Verkætlanarleiðarar til Norðurlandahúsið

Verkætlanarleiðarar til Norðurlandahúsið

 Vit søkja eftir 1-2 verkætlanarleiðarum

Kundi tú hugsað tær at verið við til at framleitt mentanarupplivingar til tey túsundtals vitjandi árliga, sum koma í Norðurlandahúsið í Føroyum? At arbeitt í einum umhvørvi, har list í breiðastu merking hevur rúmsáttar karmar, og har Norðurlond eru miðdeplinum?

Kundi tú hugsað tær at framleitt mentanarupplivingar í einum mentanarhúsi og at lagt til rættis bæði stór og smá tiltøk í samstarvi við onnur, og tiltøk, sum bert tú tekur stig til? Dámar tær eisini at menna nýggj tiltøk og at menna nýggj samstørv?

So er hetta títt dreymastarv!

Um tú harafturat hevur:

  • 3 ára universitets - ella háskúlaútbúgving innan mentan ella annað viðkomandi øki
  • gott innlit í og góð sambond í mentanarlívinum í Norðurlondum
  • breiðan mentanarligan førleika og áhuga fyri fjøltáttaðum mentanarligum úttrykkum
  • royndir og førleikar við at leggja til rættis, seta í verk og eftirmeta mentanartiltøk
  • royndir og førleikar við verkætlanararbeiði, fyrisiting og skipan
  • gott innlit í almenna fyrisiting og royndir við at arbeiða í einari politikari skipan er ein fyrimunur
  • góðar málsligar førleikar til norðurlendsku málini. (Innlit í føroyska málið er ein fyrimunur, men royndir og persónligur eginleiki kann viga tyngri enn innlitið í føroyskt mál)
  • møguleika at arbeiða um kvøldið og í vikuskiftum eftir tørvi

So er tað tær, vit leita eftir til at:

  • geva títt íkast til at menna eitt fjøltáttað mentanartilboð við høgari góðsku
  • framleiða og seta í verk tiltøk í húsinum
  • vera verkætlanarleiðari, frá hugskoti til at gera fíggjarætlan, samskipa og fremja verkætlanina
  • umboða húsið í ymiskum mentanarligum samstørvum
  • luttaka í viðkomandi norðurlendskum sambondum og ráðstevnum
  • samstarva við mentanaraktørar og -pallar
  • virka sum skrivari í Tónlistavirðisløn Norðurlandaráðsins (annað starvið)

Persónligir eginleikar
Góð evni at samskifta. Tú dugir at miðla og vísa á tiltøk, bæði tá tekstur skal skrivast til heimasíðu ella, tá t.d. útvarp vil hava samrøðu.

Dugir væl at eggja fólki til, ert savnandi av náttúru, dugir at fáa onnur at fara til verka av fullum huga og at geva teimum íblástur.

Góð evni at samstarva.

Virkisfús/-ur, lagalig/-ur og evni at finna loysnir.

Dugir at samantvinna tað skapandi og tað skipaða í ein arbeiðsdag, har nógv er at gera.

Vit sóknast eftir tær, sum hevur megnað at samskipa størri verkætlanir við nógvum og ymiskum aktørum. Verkætlanararbeiði og fremjing kann fara fram bæði um kvøldarnar og í vikuskiftum, tí er neyðugt, at tú ert sinnað/-ur at arbeiða skiftandi arbeiðstíðir. Starvsstaðið er Norðurlandahúsið í Føroyum. Nakað av ferðing er knýtt at starvinum.

Okkum tørvar ein starvsfelaga, sum er opin og dugir at arbeiða sjálvstøðugt og hava eitt gott samskifti við Norðurlandahúsið, starvsfelagar, verkætlanarstarvsfelagar og leiðslu.

Vit vænta av tær, at tú hevur innlit í nýtslu av Office-pakkanum og vóna, at tú dugir at arbeiða við heimasíðum. Norðurlandahúsið nýtir Yesplan til ráðlegging í gerandisdegnum.

Vit bjóða eitt starv í einum skapandi umhvørvi, har allir dagar eru ymiskir. Vit stremba ímóti at vera ein stovnur í varandi menning, við teirri sannkenning, at við góðum toymisanda og felagsskapi kunnu vit røkka málinum.

Treytir
Løn og setanartreytir eru sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið, Akademikarfelagið og Norðurlendska Ráðharraráðið. Setanin er tíðaravmarkað til vanliga 4 ár við møguleika fyri leingjan í upp til 4 ár. Serlig avtala um flytikostnað og uttanlandsískoyti er til umsøkjarar úr øðrum londum. Vit stremba eftir jøvnum kynsbýti.

Grundgivin umsókn saman við lívsrensli skal skrivast á annaðhvørt føroyskum ella skandinaviskum.

Umsóknarfreistin er 9. oktober 2022 kl. 23 føroysk tíð. Tikið verður ikki ímóti umsóknum aftaná kl 23.00. Umsóknin skal sendast talgilt til www.norden.org

Byrjanardagur: annað starvið er sett at byrja skjótast gjørligt, hitt til miðjan januar 2023.

Fleiri upplýsingar til starvið fáast við at venda seg til stjóran í Norðurlandahúsinum, Gunn Hernes, á [email protected] ella 351 351

Um Norðurlandahúsið
Norðurlandahúsið er eitt norðurlendskt lista- og mentanarhús við einari sera fjøltáttaðari skrá. Gjøgnum okkara arbeiði eru vit ein av týdningarmestu amboðunum hjá Norðurlendska Ráðharraráðnum í politisku raðfestingini av norðurlendska mentanarsamstarvinum. Norðurlandahúsið umsitir Tónlistavirðisløn Norðurlandaráðsins. Í Norðurlandahúsinum starvast 14 fólk. www.nlh.fo

Norðurlandahúsið er góðkendur Green Key stovnur og hevur somuleiðis fingið 5 stjørnur frá Horesta fyri ráðstevnu- og fundarumstøðurnar.