Olsen, leiðara, telefon 793601 ella á teldupost [email protected]
Umsókn
Umsókn saman við prógvum og upplýsingar um útbúgving og royndir skal sendast til t-post [email protected].
Umsóknarfreist 14.desember 2021