Starvsfólk til matgerð hjá Sev

Starvsfólk til matgerð hjá Sev

Vit sóknast eftir einum fólki at gera mat í køkinum á Landavegnum og á Sundi at byrja skjótast gjørligt. Talan er um fulltíðarstarv.

Starvið

Tú verður partur av eini rokeringsskipan, sum umfatar kantinurnar á Sundi og á Landavegnum.

Uppgávurnar eru at bíleggja, keypa inn, gera morgunmat og eina máltíð á middegi. Eisini riggar tú til fundir og gert mat í sambandi við vitjanir. Umframt at matgera, ruddar tú av eftir máltíðirnar og heldur køk og matarhølið reint.

Vit vænta, at tú hevur alsk til góða matgerð og hevur hug at gera fjølbroyttan, sunnan og vælsmakkandi mat.

Tú ert arbeiðssom/samur og gert tær ómak bæði við matgerð og reingerð. Eisini ynskja vit, at okkara nýggi starvsfelagi er blídlig/ur og fyrikomandi, so tað er hugnaligt hjá starvsfólkunum at eta í kantinum okkara, sum eru savningarstaður í gerandisdegnum.

Góð uppmøting er ein sjálvfylgja í tínari verð og koyrikort er neyðugt.

Um tú hevur arbeiðsroyndir innan matgerð og reingerð, er tað avgjørt ein fyrimunur.

Sev

Á Sev eru vit av teirri áskoðan, at starvsfólkahópurin hevur tað best, tá ið javnvág er ímillum arbeiðslív og familjulív, og tí lurta vit eisini eftir tínum ynskjum og tørvi. Sev bjóðar tær:

  • smidligar arbeiðsumstøður
  • fjøltáttaðan arbeiðsdag
  • ávirkan á egið arbeiði
  • fakliga menning
  • viðkomandi skeið

 

Arbeiðstíð

Arbeiðstíðin er gerandisdagar frá kl. 8-16. Tað kann tó koma fyri, at onkur uppgáva er uttan fyri vanliga arbeiðstíð.

Setanar- og lønarviðurskifti

Talan er um fastlønt starv sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag. Um tú hevur spurningar til starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Onnu Margrethu Otthamar, toymisleiðara fyri fyrisitingartoymið á tel: 225620.

Umsóknin

Umsóknarfreistin er 9. apríl 2024.  Send okkum umsókn í telduposti til: starv@sev.fo, viðmerk: køkurin

Sev tryggjar føroyska samfelagnum støðugan streym alt samdøgrið. Starvsfólk hjá Sev virka undir virðisorðunum: samstarv, eldhugi og virðing. Ágrýtni starvsfólkahópurin ber hvønn dag Sev framá í týðandi leiklutinum sum samfelagsins lívæðr. Vit stremba áhaldandi eftir at fáa sum mest av elframleiðsluni burtur úr varandi orkukeldum. Sev er  fólksins ogn - allar kommunurnar í Føroyum eiga Sev, ið var stovnað 1. oktober 1946.

Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking