Reingerðarfólk til Trygdardepilin við Áir

Reingerðarfólk til Trygdardepilin við Áir

Setanarviðurskifti
Eitt fast partstíðarstarv sum reingerðarfólk verður sett á Trygdardepilinum við Áir frá 1. september 2022 ella eftir nærri avtalu.

Starvið
Talan er um partstíðarstarv og setanarbrøkurin er í løtuni 0,30. Reingerðarbeiðið er forskotnað tíð, og vaskast skal í minsta lagi tveir dagar um vikuna eftir skúlatíð.

Førleikakrøv
 Neyðugt er, at viðkomandi hevur royndir við reingerðarbeiði og er røkin. Tann, ið sett/ur verður, skal hava góð samstarvsevni, vera fyrikomandi, ágrýtin og før/ur fyri at arbeiða sjálvstøðugt.

Lønar- og setanartreytir
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Havnar Arbeiðskvinnufelag. Arbeiðsstaðið er á Trygdardepilinum við Áir, ið er partur av Vinnuháskúlanum.

Umsóknir
Umsóknir skulu sendes til: [email protected] ella ”Vinnuháskúlin, Nóatún 2, FO 100 Tórshavn”. Viðmerk ”Reingerðarfólk til Trygdardepilin”. Umsóknir, saman við avriti av prógvum, lívsrensli og møguligum viðmælum, skulu vera Vinnuháskúlanum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 19. august 2022

Nærri upplýsingar
Nærri fæst at vita um starvið, við at venda sær til Róa H. Rasmussen, deildarleiðara, á telefon 229942 ella teldupostur: [email protected]

Skúlin tilskilar sær rætt til at velja millum innkomnar umsóknir ella ikki at seta nakran av umsøkjarunum í starv.


Um Vinnuháskúlan

Vinnuháskúlin bjóðar góðar og breiðar útbúgvingar, ið kunnu brúkast bæði á sjógvi og landi. Vinnuháskúlin fevnir um navigatiónsskúla, maskinmeistaraskúla, trygdardepil og skeiðsdeild. Føroyingar hava altíð verið eitt siglandi fólk, og tí eru maritimu útbúgvingarnar eisini millum elstu útbúgvingar í Føroyum. í skúlanum starvast uml. 50 starvsfólk. Skúlin er útgjørdur við nýggjastu tøkni til at stimbra og fjøltátta frálæruna. Les meira á heimasíðu skúlans www.vh.fo