Byggitøkniligur fyriskipari til Norðurlandahúsið í Føroyum
Vit søkja eftir einum persóni at hava høvuðsábyrgd fyri byggi- og tøknuligum rakstri av mentanarhúsinum Norðurlandahúsið í Føroyum.
Tú hevur høvuðsábyrgd av:
- · Dagligum rakstri og viðlíkahaldi
- · At leggja til rættis, seta í verk og fylgja upp upp á viðlíkahald og endurmenning av bygninginum
- · Uppfylging av útvegarum og uttanhýsis sáttmálum, harímillum elektrikarar, rørleggjarar, varnarar, tænastueftirlit, o.s.fr.
- · Biðja um og meta prístilboð upp á tænastur
- · Uppfylging av verandi tiltøkum og verkætlanum
Tú ert við til at menna
góðar og virkisførar loysnir fyri framtíðarinnar Norðurlandahús.
Starvið er partur av
tekniskari deild, og arbeiðsuppgávurnar verða skiftandi í mun til tørvin á
deildini, t.d. uppgávur sum at klárgera hølir, rigga til og rudda upp eftir
tiltøkum.
Vit vænta, at tú:
- · Ert sjálvstøðug/ur og skipað/ur
- · Ert tænastusinnað/ur
- · Hevur hollar royndir við viðlíkahald og rakstur av bygningum og útbúnaði
- · Ert fleksibul, virkin og jalig/ur
- · Samskiftir væl og hevur gott yvirlit
- · Dugir at brúka talgild amboð og skipanir
Tú tosar og skrivar eitt av
teimum norðurlendsku málunum.Tað er ein fyrimunur, um tú dugir at tosa og
skriva føroyskt, men hetta er ikki ein fortreyt.
Arbeiðstíðin er vanliga
09-17 gerandisdagar, men vikuskiftisarbeiði kann væntast.
Vit kunnu bjóða tær eitt
starv í einum spennandi og livandi arbeiðsumhvørvi, har eingin dagur er eins.
Vit ynskja at vera ein stovnur í støðugari menning, og meta vit at felagsskapur
og toymi hevur nógv at siga fyri at røkka okkara høvuðsmálum .
Løn og setanartreytir
sambært sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið, Starvsfelagið og Norðurlendska
Ráðharraráðnum. Setanartíðin er tíðaravmarkað til fýra ár, við møguleika fyri
longdari starvstíð. Serlig viðbót er til persónar, sum verða settir úr øðrum
londum enn Føroyum. Vit stremba eftir jøvnum kynsbýti.
Umsóknarfreistin er úti 19.
november 2021. Umsókn og lívsrensl skal sendast talgilt umvegis www.norden.org.
Vit ynskja, at tann sum
verður sett/ur, tekur við starvinum skjótast gjørligt.
Í umsóknini skalt tú greiða
frá viðkomandi royndum og førleikum, og grundgeva fyri, hví tú søkir starv í
Norðurlandahúsinum í Føroyum. Umsóknin kann skrivast á føroyskum ella einum
norðurlendskum máli.
Hevur tú spurningar um
starvið, kanst tú seta teg í samband við Gunn Hernes, stjóra, á [email protected]
ella ringja til móttøkuna á tlf. 35 13 51.
Norðurlandahúsið í
Føroyum (NLH)
Norðurlandahúsið í Føroyum
(1983) er ein mentanarstovnur í Tórshavn. Tað verður rikið sum eitt
norðurlendskt lista- og mentanarhús við fjølbroyttum virksemi.Norðurlandahúsið
er eitt av teimum mest týdningarmiklu amboðunum hjá Norðurlendska
Ráðharrastovninum til at fremja politisku raðfestingarnar av mentanarliga
norðurlendska samstarvinum.
Norðurlandahúsið er ein
Green Key-góðkend fyritøka, og sum ráðstevnustað viðurkent við fimm stjørnum frá
Horesta.