Sjúkrarøktarfrøðingur til Heilbrigdi á Velbastað

Sjúkrarøktarfrøðingur til Heilbrigdi á Velbastað

Søkt verður eftir sjúkrarøktarfrøðingi til farloyvisstarv

Um Heilbrigdi:
Heilbrigdi er viðgerðarheim, sum síðan 1986 hevur viðgjørt rúsevnismisnýtarar sambært teimum 12 stigunum hjá AA – eisini kallað Minnesota viðgerðin. Alkoholisma, addiction ella bundinskapur er sambært WHO (Altjóða Heilsustovninum) viðurkent sum ein sjúka.

Lýsing:
Sum sjúkararøktarfrøðingur á Heilbrigdi, kemur tú at starvast innan avrúsing, visitatión og heilivágsviðgerð, saman við lækna, eins og tú kemur at geva vanliga sjúkrarøkt, ið sjúklingurin hevur tørv á.

Eisini kemur tú at hava samrøður og fyrilestrar innan heilsurøkt við sjúklingunum.

Vit vænta, at umsøkjarin:
• 
hevur prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
• hevur hug og hegni at arbeiða við misnýtarum
• hevur lætt við at koma í samband við menniskju
• hevur fakligan áhuga og vísir ábyrgd fyri egnari fakligari og persónligari menning
• hevur evni at arbeiða sjálvstøðugt
• er tænastusinnaður, fyrikomandi og hevur góð evni og vilja til samstarv við bæði starvsfelagar, misnýtarar og hevur góð tvørfaklig samstarvsevni
• dámar avbjóðingar og hevur vilja og evnir at royna nýggjar leiðir
• hevur innlit í virksemi á misnýtsluøkinum
• dugir at vegleiða sjúklingar og avvarðandi
• vil arbeiða samsvarandi Minnesota-hugsjónini
• ger annað praktiskt arbeiði í samband við viðgerðina
• hevur koyrikort

Vit bjóða:
Eitt spennandi starv við sjálvstøðugum og avbjóðandi uppgávum. Arbeiðið á einum høgum fakligum støði, og góðar møguleikar fyri bæði persónligari og fakligari menning.

Talan er um farloyvisstarv áljóðandi 20 tímar um vikuna í dagvaktum. Arbeitt verður annaðhvørt vikuskifti, eisini í dagvagtunum.

Lønin er sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Starvið verður lýst til setanar at bygja skjótast gjørligt fram til og við august 2022.

Heilbrigdi skilar sær rætt til at søkja av nýggjum, um mett verður at skikkaður umsøkjari ikki søkir.

Umsóknir skulu sendast til:
Viðgerðarheimið Heilbrigdi á Velbastað
Norðuri á Heyggi 3
FO-176 Velbastaður
Att.: Sjúrður Knudsen, stovnsleiðara
ella teldupost: [email protected]

Umsóknin skal vera okkum í hendi seinast fríggjadagin 7. mai 2021

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Sjúrður Knudsen á telefon 210025