Sjúkrarøktarfrøðingur til Hvíldarheimið Naina

Sjúkrarøktarfrøðingur til Hvíldarheimið Naina

Hvíldarheimið Naina søkir eftir royndum sjúkrarøktarfrøðingi til setan frá 1. januar 2023 ella eftir nærri avtalu.

Talan er um eitt fast starv í dag-/kvøld-/náttarvakt í starvsbrøki 0,76.

Hvíldarheimið Naina er eitt endurmenningarheim fyri fólk, sum av sjúku ella aðrari orsøk eru viknaði og hava tørv á røkt, viðgerð og umsorgan fyri at koma fyri seg aftur. Heimið hevur pláss fyri 25 fólkum, sum kunnu fáa endurmenning í 2 til 4 vikur.

Tey fólk, sum koma á Naina, hava tørv á kirurgiskari, medisinskari og sálarligari hjálp, og tí er umráðandi, at umsøkjarin hevur hollar og drúgvar royndir innan hesi økini í sjúkrarøktini. Eisini er umráðandi, at umsøkjarin megnar at arbeiða sjálvstøðugt.

Vit kunnu bjóða eitt áhugavert og avbjóðandi starv við møguleikum fyri persónligari og fakligari menning. Her starvast dugnaligir og royndir starvsfelagir, sum í felag arbeiða fyri einum góðum og virknum arbeiðsstaði.

Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Birnu Mohr Joensen, fyristøðukvinnu, á telefon nr. 211840 ella Elinborg Danielsen, deildarleiðara, á telefon nr. 271842.

Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 15.12.2022.

Umsókn saman við avriti av prógvum, CV og møguligum viðmælum skal sendast á teldupost-adressuna: [email protected]ella við posti til Hvíldarheimið Naina, Gundadalsvegur 7, 100 Tórshavn.