Námsfrøðingur/varaleiðari til Frítíðarskúlan við Stórá í Rituvík

Námsfrøðingur/varaleiðari til Frítíðarskúlan við Stórá í Rituvík

Námsfrøðingur/varaleiðari til Frítíðarskúlan við Stórá í Rituvík 

Søkt verður eftir Námsfrøðingi/varaleiðara til Frítíðarskúlan við Stórá, at byrja skjótast tilber. 

Frítíðarskúlin liggur í Rituvík og er stovnur undir Runavíkar kommunu. Men børnini í øðrum flokki  halda til, í Frítíðarhúsinum Elsa Súsanna, á Glyvrum. Á stovninum ganga tilsamans, uml. 110  frítíðarskúlabørn. 

Starvið er 30 tímar um vikuna, harav 5 tímar eru avsettir til leiðsluuppgávur Arbeiðstíðin er skiftandi millum kl. 09.00 - 17.00, og tá skúlin hevur frí millum kl. 7.30-17.00 Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala  Arbeiðsgevarafelagið, á lønarstigi 11-22, + 2 lønarstig 

Vit ynskja at umsøkjarin: 

Er áhugaður í og førur fyri at taka leiðsluábyrgd á seg eftir tørvi 

Er áhugaður í, at arbeiða við børnum í aldrinum 6 - 9 ár 

Er íðin, nærlagdur og álítandi 

Er fakliga tilvitaður, og hevur hug og evni at menna námsfrøðiliga arbeiði á stovninum Dugur at skipa fyri fjøltáttaðum, mennandi, og kveikjandi upplivingum og spennandi  tilboðum til hendan barnabólk, í einum tryggum og góðum umhvørvi. 

Hevur góð samstarvs- og samskiftisevni, og megnar at virka fyri góðum samstarvi við  foreldur, børn og starvsfelagar 

Vit bjóða: 

Eitt arbeiðspláss, sum ynskir at menna og arbeiða eftir dygdargóðari frítíðarnámsfrøði  Eitt arbeiðspláss, sum leggur stóran dent á kreativitet og fysiskir aktivitetir  Tíð til fyrireiking og eftirmeting 

Umsóknir og umsóknarfreist 

Umsóknir, saman við avriti av prógvi, ummæli, lívslongdarsøgu (cv) o.ø. skal vera stovninum í  hendi í seinasta lagi Sunnudagin 19. Septembur 2021.  

Søk starvið á heimasíðuni hjá Runavíkar Kommunu. www.runavik.fo ella á beinleiðis leinkju her:  https://app.jobmatchprofile.com/asccd2 

Nærri fæst at vita um starvið, við at venda sær til Hans Andrias Olsen leiðara, á tlf 216630