IKT-leiðari til SNA

IKT-leiðari til SNA

Hevur tú áhuga í talgildari projektering og dugir at samla træðrirnar í samband við IKT arbeiði? So er tað kanska tær vit leira eftir.

Vit hjá SNA søkja eftir einum royndum IKT-leiðara til spennandi verkætlanir sum liggja fyri framman.

Umframt royndir við IKT-leiðslu og talgildum hegni, rokna vit við at tú eisini dugir at samskifta og samstarva við hinar partarnar í verkætlanini, umframt at tú kanst luttaka í verkætlanum annars.

Deildir okkara í Tórshavn og Keypmannahavn arbeiða við flestu uppgávum innan arkitektaráðgeving og heildarráðgeving. Her undir bygningar til undirvísing, heilsu- og røkt, bústaðir, ítrótt og mentan, umframt landslags- og býarplanlegging. Eisini hava vit sett fokus á burðardygd.

Títt primera arbeiðsøki verður at taka tær av okkara talgildu veitingum. Sum IKT-leiðari hevur tú eisini leiðsluábyrgd av talgildu tilgongdini av verkætlanini í samstarvi við projekteringsleiðaran.

Hjá SNA ynskja vit at slóða fyri og seta nýggj mál. Ert tú ein oddamaður av lyndi, fert tú at kenna teg heima her.

Tú kemur at luttaka í menningini av okkara fakligu førleikum. Tú fært sjálvstøðuga ábyrgd av tínum uppgávum og góðar møguleikar fyri persónligari og fakligari menning.

Um teg
• 
Hevur eina viðkomandi útbúgving, sum arkitektur/byggifrøðingur og útbúgving/royndir innan IKT
• Hevur eitt høgt fakligt støði
• Hevur royndir við Revit, Solibri, Navisworks ella líknandi
• Dugir at hava skil á markamótum millum fakøkini
• Dugir at samstarva tvørfakligt og at skapa tryggleika fyri tínar samstarvspartnarar
• Ert forvitin eftir at skapa sambond og vitan
• Strembar eftir fakligari og persónligari menning

Arbeiðsuppgávur
• 
Menna IKT skjøl til verkætlanir
• Manna og samskipa IKT-arbeiði og BIM-projektering
• Tvørfaklig samskipan millum fakøkini
• Greiða úr hondum og skipa verkætlanar tilfar
• Góðskutrygging av egnum tilfari og øðrum
• Strategisk menning av fakøkinum og serøkjum

Vit bjóða
• 
Nógvar spennandi og avbjóðandi verkætlanir
• Sterkt og fakligt umhvørvi við áhugaðum og dugnaligum starvsfelagum
• Eitt jaligt og vinarligt arbeiðsumhvørvi har frælsi, álit og ábyrgd eru kjarnuvirðir
• Eitt starv, har tú kanst gera tína áskoðan og ávirkan galdandi
• Fakliga og persónliga menning

Starvið verður sett skjótast gjørligt. Lønin verður ásett eftir nærri avtalu.

Umsókn
Umsókn við møguligum avriti av prógvum, CV og møguligum viðmælum skulu vera SNA í hendi skjótast til ber og í seinasta lagi týsdagin 7. juni 2022.

Umsókn verður at senda teldutøk á [email protected], merkt "IKT-leiðari".

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Selmar Nielsen, stjóra, á telefon 554812.

Okkara virksemi
SNA hevur síðani stovnanina í 2001 veitt tænastur og ráðgeving innan arkitektafakið og aðrar tænastur í hesum sambandi. Tað starvast í løtuni uml. 25 fólk hjá SNA á høvuðsdeildini í Tórshavn og á deildini í Keypmannahavn. Til ber at lesa meiri á heimasíðuni okkara.