Eiðis skúli søkir eftir námsfrøðiligum stuðulsfólki

Eiðis skúli søkir eftir einum námsfrøðiligum stuðulsfólki at starvast 25 tímar um vikuna. Starvið verður sett í tíðarskeiðnum 16. august 2023 til 18. juni 2024. Arbeiðstíðin er 25 tímar um vikuna.

Tað er ein fyrimunur, um umsøkjarihevur viðkomandi arbeiðsroyndir t.d. frá forskúla,skúla ella frítíðarskúla. Starvið verður lønt eftirsáttmálanum hjá Pedagogfelagnum.

Tann, ið settur verður skal:

• virka eftir endamáli skúlans, ið er trivnaður, ábyrgd og læra

• undir ábyrgd leiðslunnar taka lut í dagliga arbeiði skúlans

• duga at samstarva

• vera fús at taka á seg tær uppgávur, ið eru í skúlanum

• vera við til áhaldandi at menna skúlan

• vera stundislig og nærløgd

Meira kann fáast at vita um starvið frá fyrstalæraranum Tom Joensen á tel. 740470.

Umsóknir, saman við c.v. og prógvum skulu vera fyrstalæraranum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 9. juni
2023 kl. 12.00.

Umsóknir kunnu sendast til tom.joensen@skulin.fo. ella Eiðis skúli, Kolsvegur 8, 470 Eiði. Viðmerkjast skal hvat starv talan er um. Tey, ið sett verða, skulu játta at barnaváttan verður umbiðin.