Avloysari fyri skrivstovufólk til Heilsutrygd

Avloysari fyri skrivstovufólk til Heilsutrygd

Heilsutrygd søkir eftir einum avloysara fyri eitt skrivstovufólk at starvast fulla tíð. Starvið er tíðaravmarkað frá 1. september 2020 til 28. februar 2021. 

Sum skrivstovufólk á Heilsutrygd, verða uppgávur tínar fjølbroyttar og fara m.a. at fevna um:

  • málsviðgerð

  • bókhald

  • vanligt skrivstovuarbeiði

  • at luttaka í øðrum uppgávum á Heilsutrygd eftir tørvi

Vit vænta, at tú hevur:

  • skrivstovuútbúgving, aðra viðkomandi útbúgving ella viðkomandi starvsroyndir

  • góðan teldukunnleika

  • góð evni at arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum

Royndir innan málsviðgerð og bókhald og kunnleiki til Búskaparskipan Landsins og journalskipanina 360

kunnu vera ein fyrimunur.

Lønar- og setanartreytir:

Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið. Starvið verður sett frá 1. september 2020 ella eftir nærri avtalu. 

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til stjóran, Egil á Bø, á telefon 794002, ella á

teldupostbústaðnum [email protected]

Umsókn og avrit av viðkomandi prógvum og skjølum skulu sendast til:

[email protected]

ella

Heilsutrygd

Postsmoga 52

Klaksvíksvegur 7

FO-710 Klaksvík

Umsóknin skal verða Heilsutrygd í hendi í seinasta lagi týsdagin 25. august 2020.

Postsmoga 52 / Klaksvíksvegur 7 / FO-710 Klaksvík / Tlf. +298 61 40 00 / T-post: [email protected]