Sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktari og heilsuhjálparar til Økistænastuna í Sandoyar Sýsla

Sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktari og heilsuhjálparar til Økistænastuna í Sandoyar Sýsla

Økistænastan í Sandoyar Sýsla er skipað sum ein samantvinnað eind. Tað vil siga at starvsfólkini, ið arbeiða á eitt av teimum trimum røktarheimunum eisini kunnu veita tænastur til heimabúgvandi fólk í økinum.

Í Økistænastuni eru trý røktarheim - Skerið, Áargarður og Gerðisgarður, ið er eitt demensheim. Á heimunum eru tilsamans 23 búpláss og 3 stutttíðarpláss. Heima- og sjúkrarøkt verður veitt til áleið 70 heimabúgvandi borgarar. Økistænastan veitir fyribyrgjandi heimavitjanir til fólk 75 ár og eldri.

Søkt verður eftir:
• 
Einum sjúkrarøktarfrøðingi á starvsbrøki 1,0 frá 1. desember 2021.
• Einum sjúkrarøktarfrøðingi í farloyvisstarvið frá 1. november 2021 til 31. oktober 2022 á starvsbrøki 0,8.
• Einum heilsuhjálpara í farloyvisstarvið frá 1. januar 2022 til 31. august 2022 á starvsbrøki á 0,7.
• Einum heilsurøktara á starvsbrøki 0,8 svarandi frá 1. desember 2021 ella eftir nærri avtalu
• Tveimum heilsuhjálpara á starvsbrøki 0,75 í skiftandi vaktum frá 1. desember 2021 ella eftir nærri avtalu.

Arbeiðstíðirnar fyri størvini eru skiftandi vaktir og 2. hvørt vikuskifti. Møguleiki er fyri lægri brøki.

Førleikar
• 
Prógv sum sjúkrarøktarfrøðingur, heilsurøktari ella heilsuhjálpari
• Áhuga at arbeiða við eldri fólki bæði á stovni og í heiminum hjá tí einkulta
• Evnir til at raðfesta og arbeiða sjálvstøðugt
• Fleksibul og virkisfús/ur at loysa skiftandi arbeiðsuppgávur
• Góð tvørfaklig samstarvs- og samskiftis evnir

Vit bjóða:
• 
ein fakligan spennandi og mennandi starvsstað
• góða innleiðslu
• dugnaligar og ágrýtnar starvsfelagar
• møguleika saman við starvsfelagum at menna tænasturnar hjá Økistænastuni

Setanarviðurskifti
Størvini verða sett sambært sáttmála við KAF/ Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Heilsurøktarafelagið ella Heilsuhjálparafelag Føroya. Søkir skikkaður umsøkjari ikki, kann annar fakbólkur verða settur – um so er, verða uppgávurnar tillagaðar.

Um tú vilt vita meira um størvini, ert tú væl komin at seta teg í samband við Maiken Olsen, leiðari, telefon 793601 ella á teldupost [email protected]

Umsókn
Umsókn saman við prógvum og upplýsingar um útbúgving og royndir skal sendast til t-post [email protected].
Umsóknarfreist 26. oktober 2021